fríggjadagur 30. apríl 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 82 - 30. apríl 2004
C
M
Y
K
28
Nr. 82 - 30. apríl 2004
29
Venjarin
svímaði
At tað kann vera
stríggið, tá nógv stend-
ur á, mátti annar av
føroysku
landsliðs-
venjarunum,
Rógvi
Nielsen, ásanna eftir
dysti móti Belgia.
Luftin í høllini í
Mezzocorona
var
kanska nakað tyngri
og heitari enn hon
plagar at vera, tá dystir
verða leiktir heima í
Føroyum, men gjøg-
num teir 60 minuttir-
nar,
sum
dysturin
vardi, tóktist hetta tó
ikki at bila.
Tað var ikki fyrr enn
næsti
dysturin
var
farin í gongd, og puls-
urin hjá venjaranum
kanska eisini var kom-
in nakað niður, at tað
gekk galið. Meðan
leikarar og venjarar
sótu og hugdu at næsta
dystinum, gjørdist alt
svart hjá venjaranum,
sum ikki sjálvur dugdi
at siga stórt um tað,
sum fór fram.
- Alt fór bara at
mala, men eg fekk so
lagt meg niður, áðrenn
tað gjørdist heilt svart.
So var ikki annað at
gera, enn verða liggj-
andi eina løtu við ísi á
pannuni, segði Rógvi
sjálvur, tá vit seinni á
degnum fingu orð á
hann. Og so kann
skoytast afturat, at
hann tíbetur sá út til at
hann var komin heilt
fyri seg aftur.
Hann leggur afturat,
at hann ikki vist, hví
hetta var hent.
- Eg havi so drukkið
nokk av vætu alla tíði-
na, og meðan dysturin
var, hevði eg tað eisini
heilt fínt. Kanska var
tað kortini vætumang-
ul, ella kanska hevur
tað bara verið ein kom-
binatión av hita og
spenningi, segði hann
at enda.
-jm
Jákup
nærkast
superliguni
Møguleiki er fyri, at
tveir føroyskir spælar-
ar bresta saman í topp-
dystinum í superliguni
sunnudagin.
Todi
Jónsson verður uttan
iva við í hópinum hjá
FC Keypmannahavn,
og sambært heima-
síðuni hjá OB kann
Jákup á Borg fáa debut
í hesum dystinum.
– Tað hevði veri fínt,
um eg slapp at spæla.
Tað er tí, at eg eri
komin higar, og eg eri
avgjørt ikki bangin
fyri avbjóðingini, sigur
Jákup á Borg við
heimasíðuna hjá OB.
Hann heldur seg
vera til reiðar til dyst í
superliguni.
– Nú manglar mær
ikki so nógv, kanska
eitt sindur av dystar-
venjing. Men skal eg
spæla, so eri eg klárur,
og royndirnar, sum eg
havi fingið frá stór-
dystum fyri føroyska
landsliðið, fara uttan
iva at koma mær til
góðar, sigur Jákup á
Borg.
Noreg stendur
seg væl
Nógvir landsdystir í
fótbólti vóru spældi í
gjárkvøldið
kring
Europa. Ísland spældi
málleysan javnleik, og
Danmark vann 1-0 á
Skotlandi.
Norska
landsliðið
vann sín sætta dyst á
rað, tá ið Russland var
á vitjan í Noregi. No-
reg var á odda 3-0 til
stutt fyri leiklok, tá ið
russar fingu tvey mál.
Týskland var
eyðmýkt
Mæta týska fótbólts-
tjóðin, sum í farnu
undankapping var í
bólki saman við Før-
oyum, fekk í gjár-
kvøldið av at vita í ein-
um landsdysti ímóti
Rumenia.
Týskland
var aftanfyri 4-0 í
hálvleikinum og tapti
dystin eyðmýkjandi 5-
1. Tað eru 65 ár síðani,
at Týskland tapti so
stórt á útivølli, og nú
liggur aftur stórt trýst á
landsliðsvenjaranum
Rudi Vøller. Týskland
er eitt av londunum,
sum skal vera við í
EM-endaspælinum í
Portugal í summar.
