hósdagur 11. juli 2013síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 12. juli 2013 · Nr. 79
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
at eg skuldi gera tað, greiðir
Kaj frá.
Eftir hesa hending broytt
ist lívið hjá Kaj. Hann misti
sambandið við partar av
sínari familju, og fólk í nær
umhvørvinum
vildu
ikki
longur tosa við hann.
Mamman hótti við at
melda til løgregluna, men
gjørdi tað kortini ikki. Sjey
ára gamla gentan og Kaj eru
í familju, og tí valdi mamm
an ikki at fara víðari við mál
inum.
Sum at vera
alkoholikari
Tá ið Kaj verður biðin um
at seta orð á sínar seksuellu
kenslur mótvegis børnum
steðgar hann á eina løtu og
hugsar. Hann veit ikki rættu
liga, hvussu hann skal greiða
frá tí, tí hann hevur altíð havt
tankarnar. Hansara seksu
ella orientering er, at hann
tendrar uppá børn, og soleið
is hevur tað altíð verið.
– Tað minnir sikkurt mest
um at vera alkoholikari. Tú
hugsar alla tíðina um tað,
men tú veit, at tú kanst ikki
gera nakað. Tað er ringt,
sigur Kaj.
Hann er týðiliga strongdur
av, at hann hevur eina seksu
ella orientering, sum hann
ikki kann útliva.
– Eg brúkti nógv ár uppá,
at fáa stýr uppá mína tanka
gongd, og í dag hugsi eg ikki
nógv um tað. Men tað gekk
leingið eftir at eg bleiv upp
dagaður, at eg eygleiddi børn,
og hugsaði um tey, greiður
Kaj frá.
Hóast Kaj altíð hevur ver
ið áhugaður í børnum, so er
tað ikki ein trupulleiki fyri
hansara sexlív við konuni.
– Vit hava púra vanligt
sex, og tá hugsi eg ikki um
nakað annað enn konuna.
Eg tendri eisini uppá hana,
greiðir Kaj varisliga frá.
Á internetinum ber til at
finna alt, sum ein kann hugsa
sær – eisini barnaporno. Og
hetta hevur Kaj eisini leitað
eftir.
– Eg havi hugt eftir barna
porno, men tað er ikki líka
tendrandi, greiðir Kaj frá.
Hann sigur, at hann hevur
ikki stórvegis áhuga fyri tí,
og tí er tað sjáldan, at hann
hyggur eftir slíkum.
Hvør dagur er
ein bardagi
Sosialurin hevur tosað við
nógvar dømdar pedofilar
seinastu dagarnar, og teir
eru allir á einum máli um,
at hvør dagur er ein bardagi.
Eisini Kaj sigur, at tað snýr
seg mest um at yvirliva.
Hann fekk ongantíð nakra
hjálp fyri sínar lastir, men
tað angrar hann í dag.
– Eg átti kanska at hava
fingið hjálp frá onkrum ser
kønum, tí so hevði tað kanska
gingið skjótari hjá mær at
sleppa av við tankarnar um
børnini, sigur Kaj.
Kaj vísir á, at hann ongan
tíð hevur tosað við sálar
frøðingar, men hann metir í
dag, at onnur í hansara støðu
eiga at leita sær hjálp fyri at
gerast betri til at halda sær
frá børnum.
Sosiali dómurin
Eftir at sjey ára gamla gentan
greiddi mammu síni frá
hendingini, gekk ikki long
tíð, áðrenn øll í bygdini kendi
til loyndarmálið hjá Kaj.
– Øll her vita alt, og langa
tíð aftaná vildi eingin tosa
við meg. Tað var tungt, og
eg brúkti nógva tíð uppá at
hugsa um mínar gerðir, sigur
Kaj.
Men síðani fekk hann ar
beiði, og í dag eru tey nøk
ur, sum framvegis halda
sambandið við Kaj. Hansara
einastu sosialu upplivingar í
dag fær hann á arbeiðspláss
inum. Her sleppa fólk ikki
undan at tosa við hann. Men
sosiala lívið í bygdini fekk
ein bráðan enda, tá ið sjey ára
gamla gentan traðkaði fram.
– Eg eri ongantíð boðin við
til føðingardagar, konfirma
tiónir ella nakað annað. Tey
vilja ikki hava meg við, sigur
hann.
Í byrjanini var tað trupult
fyri Kaj, ikki at sleppa við til
sosialu tiltøkini í bygdini.
Men í dag hevur hann vant
seg við støðuna.
– Eg hugsi um tað, men
tað nyttar ikki at blíva við at
taka tað til sín. Soleiðis er tað
bara, og tað havi eg góðtikið,
sigur hann.
Gott, at konan ikki
kann fáa børn
Kona Kaj hevur fyrigivið
honum, men tað gingu nógv
ár, áðrenn hon var til reiðar
at halda fram við lívi sínum
saman við honum.
– Vit prátaðu sera nógv
um alt. Um hví mær dámdi
børn, hví eg hevði gjørt tað
sum eg gjørdi, og hvussu
eg skuldi koma víðari frá tí.
Hon var svøk og kedd. Og tað
gingu nógv ár, har vit ikki
høvdu eitt gott parlag. Men í
dag er støðan so at siga van
lig, greiðir Kaj frá.
Kaj og konan eru einsa
møll í húsi, tí konan kann
ikki fáa børn.
– Onkursvegna er tað
gott, at eg ikki havi børn, tí
tað hevði verið hart fyri tey
at havt meg sum pápa, sigur
Kaj, sum týðiliga er rørdur av
at seta orð á hesi viðurskifti.
Hann skammast av, at hann
hevur gjørt seg inn á børn.
Í dag roynir Kaj at liva víð
ari og leggja sín áhuga fyri
børnum afturum seg.
– Eg haldi meg enn burtur
frá børnum. Ikki tí eg vænti,
at eg fari at gera nakað. Mest
tí, at eg ikki vil at foreldrini
skulu ivast í nøkrum, sigur
Kaj og staðfestir, at hansara
veikleiki fyri børnum fer at
fylgja honum alt lívið.
Kaj hevur valt at vera dul
nevndur í hesi grein, men
Sosialurin kennir hansara
samleika.
barbara@sosialurin.fo
barnavernd og pedofili
Onkursvegna er
tað gott, at eg ikki havi
børn, tí tað hevði verið
hart fyri tey at havt
meg sum pápa
Tilvildarlig mynd