fríggjadagur 23. juni 2000síða 17
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 118 - 23. juni 2000
32
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 118 - 23. juni 2000
Sethús í Lamba til sølu
Húsini, ið eru væl hildin, standa í friðarligum,
náttúruvøkrum umhvørvi við góðum útsýni.
Grundøkið, matr. nr. 29e, er 854 m2.
Húsini eru bygd í 1975 og eru 250 m2 til víddar.
Kjallarahæddin: Kjallararúm, gongd, stova v/
køki, vaskirúm og fýrrúm.
Miðhæddin:
Stova, køkur, wc og gongd.
Loftshæddin:
4 kømur, baðirúm og gongd.
Rúmligur hjallur og garaga við terassu á.
Rundan um húsini er væl røktur urtagarður.
Húsini verða seld, um hóskandi boð fæst.
Áhugað kunnu síggja húsini eftir nærri avtalu
við at venda sær til tlf. 447761 ella 283533,
fax 319736.
Sjúkrasystrar til
psykiatrisku deild
Á Deild 2 er eitt starv sum sjúkrasystir leyst
at søkja til setan pr. 1. august 2000 til 31.
juli 2001.
Deildin er ein afturlatin akutt móttøkudeild
við 12 seingjarplássum.
Deildin er tvørfakliga samansett av sjúkra-
systrum, pleygarum og sosial- og sunn-
heitsassistentum og lækna.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda
sær til Birgit Andersen, deildarsjúkrasystir
á tlf. 31 35 40 lokal 422 ella Marin Vang,
sjúkrarøktarstjóra, lokal 266.
Setanartreytir:
Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum
Sjúkrasystrafelag Føroya og Fíggjarmála-
stýrið.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda
sær til Anette Noer, deildarsjúkrasystir á
tlf. 31 35 40 lokal 423 ella Marin Vang,
sjúkrarøktarstjóra, lokal 266.
Umsóknarfreistin er 14. juli 2000, kl.
14.00.
Skrivligar umsóknir við avriti av prógvum
og viðmælum e.l. skulu sendast til
Almanna- og heilsumálastýrið
Starvsfólkadeildin
Eirargarður 2
100 Tórshavn
Landssjúkrahúsið
FO-100 Tórshavn
Tórshavnar Kvøld- og
Ungdómsskúli
Maritim fyrireiking
Um nóg nógv tekna seg, byrjar nýtt skeið í maritimari fyrireiking mánadagin 7. august 2000 og
endar við próvtøku í desember 2000. Lokið prógv gevur atgongd til víðari lestur á maskin-
meistaraskúla og navigatiónsskúla. Til ber at søkja útbúgvingarstuðul.
Støddfrøði á hægri støði
Um nóg nógv tekna seg, skipar Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli – í samstarvi við Maskin-
meistaraskúlan og samráð við Náttúruvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum – fyri skeiði í
støddfrøði á hægri støði fyri maskinmeistarar og onnur.
Skeiðið er ætlað sum partvísur sjálvlestur, og byrjar týsdagin 1. august 2000 og endar við
skrivligari og munnligari próvtøku um miðjan oktober 2000. Lokið prógv gevur atgongd til
støðisútbúgvingina í stødd- og alisfrøði á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, treytað
av, at kunnleikin til alis- og evnafrøði eisini kann góðtakast.
Upptøkukrøv:
• maskinmeistaraprógv
• skipsføraraprógv
• studentsprógv við støddfrøði B, alisfrøði B og evnafrøði C ella
• onnur tilsvarandi útbúgving í støddfrøði og alis-/evnafrøði.
Høvuðsevnini í undirvísingini eru:
Vektorar í 2 og 3 dimensiónum, vektorfunktiónir, serligar funktiónir, markvirði, infinitesimal-
rokning, differentialrokning, integralrokning, differentiallíkningar.
Undirvísingartilfar:
Preben Madsen: Teknisk matematik bind 2 og 3.
Erhvervsskolernes forlag 1997
Hewlett Packard:
HP48 roknimaskina og HP48 Brugerhåndbog. Fæst til keyps á Maskinmeistaraskúlanum.
Tilmelding:
Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli
Frúutrøð 1 • Postboks 353 • 110 Tórshavn
Tlf. 317755 • Telefax 318250
Urtagarðsarbeiði
Vit gera alt urtagarðsarbeiði.
