týsdagur 9. juli 2013síða 9
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 10. juli 2013 · Nr. 78
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
um tingini, tá onkur avger
skal takast í arbeiðinum. Tí
har hugsa vit rættiliga eins,
sigur Jón og vísir samstundis
á, at ofta hoyrir mann at fólk,
sum er í familju og arbeiða
saman,
blíva
ósamd,
og
hvussu keðiligt tað er fyri
alla
familjuna,
men
tað
hevur ongantíð verið ein
trupulleiki hjá teimum.
– Mamma hevur onkuntíð
sagt, at hon vónar, at vit ein
dag kunnu eta døgurða
saman uttan at tosa um
teldur, heimasíður og fyri
tøkuna, men eg veit ikki, fyri
okkum er tað bara natúrligt
at tosa um hasi tingini, tá vit
møtast, siga teir báðir við ein
munn og flenna.
Vilja samstarva
við fleiri
Um mánaðarskiftið yvirtaka
Knassar portalin, men í
fyrstu atløgu fer hetta ikki
at merkjast stórvegis fyri tey
fólkini, sum dagliga klikkja
seg á portal.fo.
– Fyrst og fremst skulu vit
tryggja, at brúkarin fær tað
sama burturúr síðuni. Eg
vænti ikki, at brúkarin ta
fyrstu
tíðina
kemur
at
merkja, at vit nú eiga port
alin, greiðir Jón frá.
Enn er ikki heilt greitt,
hvussu portalurin fer at
verða, tá ein tíð er fráliðin, og
hóast teir báðir beiggjarnir
ikki vilja siga so nógv um
ætlanirnar, vísa teir tó á, at
tíðindi skulu hava hægstu
raðfesting á portalinum.
– Størri fokus skal á
tíðindi, og tíðindi skulu koma
út so títt sum gjørligt.
Harafturat er ætlanin, at vit
eisini kunnu hava longri
greinar, har farið verður í
djúpdina við onkrum ávísum
evni, sigur Niklái.
Spurdir, hvør skal fram
leiða tilfarið til portalin, vilja
teir ikki avdúka serliga nógv.
– Í løtuni eru vit í sam
ráðingum við fleiri partar
um
møguligt
samstarv.
Kanska fleiri miðlar koma at
selja okkurt tilfar til portalin,
og fólk, sum arbeiða free
lance, kunnu skriva greinar
og so framvegis. Vit hava
nógvar ymiskar loysnir, so
nú skulu vit bara velja rætt
asta mátan at reka portalin,
sigur Jón.
Hóast teir eru tveir ungir
teldusnillingar, fer portalur
in ikki at blíva ein hypermod
ernað heimasíða, sum teir
sjálvir taka til.
– Fólk skulu ikki vænta at
fáa ein hypermodernaðan
portal við eini rúgvu av
animasjónum og slíkum. Øll
skulu kenna seg trygg á
síðuni og skulu lættliga finna
runt á síðuni. Men portalurin
skal – sum tíðin gongur –
kunna meir og fevna um
meir, enn hann ger í dag.
Vilja víðka um
virksemið
Teir
báðir
Hvannasunds
menninir dylja á ongan hátt
fyri, at portalurin skal hjálpa
teimum at eisini fáa arbeiði
uttanlands.
– Tað er eingin loyna, at
vit vilja ógvuliga gjarna
víðka okkara virksemi, so
leiðis at vit eisini koma at
menna útlendskar tíðinda
portalar, lýsingaskipanir og
heimasíður, fortelur Jón.
– Tú kanst siga, at vit
brúka portalin sum eina
roynd, tí portalurin er ein
stórur flati at royna okkara
skipanir
og
síggja,
hvat
riggar, og hvat riggar minni
væl og skal tillagast, sigur
Niklái.
Teir ivast ikki í, at port
alurin er ein góð íløgu, sum
kann kasta fitt av peningi av
sær.
– Vit ætla at brúka peng
arnar, sum portalurin gevur,
til at menna okkara skipanir
og koma út í heim við
teimum. Tað er jú málið, siga
teir.
rannva@sosialurin.fo
Við portalinum kunnu
vit fáa eitt so mikið stórt
inntøkugrundarlag, at
vit kunnu fara út í heim
at menna útlendskar
tíðindaportalar og
lýsingaskipanir. Tað
hevur altíð verið okkara
ultimativa mál
Myndir: Eydbii Myndir