Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juli 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 12. juli 2013 · Nr. 79 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 barnavernd og pedofili Enn størri barnaverndarøki Barnaverndarstovan Í vikuni vóru hagtølini frá Barnaverndarstovuni almannakunngjørd, og hesi vísa, at 819 barnaverndarmál vóru skrásett í 2012, í mun til 725 mál í 2011 og 700 mál í 2010. - Ein hugburðsbroyting er farin fram í Føroyum, og nú hava fólk lættari við at boða okkum frá, sigur Oddbjørg Balle, leiðari í Barnaverndarstovu Føroya Barbara Holm 2012 varð lógin fyri Barna­ verndarøki endurskoðað, og eitt nú var fráboðanarskyldan herd soleiðis frá 1. juni 2012, at fakfólk ikki longur noyðast at hava prógv fyri, at okkurt er á vási. Nú er nóg mikið at hava ein illgruna um, at okk­ urt ikki ruggar rætt, so skulu tey boða barna­verndar­tæn­ ast­uni frá. Stórar broytingar innan barnaverndarøkið vóru framd­ar í 2006, og tá var ein nýggj barnaverndarlóg sett í gildi, sum ásetir, at landið skal skipa seg í barnaverndarøki ella barnaverndartænastur. Starvs­fólkini á barna­verndar­ tæn­astuunum skuldi í minsta lagi hava eina miðallanga við­kom­andi útbúgving. Ein hugburðsbroyting fór eisini fram um hetta mundi. Fakfólk, privat­per­sónar og foreldur fingu lættari við at ringja til barna­verndar­tæn­ astuna og boða frá ella biðja um hjálp. Áðrenn broytingarnar í 2006 vóru ongar barna­ verndar­tænastur við fak­ fólk­um, men politiskt valdar barna­verndar­nevndir í hvørjar komm­unu. Í nevnd­ unum sótu vanligir borgarar, sum høvdu ein áhuga fyri hes­um økinum. – Nógv broyttist í 2006, tí síðani tá hevur tað verið eitt krav, at arbeiðsfólk í barna­ verndartænastunum skulu hava eina miðallanga við­ kom­andi útbúgving. Hetta fyri at geva barna­verndar­ tæn­astunum møguleika fyri at geva børnum og familjum ta neyð­ugu hjálpina, greiður Oddbjørg Balle frá. Hon vísir á, at flestu av frá­boðanunum til barna­ verndartænasturnar í dag koma frá tí sum hevur for­ eldra­myndugleikanum av barninum. – Hetta velja vit at síggja sum eitt tekin um, at for­ eldur kenna seg trygg við at venda sær til barna­verndar­ tæn­astuna og hesi vita, at barna­verndin veitir hjálp og vegleiðing til at fáa lívið hjá familjuni betri, greiður Oddbjørg frá. Í 2006 var barnaverndarøki eisini umskipað soleiðis, at hvørt øki í minsta lagi skal hava 1500 íbúgvar. Orsøkin til, at barnaverndarlógin álegði smærri kommunum at sam­ starva í barna­verndar­málum er, at talan er um trupul og við­kvom mál. Áðrenn henda barna­verndarlógin kom í gildi, vóru trupulleikar við ógegni og rættartrygd, sum var umráðandi at fáa loyst, og mett var, at størri eindir við skikkaðum fólki í um­sit­ ingini var gongda leiðin. Føroyar eru í dag býttar upp í 10 barnaverndarøki ella barnverndartænastur, sum er felagsheiti fyri barna­ verndar­nevnd og barna­ verndar­umsiting. Men 1. januar 2014 verður hetta broytt soleiðis, at hvørt øki í minsta lagi skal hava 3000 íbúgvar. Oddbjørg Balle vísir á, at tey síðani 2006 miðvíst hava arbeitt við at kunna samstarvspartar, og børn og familjur um teirra ar­ beiði, og hetta er við tí fyri eyga, at økja um kunn­leik­an hjá føroyingum um barna­ verndar­tænastuna. Barnaverndarlógin fevnir sam­bært lógarviðmerking­ unum bert um børn, ið liva undir viðurskiftum, sum skaða teirra heilsu og menn­ ing. Við nýggju barnaverndar­ lógini ynskti lóggevarin, at barnaverndartænasturnar skuldu fáa møguleika at savna sína orku, um tey børn í samfelagnum, sum hava tørv á stuðli og hjálp. Tí fevn­ir barnaverndarlógin ikki um trivnaðin hjá børn­ um yvirhøvur, og fevnir heldur ikki um brekað børn uttan so, at tey liva undir umstøðum, sum skaða teirra heilsu og menning. Fyri at tryggja, at barna­ verndartænasturnar fáa kunn­leika um børn, sum liva undir viðurskiftum, ið ikki eru nøktandi, er frá­boð­ anar­skylda ásett í barna­ verndarlógini. Hetta skrivar Barna­ vernd­arstova Føroya í hag­ tals­frágreiðingini, sum varð almanna­kunngjørt í vik­ uni. Lógin um barnavernd er sera greið, tá talan er um frá­boðan. Øll hava skyldu at boða myndugleikunum frá, um tey hava kunnleika um børn, ið eru fyri misrøkt. Lógin sigur, at øll hava frá­ boðanarskyldu, men skilur tó ímillum vanliga borgaran, ið kann vera ónavngivin, og tann, sum í starvi sínum hev­ur við børn at gera. I seinna førinum er kravið, at frá­boðanin skal verða navn­ givin. Fráboðanarskyldan í