Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-08, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. juli 2013síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. juli 2013 · Nr. 77 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Bónus hevur gjørt nógv burtur úr, at nýggjur handil letur upp á Karlamagnusar­ breyt í Hoyvík í morgin. Leygardagin var stórt tiltak á pallinum uttanfyri Bónus-handilin, sum byrjaði klokkan 17 og helt fram til á midnátt. Her var høvi at síggja klovnin Bubu, Trøllapætur, og her var eisini tónleikur við Signari í Homrum, Flamma, Jens Marna Hansen og Halli Joensen. Høvuðsnavnið á stóra tiltakinum á Karla­magnusar­ breyt var danska rock- mamman, Sanne Salomon­ sen, sum fór á pallin klokkan 22 leygarkvøldið – við Flamma sum kórgentum. Á konsertini framførdi Sanne Salomonsen burtur úr rúgvuni av sínum kendu sangum. 1300 fermetrar Nýggi handilin, sum letur upp í morgin, er bygdur á horninum við Karlamagnus­ ar­breyt og Atlagøtu. Hóast tað búgva út við 4.000 fólk í Hoyvík, er eingin nýggjur matvøruhandil bygd­ ur í økinum, síðan FK bygdi høvuðsdeild sína í Hoyvík fyri nógvum árum síðan. Tað er SMS, sum eigur og rekur allar Bónushandlarnar. Nýggi bygningurin á Karlamagnusarbreyt er 1300 fermetrar til víddar. Nýggjur Bónus-handil letur nú upp í Hoyvík Á vestanstevnu, sum verður í vikuskiftinum, verður eitt nú ”olympiada”, sum fevnir um fleiri stuttligar, undirhaldandi og í summum førum krevjandi kappingar millum bygdirnar, Sørvág, Miðvág, Sandavág og Bø Hetta er tíðin, tá kom­ munur hava ungdómar í arbeiði. Onkustaðni verður hetta eisini rópt "summararbeiði". Í Sjóvar kommunu hava 10 ungdómar arbeitt fyri kommunu­ na, og tað er haðani, at henda myndin er. Í onkrum kom­mun­ um sleppa hesi ungu at arbeiða í eina viku og aðrastaðni í tvær. Umframt at ymiskt verður gjørt, sum kan­- ska liggur á láni, fáa ungdómar eisini høvi at tjena sær nak­rar krónur. vilmund@sosialurin.fo Nýggi báturin – Jósup – sum røkir Mykines-siglingina, er einar 50 føtur langur, góðar fimm metrar breiður. Hann hevur tveir motorar á 700 og gongur 22 míl. Jósup hevur bógskrúvu framman og síðuskrúvu aftan. Ung tjena nøkur oyru Tiltak - Seinnapartin leygar­ dagin og heilt til á midnátt leygar­kvøldið var stórt tiltak á pallinum uttanfyri Bónus- handilin í Hoyvík, sum letur dyrar upp í morgin Teir sløktu Articon í kapping Vilmund Jacobsen Leygardagin var finalan í firmakappingini hjá Rás2 í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Tað vóru Tórshavnar Sløkkilið og Articon sum kappaðust í finaluni, men hetta gjørdist ikki nøkur spennandi kapping. Tórshavnar Sløkkilið vann við stórum stíli á Articon, og endaliga úrslitið gjørdist heili 22-13. Liðini høvdu møguleika at fáa 33 stig, og longu tíðliga í kappingini var støðan 11-3 til sløkkilið. Góður høvuðsvinningur Tórshavnar Sløkkilið fekk handað høvuðsvinningin, sum er ein ferð fyri 50 fólk við Norðlýsinum, har Birgir Enni, skipari, fer at borðreiða við serligari máltíð. Tey níggju fólkini hjá Articon fingu ein góðan troystarvinning frá Bow­ linghøllini á Hálsi, har tey sleppa at bowla og eta ein góðan búff. Eftir kappingina fóru óføru sløkkiliðsfólkini eina sigursgongd gjøgnum býin, har tey fóru ýlandi við sløkkiliðsbilinum. Firmakapping Eftir sigurin á Articon, fóru sløkkiliðsfólkini ýlandi gjøgnum Tórshavnar bý við sløkkiliðsbilinum