Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-30, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. apríl 2004síða 21

‹ fyrra síða allar 21 síður

Tekstur á síðuni

40 Nr. 82 - 30. apríl 2004 VEÐRIÐ Veðrið sunnudagin: Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og vestri og fyrrapartin yvirhøv- ur turt og sólglottar, men seinnapartin eitt skifti regn. Hitin mill- um 7 og 10 stig. Veðrið mánadagin og týsdagin: Andøvsgul upp í ein strúk millum landsynn- ing og landnyrðing og ælingur, partvís váta- slettingur, men eisini sólglottar. Hitin millum 2 og 6 stig. Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur greiðir frá um veðrið VESTFALLSKYRRINDI Veðrið í dag: Fleyr til gul av útsynn- ingi, um kvøldið veks- ur hann vindin til hvassan vind. Fyrra- partin sólglottar, men seinnapartin møguliga regn. Hitin millum 9 og 12 stig. 24. apríl: Mánin longst frá jørðini 27. apríl: Fyrra kvarter 4. mai: Fullmáni 6. mai: Mánin næstur jørðini Kelda. Álmanakkin 2004 Suðuroyar-/ Vágafirði Skúvoyar-/ Skopunarfirði Hestfirði/ Sundalagnum Vestmanna- sundi Mykines- firði Nólsoyar- firði 2 fj. í LS úr Mjóvanesi Leirvíksfirði/ Haraldssundi Kalsoyar-/ Svínoyarfirði Hvanna- sundi Fugloyar- firði Dagur fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. 30. apr 04.02 16.22 03.02 15.22 03.17 15.37 06.02 18.22 07.02 19.22 02.17 14.37 01.17 13.37 04.17 16.37 05.17 17.37 03.47 16.07 05.02 17.22 1. mai 04.42 17.02 03.42 16.02 03.57 16.17 06.42 19.02 07.42 20.02 02.57 15.17 01.57 14.17 04.57 17.17 05.57 18.17 04.27 16.47 05.42 18.02 2. mai 05.22 17.43 04.22 16.43 04.37 16.58 07.22 19.43 08.22 20.43 03.37 15.58 02.37 14.58 05.37 17.58 06.37 18.58 05.07 17.28 06.22 18.43 3. mai 06.04 18.26 05.04 17.26 05.19 17.41 08.04 20.26 09.04 21.26 04.19 16.41 03.19 15.41 06.19 18.41 07.19 19.41 05.49 18.11 07.04 19.26 5 707265 100050 > Veðrið leygardagin: Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og vestri og regn fyrrapartin, annars sólglottar, men eisini ælingur. Hitin millum 9 og 12 stig. HITALAGIÐ 5 10 15 20 25 30 14 12 10 8 6 4 2 0 ÷2 ÷4 Hitalagið mált frá 28/04 kl. 0600– 29/04 kl. 0600. Hitin í gjár: 5,5° Minsti hiti máldur í apríl: ÷9,9° - Mesti hiti máldur í apríl: 18,3° Miðalhitin fyri apríl 10–15 m/s LUFTTRÝSTIÐ Eitt hátrýst, 1036 hPa. vestan fyri Írland fer í útsynning og viknar. Eitt minni lágtrýst, 1018 hPa. yvir Grønlandsfjørðinum fer spakuliga eystureftir og brúgvalagið haðani verður nær Føroyum fríggjadagin. Lágtrýstið vestan fyri Ísland fer spakuliga í landnyrðing og dýpist og brúgvalagið hað- ani verður væntandi yvir Føroyum leygar- náttina. L H H H AVFALLIÐ 5 10 15 20 25 30 Avfallið: <0,1 mm – mált frá 28/04 kl. 0600–29/04 kl. 0600 Avfallið higartil í apríl: 79,2 mm 200 180 160 140 120 100 80 60 40 20 0 Miðalavfallið fyri apríl 5–10 m/s 1–6 m/s 5–10 m/s L L Hitalagið kring knøttin Illulisat Nuuk Qaqortoq Ammassalik Saint John’s Halifax Reykjavík Seyðisfjørður Tórshavn Lerwick Aberdeen London Tromsø Bergen Oslo Stokkhólm Keypmannah. Helsinki Moskva Berlin Warzawa Kiev Bukarest Paris Madrid Róm Malorca Athen Malta Tunis Beijing New Dehli Bangkok Jakarta Sydney New