mánadagur 8. juli 2013síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. juli 2013 · Nr. 77
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kvaliteturin er
avgerandi
Í pumpuhúsinum miðskips
umborð á Jupiter stynja
motorarnir. Tangi nr. 3 í bak
borði er í ferð við at verða
tømdur. Tað fjarar í tang
anum, har sild og makrelur
flóta í køldum sjógvi.
Úr skipinum og niðaneftir
keiini gongur ein stór svørt
slanga, og gjøgnum slanguna
verður fiskurin pumpaður
inn á virkið.
– Hetta er annar tangin,
sum verður tømdur, sigur
gøtumaðurin Jørgin Nielsen,
sum er 2. stýrimaður, meðan
hestakreftirnar pumpa førn
ingin í land.
Jupiter hevur 12 tangar
og kann taka 2500 tons, men
í dag hava teir bert umleið
400 tons inni, og tí verða allir
tangarnir ikki brúktir.
– Tað er simpulthen fyri
kvalitetin, sigur Jørgen, og
leggur ein makrel á vektina,
uttanfyri pumpuhúsið.
Á feltinum, sum í løtuni
er 10 siglingartímar úr landi
vestur ímóti íslendska sjó
markinum, merkir tíð tað
sama sum pengar.
Fiskurin tolir ikki at liggja
í tangunum leingi, og tí eru
túrarnir
stuttir.
Vanliga
tríggjar ella fýra dagar. Í
mesta lagi eina viku.
Takið er at gera so fá og so
stór tóv, sum tilber.
Fyri kvalitetin.
Eydnast tað ikki hevur
skiparin tvey í at velja. Hann
kann taka kjansin og vóna
at fáa meira uppí, og so fer
tað eldsta til bíligt fóður. Ella
hann kann velja at sigla inn
við hálvtómari last. Og selja
fiskin til matna, sum gevur
betri prís.
Hesaferð valdi hann at
sigla inn við umleið 400 tons
um.
Skiparin er forrestin ikki
at hitta í løtuni. Hann hevur
fingið hald í ryggin og er
farin á kamarið at strekkja
seg eina løtu.
– Góður makrelur, nikkar
Jørgen móti vektini, sum
vísir 450 gramm. Hesin vig
ar so meira enn tey 300
grammini, sum eru markið
millum smáan og stóran
makrel inni á virkinum. Og
sum ávirkar úrtøkuna.
Tað er ber ein mánaði
síðani at hesin fiskiskapurin
byrjaði. Vertíðin er ikki í
hæddini fyrr enn í september,
so enn er fiskurin heldur rak
og bleytur. Og tað ávikar
prísin, sum enn er niðanfyri
5 krónur kilo fyri makrelin
og hálva triðju krónu fyri
sildina.
Tað er bert helvtina av
prísinum í háárstíðini í fjør.
Men tað ber ikki til at bíða,
tí skipini klára ikki at fiska
alla kvotuna, um tey bíða til
seinni, greiðir stýrimaðurin
frá.
Tískil mugu nøgdirnar
viga upp móti prísinum.
Hóttandi boykottið frá
ES,
sum
kann
bannlýsa
makrelin og sildina á evrope
iska marknaðinum, fær ikki
stýrimannin at missa fóta
festið.
– Tað er ikki so nógv vit
fáa gjørt við tað. Vit arbeiða
út frá givnum fortreytum og
tað eru eisini aðrir marknaðir
til enn tann evropeiski, sigur
gøtumaðurin og festir sær í
eina prince.
Skuldsetingarnar
um
føroyskt sjórænaravirsemi
skjýtur hann avgjørdur frá
sær.
– Vit eru allir samdir
um, at fiskiskapurin skal
vera burðardyggur. Men vit
ovurfiska
ongar
stovnar
einsamallir. Eg veit heldur
ikki um vit ovurfiska nakað
yvirhøvur, tí tað er so nógv til
av fiski, sigur Jørgen, meðan
sild og makrelur í tonsatali
streyma gjøgnum slanguna
niðaneftir keiini.
Strævnar vaktir
Á virkinum standa kørini
rað á rað, og kvinnur og
menn í bláum oljuklæðum
við oyravernd á høvdinum
standa fram við kørunum.
Við kvikum hondum taka
tey fiskin frá, sum er komin á
skeiva hill. Sum er brotnaður
ella hol er komið á.
Við tað stóra móttøkukarið
stendur eiðismaðurin Símun
E. Poulsen, sum er giftur til
Hvalbiar, á varðhaldi.
Hann ansar eftir at fisk
urin verður førdur í hóskandi
nøgdum inn á ein skiljara,
sum sáldar sildina fyri seg
og makrelin fyri seg. Sildin í
eina stødd. Makrelurin í eina
stóra stødd og eina smáa.
– Hetta kann vera strævið.
Men eg havi verið nógv við
skipi, so eg eri vanur við
langar vaktir, sigur Símun og
ansar eftir, at tað er nóg mik
ið av sjógvi í kørunum.
Tey ganga 12 tíma-vaktir
í tveimum skiftum. Frá 8 til
20 og 20 til 8. Arbeiða í seks
dagar og hava so frí tríggjar
dagar.
Tað kann vera stríggið,
men afturfyri liggur mánað
arlønin ofta millum 30.000
og 40.000 krónur, greiðir Súni
brosandi frá.
– Virkið hevur stóran
týdning. Tað lyftir alla oynna
upp. Tað er heilt vist.
Eitt klondyke
– Hvat fanin sker her?
Í salongini umborð á
Jupiter staðfestir dekkarin
Jørmund Lambá, at okkurt
er galið.
Á borðinum hevur hann
ein ipad, har hann umvegis
eitt videotól kann fylgja við,
hvussu tað gongur at fáa
tey umleið 400 tonsini inn á
virkið.
uppsjóvarvinna
LANDING
2. stýrimaðurin Jørgin
Nielsen fylgir við meðan
makrelur og sild verða
pumpað úr tangunum
á Jupiter inn á virkið
Virkið hevur stóran
týdning. Tað lyftir alla
oynna upp
Símun E. Poulsen, arbeiðsmaður á Varðanum Pelagic
AMBOÐ
Finnbjørn Mikkelsen, skipari á Jupiter, við tráðuni, sum verður nýtt at
kanna um torvurnar á ekkoloddinum eru sild ella makrelur