Fa. Urtagarðsrøkt
v/Mass Jensen, Nólsoy
Tlf. 32 71 31 – 28 39 53
Nýggjar
TANNPROTESUR
Broytingar og umvælingar av gomlum protesum
Kliniskur tannteknikari
BERGUR
Á REYNATRØÐ
Børkuvegur, 620 Runavík
Tlf. 448480
Opið er mánadag-fríggjadag frá kl. 9-16
Lærarar
Søkt verður eftir 2 lærarum til Hvalbiar Skúla
skúlaárið 2000/2001. Eitt fulltíðarstarv og
eitt 25 tímar.
Størvini eru tíðaravmarkað. Lønt verður
samb. avtalu millum Føroya Lærarafelag og
Fíggjarmálastýrið í lønarflokkunum 18.1 til
27.4.
Umsóknir til størvini skulu vera skúlanevnd-
ini í hendi í seinasta lagi 7/7-00.
Hvalbiar Skúlanevnd
v/ Conny Poulsen
FO-850 Hvalba
Verkfrøðingur
Tórshavnar havn søkir eftir verkfrøðingi til
at standa fyri teknisku umsitingini av bryggj-
um, bygningum o.ø. ognum hjá havnini eins
o.o. fyrireikandi og umsitandi arbeiði.
Roknað verður við at umsøkjarin hevur
royndir innan bygging/eftirlit/projektering, og
at hann hevur kunnleika til EDV.
Umsøkjarin skal hava lætt við at samskifta,
kunna arbeiða sjálvstøðugt, vera røkin og
hava vilja til at søkja nýggja vitan.
Tórshavnar havn kann bjóða eitt sjálvstøð-
ugt og spennandi starv við nógvum avbjóð-
ingum fyri framman.
Løn sambært sáttmála.
Meira fæst at vita um starvið við at venda
sær til Tórshavnar havn.
Umsóknir saman við skjølum og møguligum
viðmælum skulu sendast til
Tórshavnar havn
Postboks 103
110 Tórshavn
í seinasta lagi 6. juli 2000.
sosialinum
Lýsið í
Bólkur A
Bólkur D
Bólkur C
Bólkur B
Fjórðingsfinala
25.06 Holland-Jugoslavia
Fjórðingsfinala
25.06 Spania-Frakland
Støðan
v
j
t
mál
stig
1 Portugal
3
0
0
7-2
9
2 Rumenia
1
1
1
4-4
4
3 Ongland
1
0
2
5-6
3
4 Týskland
0
1
2
1-5
1
Støðan
v
j
t
mál
stig
1 Holland
3
0
0
7-2
9
2 Frakland
2
0
1
7-4
6
3 Kekkia
1
0
2
3-3
3
4 Danmark
0
0
3
0-8
0
Støðan
v
j
t
mál
stig
1 Spania
2
0
1
6-5
6
2 Jugoslavia
1
1
1
7-7
4
3 Noreg
1
1
1
1-1
4
4 Slovenia
0
2
1
4-5
2
Støðan
v
j
t
mál
stig
1 Italia
3
0
0
6-2
9
2 Turkaland
1
1
1
3-2
4
3 Belgia
1
0
2
2-5
3
4 Svøríki
0
1
2
2-4
1
EURO 2000 endaspælið
Danmark-Kekkia 0-2 (0-0)
0-1: Smicer 64.
0-2: Smicer 67.
Frakland-Holland 2-3 (2-1)
1-0: Dugarry 8.
1-1: Kluivert 14.
2-1: Trezeguet 30.
2-2: F. de Boer 50.
2-3: Zenden 59.
Jugoslavia-Spania 3-4 (1-1)
1-0: Milosevic 31.
1-1: Alfonso 39.
2-1: Govadarica 51.
2-2: Munitis 53.
3-2: Komljenovic 54.
3-3: Mendieta (br.) 90.
3-4: Alfonso 90.
Slovenia-Noreg 0-0
Fjórðingsfinala
24.06 Portugal-Turkaland
Fjórðingsfinala
24.06 Italia-Rumenia
JÁKUP MØRK
Sat sjálvur og hugdi at
NRK, tá dysturin millum
Noreg og Slovenia varð
leiktur mikukvøldið. Helt
tað vera stuttligari at hoyra,
hvat norsku frásøgumenn-
inir hildu um dystin, heldur
enn at hoyra meira óheftur
viðmerkingarnar
frá
dønum.