Malta og Føroyar,
sum tvær ferðir áður
hava dystast, fara at
spæla landsdyst í
Føroyum mikudagin
18. august
LANDSLIÐIÐ
Jóannes Hansen
Hvør
eigur
eitt
betri
landslið í fótbólti Føroyar
ella Malta. Spurningurin
verður svaraður mikudagin
18. august. Týsdagin varð
staðfest,
at
maltesiska
landsliðið kemur henda
vegin mitt í august. Roknað
verður við, at teir koma
higar mánadagin 16. au-
gust, og at teir fara av
landinum aftur hósdagin
19. august. Um dysturin
verður spældur á Tórsvølli
ella á Svangaskarði er ikki
greitt enn.
Sambært metingini hjá
FIFA, so eigur Malta eitt
fótbóltslandslið, sum er eitt
vet betri enn føroyska liðið.
Á ranking listanum, sum
varð
munngjørdur
fyri
nøkrum vikum síðani, var
Malta nummar 128, og
Føroyar vóru á 129. pláss-
inum – saman við Pale-
stina. Síðsta mánaðin hevði
FIFA flutt Malta eitt pláss
fram og Føroyar trý pláss
aftur eftir hæli. So verður
tað upp til ellivu føroyskar
og
ellivu
maltesiskar
fótbóltsspælarar at gera av
18. august, hvussu nógv
skil tað er í metingini hjá
FIFA.
Føroyar og Malta hava
tvær ferðir áður spælt
landsdyst í fótbólti. Báðu
ferðirnar var í 1997 í HM
undankappingini. Í báðum
førunum vunnu Føroyar
2–1. Suðuri á Malta skor-
aðu Øssur Hansen (brots-
spark) og Todi Jónsson
føroysku málini. Á Svanga-
skarði vóru Uni Arge og
Todi Jónsson málskjúttar.
Tað var hesa seinnu ferð-
ina, at Jan C. Dam var so
óheppin at fáa reyða kortið
dygst eftir steðgin. Malta
skoraði upp á brotssparkið,
sum varð dømt í tí sam-
bandinum. Malta royndi at
trýsta,
men
føroyingar
megnaðu at halda tørn,
sjálvt um teir í try korter
vóru undirmannaðir.
Tað var í sambandi við
100 ára føðingardagin hjá
svenska fótbóltssamband-
inum, at fyrrverandi FSF
formaðurin,
Dánjal
Andreasen, og formaðurin
fyri maltesiska fótbólts-
sambandinum, Joseph Mif-
sut, tosaðu um møguleikan
fyri einum vinardysti. Tá ið
umboð fyri FSF í næst-
síðstu viku vóru á UEFA
kongress á Kypros, varð
evnið tikið uppaftur, og nú
er staðfest, at dysturin
verður í Føroyum 18.
august. Maltesiska fót-
bóltssambandið rindar fyri
ferðina til og úr Føroyum,
og FSF rindar fyri uppi-
haldið hjá ferðalagnum,
sum fer at telja 27 fólk.
Uppgerðin av kvinnu-
deildini og 3. deild
verður treytað av,
hvussu óførir dóm-
ararnir verða at senda
upplýsingar inn til
Fótbóltssambandið
DYSTARSKRÁSETING
Jóannes Hansen
Avmarkað arbeiðsorka ber
við sær, at tað ikki er
møguleiki fyri hjá Ítrótt-
arsosialinum at fylgja við í,
hvussu tað hevur hilnast í
3. deild hjá monnum. Vón-
andi fer tað at bera til at
fylgja við í kvinnukapping-
ini, sum bara fevnir um
tríggjar dystir hvørja ferð.
Ætlanin hjá okkum er
eina ferð um vikuna at hava
upplýsingar um úrslit og
málskjúttar soleiðis, sum
teir eru á dómaraseðlunum,
sum eru sendir til FSF.
Eftir fyrsta umfarið í
kvinnudeildini vóru í gjár
allir dómaraseðlarnir kom-
nir FSF skrivstovuni í
hendi. Verri stóð til í 3.
deild. Har ganga dómarar-
nir framvegis við seðlunum
í buksulummanum ella í
ítróttartaskuni – í hvussu
so er summir teirra.
