týsdagur 9. juli 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. juli 2013 · Nr. 78
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Vestergaard vs. Damanaki:
Hvør blunkar fyrst?
Norðhavssild Landsstýrið og ES standa andlits til andlits og bíða eftir, at hin parturin
fyrst blunkar. ES vil hava Føroyar at minka ásettu kvotuna á 17 prosent. Føroyar vilja hava
hóttanirnar um handilsátøk tiknar aftur. Spurningurin er, hvør torir at blunka fyrst
Rógvi Nybo
Jacob Vestergaard, lands
stýrismaður við fiskivinnu
málum, og Maria Damanaki,
ES Kommisserur í Fiski
vinnumálum, eru í hesum
døgum høvuðsleikararnir í
einum stríði á høgum pol
itiskum stigi. Stríðið stendur
um býtið av Norðhavssildini
millum strandalondini. At
síggja til kann hetta, annars
einfalda, stríð skjótt verða
gruggað av fínum orðum um
samráðingar og góðar in
tentiónir. Bæði Jacob Vest
ergaard og Maria Damanaki
siga seg verða sinnað at
finna eina skjóta og góða
loysn og vilja heldur enn
gjarna sessast við samráð
ingarborðið sum skjótast.
Jacob Vestergaard sigur at
einki krøv eru ófrávíkilig –
heldur ikki kravið frá Før
oyum um 17 prosent av
samlaðu sildakvotuni. Og
Maria
Damanaki
rættir
hondina út og bjóðar Før
oyum at koma við einum
konkretum uppskoti at sam
ráðast út frá.
Spurningurin er so, hví
partarnir ikki longu sita við
samráðingarborðið, tá teir
eru so sinnaðir at hittast,
boyggja seg og finna eina
skjóta loysn?
Stórpolitikkur
og skotgravir
Orsøkin finst helst í, at talan
– í øllum førum fyri Føroyar
– er um stórpolitikk, og at
hvørgin vil blunka fyrst. Fyri
viku síðani, tann 2. Juli,
sendu Kaj Leo Holm Johan
nesen, løgmaður, Jacob Vest
ergaard, fiskivinnuráðharri,
og Villy Søvndal, danskur
uttanríkisráðharri, ES kom
miserinum
í
fiskivinnu
málum, Mariu Damanaki,
bræv, har víst verður á, at
Føroya Landsstýri er sinnað
at halda áfram við sam
ráðingunum um Norðhavs
sildina, og bóðu ES koma
aftur til samráðingarborðið,
heldur enn at halda fast við
hóttanirnar um handilsátøk
móti Føroyum.
Sosialurin hevur fingið
innlit í svarskrivið frá Mariu
Damanaki, ES kommiseri,
sum kom tann 3. Juli, og tað
svar, landsstýrið hevur sent
kommiserinum aftur so seint
sum í gjár, mánadagin.
Við at lesa brævaskiftið
millum Fiskimálaráðið og ES
kommiserin sæst skjótt, at
báðir partar nýta føgur orð
og besta vilja. Men sam
stundis er tað greitt, at
hvørgin partur er serliga
fúsur at førka seg ella taka
fyrsta stigið.
Í brævinum til Fiski
málaráðið tann 3. juli svarar
Maria Damanaki, at neyðugt
er at gera framstig sum
skjótast, og at hon er fús at
spæla ein konstruktivan leik
lut í møguligum samráð
ingum millum strandalond
ini – og leggur afturat, at til
tess at finna eina sam
ráðingarloysn, heitir hon á
Føroyar um at koma við
einum konkretum, grund
aðum uppskoti til endur
skoðan av býtislyklinum og
at fyribils seta úr gildi
sjálvsásettu kvotuna, fyri at
koma á mál við slíkum
samráðingum. Hon leggur
dent á, at hetta vil vísa at
Føroyar eru fúsar og klárar
at samráðast, og at sam
ráðingarnar tískil eru nógv
meira sannlíkar at eydnast.