Tveir minuttir í
himmiríki
Dysturin sjálvur var sum so
eingin uppliving. Norð-
menn spældu, sum teir hava
gjørt higartil í endaspæli-
num. Eina væl pakkaða ver-
ju, sum slovenar ikki megn-
aðu at bróta ígjøgnum, og
so langar bóltar niðan til
áleypararnar, sum tó høvdu
sera ilt við at skapa nakrar
veruligar málmøguleikar.
0-0 gjørdist úrslitið, men
norsku
frásøgumenninir
tóktust einki leggja í, at
spælið í dystinum ikki hevði
verið serliga undirhaldandi.
Støðan í hinum dystinum,
nú 92 minuttir vóru farnir,
var 3-2 til Jugoslavia, so
noðmenninir róptu gleðis-
róp um, at nú »er Norge i
kvarfinalen«. 30 sekund
seinni, gjørdist støðan enn
meira spent. Brotsspark var
til Spania, sum javnaði til
3-3. Noreg var framvegis í
fjórðingsfinaluni, men tveir
minuttir restaðu av spanska
dystinum.
Skíggin var nú tvíbýttur,
soleiðis at fylgjast kundi
við, hvussu spentir norsku
leikararnir vóru, meðan spa-
niólar tveittu alt fram í sein-
astu royndini at vinna á ju-
goslavnum. Tríggjar mans
á egnari hálvu, meðan restin
fór niðan í brotsteigin, og
mín sann, um hetta ikki gav
úrslit, tá Alfonso kundi
skjóta Spania upp á 4-3.
Sjálvt um Noreg nú var
úti, so ljóðaði tað kortini
eins og frásøgumaðurin
fagnaði Spania, og tað hevði
hann sum so eisini alla or-
søk til.
Álop skal loysa seg
Spanski sigurin var nevn-
liga eitt frálíkt dømi um, at
tað viðhvørt loysir seg at
spæla álopsfótbólt, heldur
enn at dúva ov nógv upp á
verjupartin.
Gaman í er Noreg granna-
tjóð okkara, men sæð við
fótbóltseygum, er tað eingin
synd, at øll trý norðanlond-
ini nú eru send heim úr
endaspælinum.
Spæliætlan teirra hevur
alla tíðina verið at dúva upp
á mistøk hjá mótstøðulið-
unum, heldur enn at skapa
nakað sjálvi. Tá er munandi
stuttligari at hyggja at latin-
sku londunum, har indivi-
dualistarnir veruliga sleppa
fram at, hóast sjónleikur
teirra dregur frá í heildar-
metingini.
At tey trý norðanlondini
bert megnaðu at skjóta trý
mál tilsamans í teimum
níggju dystunum, sum tey
vóru partur av, sigur eisini
nóg mikið.
Nei, fótbóltsspælið sak-
nar ikki norðurlendska í-
kastið, sum støðan er í løt-
uni.
Rættir vinnarar
Nú bólkaspælið er liðugt
spælt, kann kanska takast
eitt sindur samanum, og yv-
irhøvur er helst galdandi, at
røttu londini komu víðari úr
ymsu bólkunum. Við hesum
veråur meint, at tað eru
londini, sum hava sýnt besta
fótbóltin, sum hava vunnið
seg fram.
Í dag verður so fyri fyrstu
ferð í tvær vikur talan um
fótbóltsfrían dag, men í
morgin verður aftur herjað
á.
Tvær
fjórðingsfinalur
bæði leygardagin og sunnu-
dagin, og alt í alt er líkt til,
at talan kann gerast um fýra
sera áhugaverdar dystir.
Vónandi verður tað hug-
urin at vinna, heldur enn
ræðaslan fyri at tapa, sum
verður avgerandi fyri úrslit-
ið av hesum.
Dómari raktur
Rættuligt rok tók seg upp
millum jugoslavisku áskoð-
ararnar, undir dystinum
móti Spania mikukvøldið.
Áskðarunum dámdi lítið,
at dómarin rak Jokanovic av
vølli miðskeiðis í seinna
hálvleiki, og eitt úrslit av
hesum var, at myntir vórðu
kastaðir eftir dómaranum,
sum fekk eitt lítð sár om-
anfyri eygað.