Fyri at sleppa undan mis-
tøkum, so gera feløgini og
spælararnir sær sjálvum
eina stóra tænastu, um teir
beinanvegin, tá ið dómarin
hevur skrivað mál og mál-
skjúttar á dómaraseðilin
kanna eftir, um nú alt er
skrivað rætt og soleiðis,
sum tað eigur at vera gjørt.
1. deild kvinnur
1. umfar
GÍ/B68–B36 2–8 (1–5)
0–1: Ása Christiansen 5.
0–2: Halltóra Joensen 15.
0–3: Anja Weihe 20.
0–4: Elsebeth Jónsson 27.
1–4: Heidi Heinesen 32.
1–5: Halltóra Joensen 44.
2–5: Mai Britt Svalbard 56.
2–6: Ása Christiansen 76.
2–7: Anja Weihe 81.
2–8: Anja Weihe 88.
KÍ–EB/Streymur 9–0
(6–0)
1–0: Rannvá B. Andreasen
4.
2–0: Maria við Neyst 5.
3–0: Malena Josephsen 13.
4–0: Ragna B. Andreasen
23.
5–0: Rannvá B. Andreasen
26.
6–0: Malena Josephsen 27.
7–0: Malena Josephsen 63.
8–0: Rannvá B. Andreasen
70.
9–0: Vivian Bjartalíð 89.
FS Vágar– Sumba 6–0
(3–0)
1–0: Jóna Petra Thomsen
20.
2–0: Annika Niclasen 35.
3–0: Jóna Petra Thomsen
42.
4–0: Maria Reynstind 70.
5–0: Annika Niclasen 80.
6–0: Eivy Johannesen 87.
3. deild
Fram–EB/Streymur 2–1
(0–0)
0–1: Sigfríður Abrahamsen
48.
1–1: Rógvi Højgaard 66.
2–1: Steingrím Funding 87.
GÍ–ÍF 7–2 (2–0)
1–0: Magni Jacobsen 4.
2–0: Magni Jacobsen 28.
3–0: Magni Jacobsen 47.
4–0: Magni Jacobsen 61.
5–0: Heini Heinason 63.
6–0: Kaj Ennigarð 65.
6–1: John Thomsen 70.
6–2: Rúni Petersen 72.
7–2: Magni Jacobsen 89.
2. Seðlarnir, sum í gjár ikki
vóru komnir á FSF skriv-
stovuna, vóru frá hesum
dystunum í fyrsta um-
farinum: SÍ–B68, Skála–
HB og NSÍ–TB. Eina ferð í
næstu viku fara vit at royna
at siga frá úrslitum og
málskjúttum í 3. deild, og tá
fara vit at siga eisini at taka
teir upplýsingar frá teimum
dystunum í fyrsta umfar-
inum við, sum ikki vóru við
hesa ferð – um teir tá fara at
verða komnir á FSF skriv-
stovuna.
Nú skal tað standa sína roynd
Tað gongur illa at fáa seðlarnar inn
UTTAN ÚR HEIMI
Ein kanning hjá SAS
vísir, at á summum
leiðum eru ferðafólk-
ini tyngd eini átta
pund í meðal seinastu
árini
FLOGFERÐSLA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Seinastu
tíðina
hevur
skandinaviska flogfelagið
SAS vigað 18.000 ferða-
fólk. Tey eru sjálvboðin
farin á vektina, og hendan
kanningin hevur víst, at í
meðal viga ferðafólk á
rutunum í Evropa 86 kilo,
tá viðførið teirra er tikið
við. Á teimum longru rut-
unum er meðalvektin 84
kilo. Tað merkir, at tey
seinastu árini er meðal-
vektin vaksin umleið átta
pund, sigur SAS.
