Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-08, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. juli 2013síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 8. juli 2013 · Nr. 77 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Móttøkukarið inni á virki­ num er fult, og Jør­mund trýstir á stopp-knøtt­in á fjarstýringini, so at pump­ urnar har frammi steðga. Tað er frysti-stopp inni á virkinum. Frystaríið, sum hevur orku at frysta eini 600 tons um samdøgrið, er komið undir ov stórt trýst. Hjartað í skipanini má sleppa at hvíla seg. Í salongini, sum er sum ein stór og stásilig stovu, sita fleiri mans og taka sær av løttum. Ein lagkøka sendur á borðinum. Kokkurin fyllir. Á vegginum hanga máln­ing­ar og tað mobila kommandosentrið fyri land­ ingar er beint nú plasserað í stórari brúnari leðusofu. Her er reint og nossligt inni. Menn ganga í inni­ skóm. – Hesum kjansinum má mann doyggja frá. Eingin fer sjálvboðin at siga ein so góðan kjans frá sær. 30 ára gamli tvørámaðurin Jóhannes Johannesen er dekkari á Jupiter og ein ímynd av pelagiska ævin­ týrinum. Í fjør tjenti hann 1,1 millión. Hann hevur keypt hús, sum hann nú fer at seta í stand og leygardagin 27. juli skal hann giftast og hava stórt brúdleyp. – Pengar. Tað er einki pro­blem. Hetta var reint held. Eg fekk kjansin og leyp avstað. Tað var sum at vinna í lotto, smílist tann fryntligi tvørámaðurin, sum hevur búð í Gøtu tey seinastu árini, og sum eigur tvey børn. – Øll her á Tvøroyri vita, at eg sigli við Jupiter. Áhugin er øgiliga stórur. Tú mást ikki gloyma at Tvøroyri var ein av kommununum, sum var ringast fyri í landinum. Men nú eru pengar komnir í kassan aftur. Optimisman er komin aftur til býin, og tann ungi dekkarin hevur als ongan skund við at klúgva upp eftir rangstiganum, hóast skip­arin eftir øllum brøgdum tjener dupult so nógv sum dekkarin. – Onkur skal vera dekkari, øll kunnu ikki vera yvirmenn. Pápi mín er skipari. Vit fáa at síggja, smílist hann. Tá ein løta er gingin, trýst­ ir Jørmund aftur á knøttin á fjarstýraranum, sum setur pumpurnar í gongd aftur. Vilja hava makrel Á brúnni er skiparin Finn­ bjørn Mikkelsen á fótum aftur. Tað slepst ikki undan at hann fær nøkur skot fyri heilsustøðuna. – Eg havi nokk siti ov nógv í stólinum, og tá er vandi fyri at fáa hald í ryggin sigur Finnbjørn og peikar á skiparastólin. Nú komið er úti í juli ger skiparin status. – Eg havi tosað við kon­ tórið, og tey søgdu at vit eru væl frammanfyri somu tíð í fjør, sigur hann við 2. stýrimannin. Men skundar sær straks at taka orðini aftur: – Eitt lítið sindur framm­ an­fyri. Á brúnni liggur ein stór sleingitráða, sum hevur eina týðandi funktión á feltinum. Tá ið teir síggja fisk á ekko­loddinum, ber ikki al­ tíð til at siga um tað er sild ella makrelur. Tá koyra teir dorgina út, og bítur tað ikki á, er tað sild. Og so verður trolið ikki skotið. Tað er makrelin teir vilja hava, tí hann gevur betri prís. Men tað vísir seg sum at tað slepst ikki undan bland­ aðum fiskiskapi, og hendan túrin er næstan líka nógv sild í tangunum sum makrelur. Skiparin staðfestir, at tað er ein strika í rokningini. Hetjur og sjórænarar Í kaffistovuni á virkinum situr ein ungur maður og lurtar eftir útvarpinum, sum sigur frá seinastu dramatisku hendingunum í silda- og makrelmálinum. Hann hevur fingið ein stuttan steðg. Tey arbeiða saman í bólkum og avgerða steðg­irnar sínámillum. Uttan fyri vindeygað liggur Jupiter og pumpar sild og makrel til virkið. Pumpar lív í tann gamla býin og Suðuroynna. Útvarpið sigur, at føroyska samráðingarnevndin, sum er farin farin til Danmark á kreppufund, hevur biðið ES um nýggjar samráðingar. Tað