Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juli 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 12. juli 2013 · Nr. 79 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hví tendra summi uppá børn? Tað er ilt at siga hvørjar tankar ein pedofilur ger sær, áðrenn hann legg­ur hendurnar á eitt smá­ barn. Fyri tey flestu er tað púra óskiljandi, men fyri summi er tað ikki so fjart frá veruleikanum. Sosial­ urin hevur hitt ein mann, sum skammast um sína seksuellu orientering. Bjørt Lind er útbúgvin sálarfrøðingur, og hevur kannað, um pedofili er ein sálarsjúka, ella um talan heldur er um ein sam­ felags­ligan og moralskan trupul­leika. Í februar greiddi Bjørt Lind frá sín­ ari ritgerð í Sosialinum, og millum annað vísti hon á, at hennara uppfatan er, at eingin velur at vera pedofil, tí tað er so mikið stigmatiserandi og kriminali­serandi. – Tað er ymiskt, hvat fólkum dámar seksuelt. Onkur er til S/M, ein annar til djórasex og ein triði hevur eina fetish av ávísum slag. Tað vil siga, at tá tosað verð­ur um pedofili, tosa vit um seksualitet. Spurning­urin er so, um vit sum sam­felag kunnu áseta ein seksuali­ tet til at vera eina sálar­ sjúku, segði Bjørt Lind við Sosialin 8. februar í ár. Hóast hennara upp­ fat­an er, at eingin velur at vera pedofil, so vísir hon kortini á, at tað er mun­ur ímillum at vera pedo­fil, og so at útliva seksuellu tankarnir. Eftir henn­ara fatan liggur tað sjúka í hes­um ikki í at tendra uppá børn, men í sjálvari gerð­ini mótvegis børn­ um. barbara@sosialurin.fo Bjørt Lind, sálarfrøðingur Barbara Holm Fyri áleið 15 árum síðani mátti 60 ára gamli Kaj viðurkenna, at hann er pedofil. Sjey ára gamla gentan segði tað við mammu sína, og loyndar­ málið bleiv alment. Í nógv ár hevði Kaj spælt við børn. Hon­um dámdi væl at kitla tey í spølni, og samstundis vildi hann altíð kitla tey mill­ um beinini, tí tað tendraði hann. Dómur fall ongantíð í mál­inum, men Kaj viðgongur, at hann hevur gjørt seg inn á børn. Altíð tendrað uppá børn Tá ið Kaj gjørdist tannáringur og fór at hyggja eftir hinum kyninum, vóru tað altíð lítlar gentur, sum fangaðu áhuga hansara. – Eg havi altíð tendrað uppá børn. Uppá at føla teirra kynslutir og kitla tey har, greiður Kaj frá. Fyri Kaj var tað eitt spæl. Hann dámdi sum vaksin eisini væl at spæla við børn. – Eg visti ikki av, at tað var nakað galið við tí. Eg visti bara, at eg altíð hevði hugsað soleiðis, og tí helt eg tað var eitt natúrligt spæl, greiður hann frá. Hann sigur samstundis, at børnini tóktust ikki at halda tað vera keðiligt. – Tær dámdu væl, at eg kitlaði tær millum beinini. Um tær søgdu nei ella gjørdu nakra mótstøðu, so steðgaði eg. Men tær dámdu tað væl, greiður Kaj frá. Hann dugir ikki at siga nær tað byrjaði. Nær hann fyrstu ferð koyrdi hondina hjá sær millum beinini á ein­ ari smágentu. – Eg veit ikki. Eg havi altíð spælt við tær, og havi altíð roynt at spæla við kyns­lutirnar eisini. Tað er ómøguligt at siga, nær eg gjørdi tað fyrstu ferð, greiðir Kaj frá. Hann gjørdist ógvuliga spentur, tá hansara hond nærkaðist kynslutunum, og hann gjørdist beinan vegin tendraður við tankan. Hann metir hansara reaktión við at nærkast børnum minnir um tað, sum heteroseksuellir menn føla , tá ið teir røra við eina kvinnu. Kaj fór ongantíð víðari við gentunum. Hann vildi ikki hava sex við teimum, ella fáa tær at nerta við seg. – Eg hugsaði ongantíð um sex. Tað var av onkrari orsøk ikki í mínum tonkum, sigur Kaj. Hon slatraði Ein sjey ára gomul genta í fam­iljuni hjá Kaj var tann, sum skuldi broyta lívið hjá honum. Eftir at Kaj hevði rørt við hana eitt kvøldið, hann skuldi ansa eftir henni, fór hon heim til mammu sína og greiddi frá hendingini. – Mamman hjá henni varð svøk. Hon konfronteraði meg við støðuna. Eg minnist enn, hvussu skelkaður eg bleiv, greiður Kaj frá. Tað var tá, at Kaj gjørdist fullgreiður yvir, at okkurt var galið við tí, sum hann hevði gjørt. – Eg visti nokk innast inni, at tað var skeivt at nerta tær soleiðis. Men eg helt tað var eitt spæl, eg helt tær vildu Pedofilur: barnavernd og pedofili Eg helt tað var eitt spæl – Eg havi altíð tendrað uppá børn. Og tí hugsaði eg ongantíð um, at tað var nakað galið. Eg helt tað var eitt spæl, sum tey eisini vildu spæla, sigur pedofilur maður Pedofil Eg visti nokk innast inni, at tað var skeivt at nerta tær soleiðis. Men eg helt tað var eitt spæl, eg helt tær vildu, at eg skuldi gera tað