York Miami Los Angeles Meksikobýur Panama La Paz Rio de Janeiro Buenos Aires 1 1 6 2 – 8 7 5 7 10 11 12 10 7 – 12 13 8 8 17 14 13 19 16 16 19 19 19 18 22 18 31 35 29 19 11 22 21 22 – 15 – 22 L L L 5–10 m/s 5–10 m/s Á FLOTI Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Einki er hjá einum land- krabba sum at flóta á einum kjøli av og á. Hetta er ein løta, sum er nakað heilt fyri seg. Ert tú útróðrarmaður, er kenslan kanska eitt sind- ur øðrvísi, tí tá er hetta títt dagliga arbeiði. Men veiði- hugurin er hin sami, og spenningurin um dagin, sum liggur fyri framman, er drívmegin. Tað er líka stuttligt hvørja ferð at kasta fyrstu ferð, tí tú veitst ongantíð, hvat bítir á húkin. Og tað er spennandi at leggja á lín- una at draga. Er onkur fisk- ur á teimum fyrstu húku- num, sum koma upp av botni, sær línan lovandi út, og hugurin er góður. Einki er tó meira spenn- andi enn at liggja og damla fram við landi eitt kyrt og vakurt kvøld við sløktum motori og reyðfiski undir bátinum. Liggur tú á góðari reyðfiskaleið, er fiskurin stórur og stutt er at draga. Eini trý, fýra ella fimm tøk uppeftir, so er tann sprell- livandi fiskurin komin at borði. Tú undrast yvir, at so stórur og góður fiskur gongur so nær landi. Men navnið reyðfiskur kemur ikki av ongum. Hetta er toskur, sum heldur til heilt inni í taranum undir landi. Myndin, vit síggja saman við hesum greinastubba- num, er tikin inni á Skála- fjørðinum í tí góða veðri- num, sum var týskvøldið. Skálafjørðurin er ikki besta fiskileið, men ert tú heppin, kanst tú saktans fáa nakrar fiskar ymsastaðni inni á fjørðinum, bæði fram við landi og úti á. Hvítingur er mest vanligi fiskurin, men onkur hýsa og onkur góður toskur sløgist eisini inni á fjørðinum av og á. Annars er Skálafjørðurin mest kendur fyri gyltu sild- ina, og tað er mangur mað- ur, sum upp ígjøgnum tíð- irnar hevur fylt sær uppí bátin við gørnum ella nót. Men sildin hevur lítlan og »Hevði tú fingið abban á snørið…« ongan prís. Ein stórur part- ur av tí, sum veitt verður á fjørðinum, endar í Fugla- firði sum mjøl. Og tó gjørdi línuskipið, Pison úr Klaksvík, fleiri roktúrar á Føroya Banka í fjør heyst, har sildin var álitið. Saltað og kryddað í gløsum í handilsdiskunum er hon dýr at keypa. Í mong ár hevur hesin gylti fiskurin, sum áður var gull verdur, ongan góðan havt í Føroy- um. Tað var tann tíð, tá ið menn kundu fáa uppí eina krónu fyri hvørja sild á marknaðinum í Vágsbotni. Nú fimti ella seksti ár seinni er prísurin framvegis hin sami, um nakar skoytir um sildina yvirhøvur. Hetta kvøldið inni á Skálafjørðinum, var lítið at fiska, men av tí, at veðrið var so avbera gott, var túr- urin hjá hesum trimum ikki minni góður fyri tann skuld. Tá ið maðurin til vinstru á myndini fekk hendan smáfiskin, helt bróðurin í miðjuni fyri, at hevði hann fingið fatur á abbanum til hendan fiskin, hevði hann kanska verið nýtiligur til okkurt. Sofus, ytst til høgru og Eyðun í miðjuni, eru fastir landarar hjá P/F Snodd; Ian, ytst til vinstru, lesur í Danmark. Teir hugnaðu sær óført í bátinum hetta frálíka kvøld. Lítið var at fiska, men veðrið var so avbera gott Mynd: Vilmund Jacobsen C M Y K 40