týsdagur 9. juli 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. juli 2013 · Nr. 78
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
Rannvá G. Fossaberg
Í einum kjallarakontóri í
Hvannasundi sita teir báðir
menninir, sum júst hava
keypt tíðindaportalin, portal.
fo. Talan eru um 32 ára gamla
Nikláa Nysted og 34 ára
gamla Jón Nysted, ið eru
beiggjar og starvsfelagar.
– Vit sóu, at hann var til
sølu, og prátaðu nógv um,
hvussu spennandi tað var,
hvør nú mundi fara at keypa
hann, sigur Jón, og Niklái
heldur fram:
– So fóru vit at hugsa, at
um vit nú keyptu portalin, so
var tað ein smart íløga. Við
portalinum fáa vit eina størri
slagkraft við teimum skip
aninum, vit longu hava ment.
Eitt nú okkara lýsingaskipan,
greiðir Niklái frá.
Seinastu ellivu árini hava
teir rikið fyritøkuna Knassar
og hava ment telduskipanir
og gjørt heimasíður fyri
fyritøkur. Men sum lítil fyri
tøka á einum stórum mark
naði hevur tað ikki verið
heilt lætt.
– Trupulleikin hevur ofta
verið, at vit hava gjørt tæn
astur, og so eru tær blivnar
kopieraðar av øðrum, ið eru
størri enn vit. Tá vit nú fara
at gera tænastur, fara onnur
ikki avstað við tí, sigur Jón.
Høvuðsorsøkin til keypið
av tíðindaportalinum, sum er
ein av Føroya mest vitjaðu
síðum, er, at hann skapar
góða inntøku. Og hetta kann
verða við til at hjálpa knass
unum báðum út í heim.
– Við portalinum kunnu
vit fáa eitt so mikið stórt
inntøkugrundarlag, at vit
kunnu fara út í heim at
menna útlendskar tíðinda
portalar og lýsingaskipanir.
Tað hevur altíð verið okkara
ultimativa mál, sigur Niklái.
Forritaðu á pappír
Áhugan fyri teldum, heima
síðum og menning av teldu
forritum hava beiggjarnir úr
Hvannasundi havt frá heilt
ungum árum.
– Eg haldi, at áhugin stav
ar frá, tá vit fyrstu ferð sóu
eina teldu. Vit fóru á bóka
savnið og læntu haðani bøk
ur um teldur og internetið,
fortelur Jón.
– Eg minnist eisini væl, at
vit keyptu okkum skrivihefti,
sum mann plagdi at brúka í
skúlanum, og so forritaðu vit
í tey pappírini. Tá vit so vóru
eini 10-12 ár, fingu vit teldu
heima, og tá fóru vit alt fyri
eitt í gongd við at forrita,
sigur Niklái.
Í 2000 stovnaðu teir sína
fyrstu fyritøku, Nyzac, har
teir
gjørdu
lýsingar
og
onkrar heimasíður. Eisini
fingust teir eitt skifti við sølu
av teldum umvegis netið.
- Tað riggaði ikki so væl,
men í 2003 skiftu vit navn til
Knassar,
og
eftirhondini
hava vit gjørt fleiri enn 600
heimasíður við okkara heima
síðuskipan, og harafturat er
lýsingaskipanin, vit hava
ment, blivin ein stórur lýs
ingamiðil, sigur Jón.
og eftirhondini hava vit
gjørt fleiri enn 600 heima
síður við okkara heimasíðu
skipan, og harafturat er
lýsingaskipanin, vit hava
ment, blivin ein stórur lýs
ingamiðil, sigur Jón.
Starvsfelagar
og beiggjar
Báðir halda teir, at tað riggar
væl at arbeiða saman og
eisini vera beiggjar.
– Eg haldi, at vit brenna
líka nógv fyri hesum arb
eiðinum. Nú hava vit eftir
hondini eisini arbeitt saman
í nógv ár og hava fleiri ferðir
samstarvað um ymsar stórar
verkætlanir, so vit kenna
hvønn annan ógvuliga væl,
greiðir Niklái frá, og Jón
leggur afturat:
– Hóast vit eru ólíkir, so
nýtast vit sjáldan at kjakast
Knassar
vilja
út í heim
- Portalurin skal verða okkara lopfjøl út í heim, og tað er tí, vit
hava keypt hann. Tað siga teir báðir brøðurnir úr Hvannasundi,
Niklái og Jón Nysted, sum eiga og reka fyritøkuna Knassar.
Í farnu viku keyptu teir Føroya størsta tíðindaportal
Fólk skulu ikki
vænta at fáa ein
hypermodernaðan portal
við eini rúgvu av
animasjónum og slíkum