Kommiserurin er altso klár
at loypa úr sínari skotgrøv og
samráðast – treytað av, at
Vestergaard loypur fyrst og
blottar
seg
við
at
seta
kvotuna á 17 prosent úr gildi
aftur.
Hóttur og dregur í land
Í svarinum frá Fiskimála
ráðnum tann 8. Juli endur
tekur Jacob Vestergaard, at
Føroyar eru fúsar at setast
aftur við samráðingarborðið
sum skjótast og at finna eina
skjóta
loysn.
Samstundis
leggur Jacob Vestergaard
dent á, at afturtøkan av
hóttanunum um handilsátøk
mótvegis Føroyum er ein
treyt fyri at Føroyar skulu
ganga samráðingarvegin. Í
sama viðfangi dregur fiski
málaráðharrin í land aftur,
og sigur seg verða fúsan –
heilt ekseptionelt í hesum
eina førinum – at samráðast
við ES, sjálvt um hóttanirnar
ikki verða tiknar aftur.
Hinvegin leggur Jacob
Vestergaard í sínum svar
skrivi stóran dent á, at
sjálvsásetta
kvotan
á
17
prosent av samlaða býtinum
er sjálva grundarlagið fyri at
at samráðingar skulu kunna
bera á mál. Tó leggur Vest
ergaard afturat, at eingi tøl
eru so føst, at tey ikki kunnu
broytast. Hann hóttir, og
dregur eitt sindur í land
aftur.
At enda leggur Jacob
Vestergaard dent á, at sam
ráðingar skulu byggja á allar
tøkar vísindaligar kanningar,
og uttan at hóttanir um
fíggjarlig átøk skulu verða
við til at kroysta eitt ávist og
órættvíst býti ígjøgnum.
At enda er brævið hjá
Jacob Vestergaard til Mariu
Damanaki ein áheitan á for
mansskapin í samráðingun
um millum strandalondini
um Norðhavssildina um at
kalla til fundar sum skjótast
og uttan drál.
Spurningurin er so, hvør
torir at blunka fyrst. Tekur
ES hóttanirnar aftur? Seta
Føroyar ásettu kvotuna úr
gildi?
Svarið upp á tað seinna
fingu vit í dag, tá lands
stýrismaðurin gjørdi greitt,
at býtið fyri í ár verður ikki
broytt og loyvini ikki tikin
inn
aftur.
Hinvegin
er
møguligt, at býtið komandi
ár verður broytt.
Samráðið í
uttanlandsnevndini
Í gjár vóru bæði Kaj Leo
Holm Johannesen, løgmaður,
og Jacob Vestergaard, lands
stýrismaður
í
fiskivinnu
málum, í samráð í Uttan
landsnevndini hjá Løgtingi
num. Samráð í Løgtinginum
eru í trúnaði, men Jákup
Mikkelsen úr Fólkaflokki
num, sum er formaður í
Uttanlandsnevndini játtar, at
uttanlandsnevndin
hevur
viðgjørt
støðuna
millum
Føroyar og ES viðvíkjandi
býtinum av norðhavssildini.
– Samráðið er í trúnaði. Eg
kann bert siga, at tað er ein
samlað Uttanlandsnevnd, ið
stendur aftanfyri landsstýrið
í hesum málinum, sigur
Jákup Mikkelsen, formaður í
nevndini.
Jacob Vestergaard, lands
stýrismaður, váttar at sam
ráðið eitt nú snúði seg um at
tryggja tilgongdina í stríð
num við ES, um svarið frá
landsstýrismanninum til ES
og at gjøgnumganga teir
møguleikar, ið nú eru og
hvussu farast skal fram í
hvørjum føri, alt eftir hvør
næsti leikur verður frá ES og
hinum strandalondunum.
Vøllurin er kritaður upp. Hvørki Jacob Vestergaard ella Maria Damanaki vilja blunka fyrst. Bæði siga
seg vilja koma úr skotgrøvunum – treytað av, at hin parturin tekur fyrsta stigið
Tilgjørd mynd