Eisini rann onkur áskoð-
ari inn á vøllin, fyri at siga
sína hugsan um dømingina.
Jú sanniliga varð talan um
ein undirhaldandi dyst.
Italska verjan er klár
Bæði Paolo Maldini og
Mark Iuliano hava seinastu
dagarnir verið í iva um,
hvørt teir fóru at verða nóg
væl fyri, til at spæla við í
fjórðingsfinaluni móti Ru-
menia.
Nú er tó líkt til, at báðir
vera við í týdningarmikla
dystinum, so Zoff kann
gleðiliga staðfesta, at ver-
juparturin ikki er viknaður.
Keegan verður
verandi
Meðan týska fótbóltssam-
bandið lat Erich Ribbeck
siga farvæl eftir miseydnaða
endaspælið, hevur enska FA
fult álit á Kevin Keegan.
Ein talsmaður hja FA seg-
ði mikudagin, at teir hava
fult álit a evnunum hjá Kee-
gan, og at tað als ikki hevur
talan um at loysa hann ur
venjarastarvinum.
Hinvegin er nú lagt upp
til eitt ættarliðsskifti á enska
landsliðnum, tí leikararnir
ikki vóru nóg dugnaligir
undir EM-endaspælinum.
Ymiskt verður gitt
Eftir sigurin á fronsku
heimsmeistarunum, eru hol-
lendingar nú aftur favorittar
at vinna EM. Í øllum førum
um vit skulu trúgva donsku
Tipstænastuni.
Holland gevur nú peng-
arnar 3 ferðir aftuir, meðan
Frakland er farið upp á 3,8.
Italia og Spania eru næstu
favorittarnir, og eru odds
teirra ávíkavist 4,3 og 6,5.
Ensku veddingarfyritøk-
urnar eru tó als ikki samdar
við tipstænastuni, tá hesir
siga Holland vera favoritt.
Gjáramorgunin góvu teir
bert peningin 2,25 ferðir aft-
ur, um Frakland verður
meistari, meðan Holland nu
gevur 2,5.
Heldur ikki er semja á
næstu plássunum. Har halda
onglendingar, at italiumenn
og porutgisar hava betri
møguleikar enn Spania.
Ætlaður harðskapur
Danska blaðið, Jyllands-
Posten, skrivar, at harðskap-
urin hjá ensku áskoðarunum
er meira enn bara tilvild-
arligt herverk, har ónøgdir
ófriðarkroppar gera um seg.
Smabært blaðnum hava
enskir hooligans greitt frá,
at hendingarnar í bæði
Keypmannahavn
(undan
UEFA-cup finaluni) og í
Charleroi vóru lagdar til
rættis í samstarvi við eina
sjónvarpsstøð.
Eftir hetta er eisini komið
fram, at bæði sjonvarpsstøð-
ir og myndamenn høvdu
leigað seg inn á eitt hotel í
Charleroi í góðari tíð, har
teir høvdu gott sýni oman
yvir staðið, har rokmiklu
onglendingarnir fóru til
verka.
Sostatt er nú líkt til, at
sjónvarpsstøðirnar nýta øll
vápnm, til tess at tekkjast
hyggjarunum, soleiðis at
møguleikin fyri lýsingar-
krónum verður størri.
Milosevic ovast
Savo Milosevic, sum gjør-
dist kendur fyri alt annað
enn máltevið, tá hann royn-
di seg í enskum fótbólti, er
nú ovast á máltindinum fyri
EM-endaspælið.
Milosevic er nevnliga ein-
asti spælari, sum hevur
skotið fýra mál higartil í
endaspælinum.
Zlattko Zahovic og Sergia
Conceicao hava skotið trý
mál hvør, meðan sjey leik-
arar hava skotið tvey mál.
Hesir eru Thierry Henry,
Hakan Sukur, Alan Shearer,
Alfonso Perez, Boudewijn
Zenden, Patrick Kluivert og
Frank de Boer.
Út-norður
At tað kann vera sera stutt frá gleði til sorg í fótbólti,
noyddust norðmenn at ásanna mikukvøldið
EM-stubbar
Grátandi av gleði kundu sponsku áskoðararnir fegnast
um, at land teirra í seinasta løtu vann á Jugoslavia