Barnverndarlógini: § 14. Øll, sum í starvi sínum hava við børn at gera, og sum í hesum sambandi fáa kunnleika til viðurskifti, sum krevja, at komið verður uppí eftir hesi lóg, hava skyldu til navngivin at boða barnaverndartænastuni frá hesum. Fráboðanarskyldan sambært hesum stykki verður sett fram um áset­ ingar­nar í øðrum lógum um tagnar­skyldu í viðkomandi yrkjum. Stk. 2. Tann, ið fær kunn­ leika til, at foreldur ella ann­ar uppalari t.d. misrøkir, meinslar, misnýtir ella hand­fer barn soleiðis, at álvar­samur vandi er fyri tess sálarligu ella likamligu heilsu ella búning, hevur skyldu at boða avvarðandi barna­verndartænastu frá hesum. Fráboðarin kann vera ónavngivin. Stk. 3. Fráboðast skal eisini viðvíkjandi kvinnum, ið eru við barn, tá ið mett verður, at tørvur er á stuðli sambært hesi lóg, t.d. vegna álvarsama rús­evnis­ misnýtslu, sálarsjúku ella sálartrupulleikar. Stk. 4. Barnaverndar­tænast­ an skal sum skjótast, og sein­ast innan eina viku, ganga ígjøgnum innkomnar fráboðanir og meta um, hvørt kanningar skulu set­ ast í verk sambært hesi lóg, sí §§ 45 og 49. Ein fráboðan sambært hesi grein merkir ikki, at barna­ verndartænastan hev­ur skyldu at seta fyri­skip­anir í verk. Barna­vernd­artæn­ ast­an hevur bert skyldu at kanna og upp­lýsa málið, og um komið verð­ur fram til, at tað ikki er grundarlag fyri at seta fyriskipanir í verk, skal barnaverndartænastan onki gera. Fakta um Barnaverndina: Hvør fráboðar 2012 frá hagtals­- frágreiðingini hjá Barnaverndarstovuni Fráboðari íalt %-býti Foreldramyndugleiki 49 19.1 Heilsusystir 37 14.4 Skúli 29 11.3 Annað barnaverndarøki 24 9.3 Onnur 18 7.0 Familja ella onnur sum kenna familjuna 17 6.6 Løgreglan 16 6.2 Psykiatriski depilin 15 5.8 Barnaverndartæn. tekur málið upp sjálv 14 5.4 Dagstovnar og dagrøkt 13 5.1 Ljósmóður 7 2.7 Kommunulækni 5 1.9 Onnur í Heilsuverkinum 5 1.9 Almannastovan 4 1.6 Foreldur uttan foreldramyndugleika 3 1.2 Frítíðarskúli 1 0.4 Tilsamans 257 100 GG: Til ber at skráseta meiri enn eina orsøk til fráboðan fyri hvørt mál. Hvørjar vóru orsøkirnar til fráboðanirnar í 2012 – frá hagtalsfrágreiðingini hjá Barnaverndarstovuni Vanrøkt Kenslulig/sálarlig vanrøkt 153 Vanrøkt í samband við umsjón og eftirlit 67 Vanrøkt í samband við skúlagongd 21 Likamlig vanrøkt 5 Tilsamans 246 Harðskapur Kensluligur/sálarligur harðskapur 30 Likamligur harðskapur 10 Kynsligur harðskapur (ágangur) 8 Tilsamans 48 Heilsa ella lív hjá ófødda barninum í vanda, §14, stk. 3 Heilsa og lív hjá ófødda barninum í vanda 5 Tilsamans 5 Hættislig atferð hjá barninum Barnið hevur trupul. í skúlanum og vanrøkir skúlan 28 Barnið setur egna heilsu og menning í vanda 15 Misgerðir hjá barni (...) 6 Barnið fremur likamligan ella kynsligan harðskap 5 Barnið nýtir rúsevnr/rúsdrekka 4 Tilsamans 58 Orsøkir til fráboðanir tilsamans 357 2010 2011 2012 BVT, Tórshavn . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 4.3 . . . . . . . . . . . . . 4.8 . . . . . . . . . . . . . 5.5 BVT, Norðoyggjar . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5.2 . . . . . . . . . . . . . 5.0 . . . . . . . . . . . . . 6.5 BVT, Skálafjørðurin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 3.8 . . . . . . . . . . . . . 4.3 . . . . . . . . . . . . . 4.8 BVT, Fuglafjørður . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 4.7 . . . . . . . . . . . . . 6.7 . . . . . . . . . . . . . 7.2 BVT, Sunda Kommuna . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5.1 . . . . . . . . . . . . . 5.0 . . . . . . . . . . . . . 5.8 BVT, Sandavágur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2.8 . . . . . . . . . . . . . 3.8 . . . . . . . . . . . . . 6.2 BVT, Sandoy . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 7.6 . . . . . . . . . . . . . 8.6 . . . . . . . . . . . . . 5.4 BVT, Suðuroy . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 6.2 . . . . . . . . . . . . . 4.9 . . . . . . . . . . . . . 7.0 BVT, Eysturkommuna . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 3.2 . . . . . . . . . . . . . 4.5 . . . . . . . . . . . . . 6.1 BVT, Suðuroyar sunnara . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5.6 . . . . . . . . . . . . . 5.7 . . . . . . . . . . . . . 6.0 alt Landið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 4.4 . . . . . . . . . . . . 4.8 . . . . . . . . . . . 5.8 Tal av barnaverndarmálum í % av barnatali við árslok 2010 - 2012 Frá hagtalsfrágreiðingini hjá Barnaverndarstovuni