Í Statens Luftfartsvæsen
siga tey, at í veruleikanum
er hetta ein spurningur um
trygd. Tá eitt flogfar skal á
flog, er tað umráðandi, at
flogskiparin veit, hvussu
tungt flogfarið er. Flogskip-
arin roknar út, hvussu
nógva ferð flogfarið skal
hava fyri at lætta sær á, og
er flogfarið tyngri, enn
hann heldur, kann tað ger-
ast vandamikið, siga tey í
Statens Luftfartsvæsen við
Berlingske Tidende.
Í USA datt eitt flogfar
niður, tí flogfarið vísti seg
at vera tyngri, enn flogskip-
arin roknaði við.
Seks amerikanskir
hermenn eru tiknir
og skuldsettir fyri
harðskap ímóti
irakskum fangum
IRAK
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Amerikanarar eru skelkaðir
av nøkrum myndum úr
Irak, sum sjónvarpið CBS
vísti mikukvøldið.
Ein av myndunum var av
einum iraka, sum ameri-
kanararnir høvdu tikið til
fanga. Maðurin stóð uppi á
einum kassa. Nakrir leidn-
ingar vóru festir í høvdið á
honum, og frá hermonnun-
um fekk hann at vita, at datt
hann av kassanum, fóru teir
at avrætta hann við elektr-
iskum stoyti.
Á øðrum myndum høvdu
nakrir irakar fingið boð um
at leggja seg oman á hvør
annan. Teir skuldu látast,
sum kystu teir hvør annan á
munnin, og amerikonsku
hermenninir
flennandi
stóðu og hugdu at.
Tilburðurin var í einum
gomlum fongsli hjá Sad-
dam-stýrinum, og mynd-
irnar hava eisini skelkað
amerikonsku herleiðsluna.
- Vit eru skelkað. Hetta
eru hermenn, sum vit
arbeiða saman við hvønn
dag. Teir umboða okkum
og ganga í sama búna sum
vit. Teir hava svikið sínar
felagar, segði Mark Kim-
mitt, sum er talsmaður hjá
amerikanska herinum.
- Vit vænta, at fíggindin
fer væl við okkara her-
monnum, verða teir tiknir
fangar, men ganga vit ikki
undan sum eitt gott for-
dømi, kunnu vit ikki krevja
annað av øðrum londum,
legði talsmaðurin afturat.
Tilburðurin varð avdúk-
aður, tá ein amerikanskur
hermaður kærdi seg um
atburðin hjá sínum feløg-
um. Málið hevur verið til
kanningar síðani, og seks
hermenn koma fyri ein
krígsrætt, sigur CBS.
Sharon kann
tapa
Tvær meiningakanningar
í Ísrael benda á, at Ariel
Sharon, forsætisráðharri,
kann
tapa
atkvøðu-
greiðsluna í Likud-flokk-
inum, sum skal taka
støðu til uppskot for-
sætisráðharrans um at
leggja 21 jødiskar niður-
setubygdir Gaza-geiran-
um niður. Hinvegin skulu
bara fýra niðursetubygdir
á Vestara Áarbakka tak-
ast niður.
Í einari kanning hjá
blaðnum Yedioth Aharo-
noth siga 47 prosent av
teimum spurdu Likud-
limunum, at tey eru ímóti
ætlanini
hjá
Sharon,
meðan 39 prosent siga
seg taka undir við henni.
Blaðið Maariv hevur
eisini gjørt eina kanning.
Har siga 45 prosent nei,
og 42 prosent siga ja.
Likud-flokkurin
hjá
Sharon hevur 270.000
skrásettar
limir,
og
sunnudagin skulu teir
taka støðu til ætlanina
hjá forsætisráðharranum.
Í einari útvarpssamrøðu í
gjár segði Sharon, at tað
verður ein sigur fyri
palestinska
leiðaran,
Yasser Arafat, verður
uppskotið felt. Eygleið-
arar siga, at atkvøðu-
greiðslan snýr seg eisini
um álitið á Sharon sum
stjórnarleiðara.
Sleppa til Svøríkis
Svenska stjórnin ætlaði
at seta serligar tillag-
ingarreglur fyri eystur-
evropearar í gildi, nú
londini eystanfyri koma
upp í ES í morgin, men
tað vil Ríkisdagurin ikki.