ljóðar, at danskar havnir kunnu verða stongdar, og løg­maður verður spurdur um hetta fer at vekja loys­ ingar­rørsluna. – Tað er ikki so gott, um tað verður stongt. Málið ert blivið í so stórt, og tað gongur út yvir aðar bólkar eisini, sig­ ur tann ungi maðurin sátt­ liga. Hann heldur, at tað verð­u­r ringt at seta seg upp móti Bruxelles. Men sum fólk flest á Varðanum Pelagið á Tvøroyri hevur hann trupult við at síggja pelagiska ævintýrið sum sjórænaravirksemi. Soleiðis sum ES og Norra halda. – Bygdin lá deyð áðrenn virkið kom. Býurin var svart­ ur. Mann sá nóg illa fólk úti. Tað er komið betri lív í aftur, sigur hann. Hann var sjálvur við til at byggja virkið við sínum egnu hondum í fjør. Í hansara eygum eru teir á Jupiter og hinum nóta­ bátunum ikki sjórænarar. Heldur hetjur. uppsjóvarvinna Føroyar ganga egnar leiðir Føroyar liggja í stríði við hini strandalondini, bæði um makrelin og norð­havs­sild­ ina. Í ár hava Før­oy­ar ásett sær 15 pro­sent av heild­ar­ kvot­uni eftir makrel­i og 17 pro­sent av heild­ar­kvot­uni eftir norð­havs­sild. Í gomlu avtalunum var før­oyski part­urin um fimm pro­sent. Heildarkvotan er í hes­um føri tað, ið hav­gransk­ing­ar­ stovnurin ICES metir vera ráðiligt at fiska burt­ur av stovnun­um. Tað byrjaði við eini trætu um makrelin. Eftir eina røð av úrslitaleysum sam­ ráð­ingar­umførum mill­um stranda­londini Føroyar, ES, Ísland og Norra um býtið av makrel­fiski­skapinum, ásettu Før­oyar sær sína egnu makrel­kvotu, fyrstu ferð í 2010. Ein avleiðing av hesi avgerð er, at før­oysk skip sleppa ikki at fiska makrel aðrastaðni enn í føroysk­um sjógvi. Í fjør slitnaði í sam­ráð­ing­ unum um norðhavs­sild­ina, og Føroyar hava tí eis­ini ásett sær sína egnu silda­ kvotu. Serliga ES hevur í longri tíð roynt at revsa Før­oy­ar, men løg­frøði­liga revsi­heim­ ildin hevur higar­til verið ein forðing. Nú Føroyar í ár eisini hava ásett sær egna silda­kvotu, er øðrvísi. Í brævi til landsstýrið 17. mai í ár hóttir ES við um­ fat­andi revsitiltøkum móti Før­oyum. Í hóttan­ini liggur boy­kott fyri inn­flutning av sild og makreli úr Føroyum, um­framt boykott av vørum, fram­leiddar úr hesum fiska­ sløgum. Hartil hóttir ES við at stongja havnir fyri før­ oyskum skipum. Sum limur í ES hevur Dan­ mark bundið seg til at fylgja teimum tiltøkum, ið ES møgu­liga setir í verk móti Føroyum. Hóttanin úr Brússel hev­ur flutt málið upp á hægsta, polit­iska stig. Danski utt­an­ ríkis­ráðharrin hevur átik­ið sær leiklutin at mýkja støð­ una mill­um partarnar, og hev­ur í tí sam­bandi verið á fundi, bæði við fiski­vinnu­ kom­mis­serin í ES, Mariu Dama­naki, og lands­stýrið. Í felags brævi til Mariu Damanaki í síðstu viku boð­ aði landsstýrið og stjórn­in frá, at Føroyar eru til reiðar at sessast aftur við sam­ ráðingarborðið. Nú verð­ur bíðað eftir svari úr Brússel. DREYMAKJANSUR Dekkarin av Tvøroyri Jóhannes Johannesen (h.m) í messuni á Jupiter. Í fjør tjenti hann 1,1 millión EFTIRLIT Laboranturin Lilian Kjærbo úr Sumba tekur ein prøva av fiski STRÆVIÐ Tað er strævið at arbeiða í 12-tíma vakt, og tí brúkar virkið mest yngri fólk Veiðan higar­til í ár Loyvini at fiska makrel og norð­havs­sild vórðu útskrivað 22. mai. Frá 22. mai til 6. juli hava føroysk skip fiskað 20331 tons av makreli. Tað er væl meira enn sama tíðarskeið í fjør, tá føroysk skip fiskaðu 11063 tons av makreli. Sama tíðarskeið hava føroysk skip fisk­að 6649 tons av norð­ havs­sild. Tað er á leið tað sama sum í fjør, tá nøgdi­n var 6327 tons. Kelda: Fiskiveiðieftirlitið Hesum kjansinum má mann doyggja frá. Eingin fer sjálvboðin at siga ein so góðan kjans frá sær Jóhannes Johannesen, dekkari á Jupiter