mánadagur 8. juli 2013síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mánadagur 8. juli 2013 · Nr. 77
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Fýra línuskip, sum hava
roynt undir Føroyum, koma
væntandi inn at landa í
vikuni. Skipini hava mest
av longu og brosmu.
– Vit vænta eisini eitt
línuskip undan Íslandi við
blandaðum fiskasløgum.
Fiskamarknaður Føroya
veit at siga, at eitt línuskip
liggur vegna maskinbrek,
og eitt roynir á Rygginum.
Eini tvey skip liggja millum
túrar.
– Onnur línuskip eru
antin ávegis til Flemish Kap
ella eru til fiskiskap har
yviri, sigur marknaðurin.
Fimm íbúðir verða nú bygdar
í Billubøi í Sørvági, og her er
pláss fyri nøkrum íbúðum
– ella sethúsum - aftrat
Fýra línuskip
landa í vikuni
Mentanar
nátt á
Tvøroyri
Fríggjadagin hin 12. juli
verður mentanarnátt á
Tvøroyri, har nógv er á
skránni.
Lagt verður fyri fríggja
morgunin, tá Pubbin letur
upp, og klokkan 10 lata
teir handlar upp, sum eru
við í tiltakinum. Handlar
nir hava opið til klokkan
22.
Klokkan 13 fríggjadag
in verður útferð í Hvann
haga, og í sama klokku
tíma verður eisini útferð í
Snæbjarnarsporum.
Í býráðssalinum verða
ymisk tiltøk, og milllum
klokkan 13 og 22 verður
býráðssalurin karmur um
brúktbókasølu - og eisini
verður salurin opin fyri
listaframsýning, har høvi
er til kaffi og prát.
Í Tip Top verða papp
írsklipp við Vígdis Sig
mundsdóttir, og har hevur
eisini Arngerð Joensen
málningaframsýning.
Í
tjaldinum
verður
Gestabúðin hjá Sigrun, og
í Fylking hevur Martin
Øster málningaframsýn
ing.
Í tjaldinum hevur TB
eisini sølu av lutum, øl og
pylsum, og kapping verð
ur um ein iPad
Taratúrur verður við
Agnes Mols Mortensen, og
her hittast fólk yviri í
Líðini.
Buffét verður í Hand
verkarahúsinum, og har
verður
listaframsýning
við Mariann Mikkjals
dóttir.
Klokkan
16
verður
Gallarí Oyggin opið, og
her verður eitt nú fram
sýning við Poul Skarð
enni, Finnleifi Mortensen
og Palle Julsgart.
Politibilurin,
sjúkra
bilurin og brandbilurin
verða vístir fram fyri
børnum klokkan 17.30, og
klokkan 18 letur upp
listaframsýning í Pubbini
við Róa og Katrin Einars
son.
Í tjaldinum í miðbý
num fer TB flogbóltur at
hava tombola og sølu av
kaffi og vafflum .
Nógv onnur tiltøk eru
eisini á skránni á menta
narnáttini
á
Tvøroyri,
bæði fyri børnum og
vaksnum, og her verður
eitt nú talan um heksajakt
og huldur, sum fara at
selja gandapannukøkur,
heksasúpan,
slangusaft
og annað leskiligt til
góman.
Á bókasavninum 20 fer
Chris Jan Michelsen at
halda
fyrilestur,
og
í
Fylking klokkan 20 fer
Hanus G. Johansen at
syngja og spæla.
Náttarrenning byrjar við
parkeringsøki við Bónus
klokkan
21,
og
Dansistovan fer at skipa
fyri fólkadansi og seinni
føroyskum dansi.
Á midnátt fríggjakvøldið
letur Klubbin upp til
gamlamannadans.
vilmund@sosialurin.fo
Graslíkið á fót
bóltsvallunum á
Skála og í Runavík
verður nú skift, og
vallirnir verða klárir
at taka í nýtslu aftur
eftir summarsteðgin
hjá fótbóltinum
Fiskiskapur - Enn er góður
línufiskiskapur á Flemish
Kap, og framvegis hevur
fjarskotnað leiðin áhuga millum
føroyskar línuskipareiðarar
Vilmund Jacobsen
Alla síðstu viku var ymiskt á
skránni í Christianskirkjuni
í Klaksvík, nú kirkjan hevur
hátíðarhildið sín fimmti ára
dag.
Sunnukvøldið varð boðið
til konsert við Nicolinu av
Kamarinum, High Five og
Kristinu Bærendsen.
– Systkini av Kamarinum
sungu og spældu, og góð
gomul minnir runnu fram
aftur frá sjeytiárunum og
eldri enn tað. Til flestu av
sangunum sungu áhoyrarnir
við eftir áheitan.
Dávur Winther, mentan
arleiðari
hjá
Klaksvíkar
kommunu, sigur, at High
Five yvirraskaðu og tóku
fólk á bóli. Teir søgdu seg
hava Gaither Vocal Band
sum fyrimynd.
– Men Gaither skulu ansa
sær, so High Five ikki strúka
avstað við fjepparagleðini,
sanggóðskuni og umdømi
num. High Five sungu og
spældu frágera væl, sigur
mentanarleiðarin.
Hann leggur aftrat, at
frálíka kirkjurúmið í ber
tónleikin væl uppi, men
har lá venjing, teknikkur og
tónleikaoyra aftanfyri.
– Avbera gott, staðfestir
Dávur Winther.
Bapitistasangur
Kristina Bærendsen kom so
smæðin og lítilátin einsamøll
upp eftir kirkjugólvinum til
seinast.
– Hon kendi seg so einsa
malla eftir frálíka sangin hjá
High Five, at hon bað teir
hjálpa sær at syngja við á
tveimum av fyrstu løgum.
Dávur sigur, at tá hon
leitaði eftir sanginum, sum
hon skuldi syngja og fann
hann í stóru mappuni við
hópin av sangum, læt í
henni – ja, hetta er hann – ein
ordiligur babtistasangur.
– Tá rungaði láturin í
kirkjuni, leggur hann aftrat.
Øll fullsetta kirkjan læt
hjørtu síni upp fyri hesi
ungu, fittu, dugnaligu og
botnerligu gentuni, Kristinu.
– Hon sang seg inn í
hjørtuni við frálíku rødd síni.
Ein frálík konsert fyri øll, eitt
frálíkt endabrak.
Dávur Winther heldur, at
hátíðarvikan hjá Christians
kirkjuni
savnaði
umleið
5000 vitjandi til tey mongu
tiltøkini í farnu viku.
Flott endabrak
Fimmti ár – Hátíðarvikan hjá Christianskirkjuni í
Klaksvík savnaði eini 5000 vitjandi til tey mongu
tiltøkini, sum hava verið í eina heila viku, sigur Dávur
Winther, mentanarleiðari hjá Klaksvíkar kommunu