Tá atkvøtt varð um málið
mikudagin,
atkvøddu
137 tionglimir fyri at seta
tálmandi reglur í gildi,
men 182 atkvøddu ímóti.
Avgerðin merkir, at frá
1. mai kunnu fólk í
Estlandi,
Pólandi
og
øðrum eysturevropeisk-
um londum flyta til
Svøríkis fyri at fáa sær
arbeiði.
Tað
ætlaði
stjórnin ikki. Uppskot
hennara miðjaði eftir at
seta í gildi reglur, sum
skuldu avmarka møgu-
leikarnar
hjá
eystur-
evropearunum at búseta
seg í Svøríki og at fáa
arbeiðsloyvi har.
Gøran Persson, for-
sætisráðharri, hevur fyrr
sagt seg stúra fyri, at
fátækir
arbeiðarar
í
teimum nýggju ES-lond-
unum eystanfyri fara at
leita til Svøríkis. Har fara
teir ivaleyst at góðtaka at
fáa lægri løn enn sviar.
Samstundis fáa teir rætt
til pengar frá tí almenna,
og Gøran Persson ivast
ikki í, at hesir pengarnir
fara beinleiðis av land-
inum. Men hetta var ikki
nóg mikið til at ávirka
limirnar í Ríkisdegnum.
Stórt skattakrav
Russisku myndugleikar-
nir hava sent oljufelag-
num Yukos eitt skatta-
krav upp á 21 milliardir
krónur. Í oljufelagnum
hava tey ongan hug at
gjalda, og tey hava latið
rættinum málið.
Politiskir eygleiðarar í
Moskva siga, at skatta-
kravið er óveruligt, og at
tað er liður í einari
politiskari uppgerð við
stjóran í Yukos, Mikhail
Khodorkovskij, sum varð
tikin fyri einum ári síðani
og skuldsettur fyri svik.
Khodorkovskij er ríkasti
maður í Russlandi. Hann
hevur fíggjað fleiri and-
støðubólkar og hevur á
tann hátt brotið eina
óskrivaða reglu, sum
sigur, at vinnulívið skal
halda seg burturi frá
politikki. Nú skal hann
revsast, og tað er ætlanin
við skattakravinum, siga
eygleiðararnir við Reut-
ers.
Týsdagin valdi leiðslan
í Yukos ein fyrrverandi
russiskan
tjóðbanka-
stjóra til nevndarfor-
mann. Hildið verður, at
hetta er gjørt sum ein
roynd at slætta sjógvin
ímillum
felagið
og
myndugleikarnar.
Stúra fyri hevnd
Myndugleikarnir í Tei-
landi stúra fyri, at víð-
gongdir muslimskir fe-
lagsskapir fara at hevna
blóðbaðið mikudagin, tá
teilendskir hermenn og
løgreglumenn
beindu
fyri
umleið
hundrað
muslimskum uppreistrar-
monnum har suðuri í
landinum.
Tað hevur vakt stóran
ans í Teilandi, at 32 upp-
reistrarmenn vórðu skot-
nir inni í einari mosku,
og tað er serliga hesin
tilburðurin,
sum
fær
myndugleikarnar at stúra
fyri
hevndarálopum.
Teilendski verjumálaráð-
harrin, Chettha Thana-
jaro, segði í gjár, at fleiri
hundrað viðhaldsmenn
hjá teimum, sum lótu lív
mikudagin, eru til reiðar
at hevna álopið á mosk-
una.
Talsmenn
hjá
tei-
lendska herinum hava
sagt,
at
hermenninir
royndu at fáa uppreistrar-
menninar í moskuni at
leggja vápnini, men at
teir sýttu fyri at gera eftir
áheitanini. Tí høvdu her-
menninir ikki annað í at
velja enn at søkja at teim-
um, siga talsmenninir hjá
herinum.
Amerikanarar skelkaðir
av myndum úr Irak
Flogferðafólk vorðin tyngri
Seks amerikanskir hermenn eru skuldsettir fyri at hava farið illa við irakskum fangum
Mynd: Reuters
29