fríggjadagur 23. juni 2000síða 16
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 118 - 23. juni 2000
30
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 118 - 23. juni 2000
Lesið eisini
ÍtróttaSosialin á
alnetinum:
www.sosialurin.fo
JÁKUP MØRK
HB-B71 1-0 (1-0)
Tað var ikki tann stóra á-
skoðarafjøldin, sum miku-
kvøldið hevði leitað sær
oman í Gundadal, har HB
skuldi gera seinasta lands-
kappingardystin
undan
summarsteðginum av sær.
Um tað var orsakað av, at
EM fótbóltur var at síggja í
sjónvarpinum, ella tí talan
var um eitt ikki serliga á-
hugavert mótstøðulið, skal
ikki vera gitt um her. Hin-
vegin ber tó itl at staðfesta,
atforskotnu dystirnir, sum
HB hevur leikt seinastu vik-
una, í hvussu hava merkt
færri áskoðarar og harvið
færri krónur í pengakassan.
Lág ferð
Tá dysturin byrjaði, var
eyðsæð, at sandoyingar
fyrst og fremst vóru komnir
til Havnar fyri at halda fast
um stigið, sum teir høvdu,
tá dysturin byrjaði.
Í útgangsstøði lógu teir
rættuliga aftarlaga á vøll-
inum, fyri so at dúva upp á
kvik mótálop, um møgu-
leiki skuldi verið fyri hes-
um.
HB liðið hevur havt eina
sera strævna dystarskraá
seinastu tvær – tríggjar vik-
urnar, og møguliga var tað
hetta, sum viðførdi, at teir
ongantíð veruliga fingu glið
á skjóta spælið, sum annars
hevur sermerkt liðið higartil
í ár.
Ikki tí, kropsliga eru leik-
ararnir ivaleyst væl fyri,
men mentalt er tað nakað
torførari at seta seg upp til
dyst tvær ferðir um vikuna,
heldur enn eina ferð.
HB liðið hevði annars
bóltin størsta partin av hálv-
leikinum, men tá teir ikki
megnaðu at seta veruligt
trýst á B71, og sandoyingar
samstundis lógu aftarliga á
vøllinum, kom ongantíð
rættulig ferð á spælið.
Tað eydnaðist tó heima-
liðnum at leggja seg á odda,
tá fyrri hálvleikur var hálv-
runnin. Miðskeiðis á sand-
oyarhálvuni
fekk
Rúni
Nolsøe bóltin. Mótstøðu-
leikarnir bakkaðu, heldur
enn at fara ímóti honum, og
so royndi liðskiparin seg við
skotið úr 20 metra fjarstøðu.
Waldemar (var týðuliga
darvaður av skaða) megnaði
ikki at halda bóltinum, og
so var Bárður Mortansson
skjótur at fylgja upp, og
sendi bóltin upp undir net-
takið.
Var ferðin lág undan mál-
inum, gjørdist hon enn læg-
ri, tað sum eftir var av hálv-
leikinum.
Sandoyingar
fylgdu framvegis verju-
kenda upplegginum, meðan
heimaliðið tóktist mest
sinnað at varðveita leiðslu-
na, og tí hendi ikki tað heilt
stóra. Nakrar skotroyndir
vóru frá báðum pørtum,
men annars var so sum so
við rættuligum málmøgu-
leikum.
Andrew av Fløtum fekk
tó ein gyltan møguleika, tá
Jógvan Jón var ósketin og
spældu upp á tvørs í verjuni.
Hevði Andrew havt ánilsi
av, hvussu fríur hann var,
hevði hann helst givið sær
betri stundir, men hann
smekkaði til, og bólturin fór
nakað framvið handaru
stong.
Lupu á
Beinanvegin, sum seinni
hálvleikur byrjaði, tóktist
greitt, at sandoyingar høvdu
fingið onnur boð í hálvleik-
inum.
Í royndini at bjarga sær
stig úr dystinum, fóru teir
nú nógv longur fram á vøll-
in, og hetta setti beinanveg-
in meira lív í dystin.
Serliga tóktust Eli og Ju-
lian á miðvøllinum at vera
væl fyri, og teir báðir vóru
eisini við í so at siga øllum
tí framrættaða spælinum,
sum B71 sýndi.
Hetta gav tó eisini meira
rúmd til kontraspælið hjá
HB, og tað var eisini um
reppið, at teir megnaðu at
avgera dystin beinavegin í
seinna umfarinum, men
skallarin frá Jóhannis varð
bjargður á sjálvari málstrik-
uni.
Hevði bólturin farið inn,
høvdu gestirnir helst mist
alla vón um stig, men ístað-
in gjørdust teir nú alt meira
álopssinnaðir, og innan fáar
minuttir, høvdu teir havt
einar tríggjar rættuligar
hóttanir á HB málið, sum
kortini allar endaðu úrslita-
leysar.
Í hinum endanum hevði
Andrew enn ein góðan
møguleika, tá hann varð
spældur leysur høgrumegin
í brotsteiginum, men hann
skuldi absolutt leggja bóltin
til vinstrabeinið, og so
eydnaðist tað Waldemar at
koma út at blokka.
Størsta møguleikan mun-
di Alex Nielsen tó fáa, tá
HB spardi seg til sigurs
Sandoyingar megnaðu í seinna hálvleiki at hótta HB leiðsluna, men alt í alt mundi heimasigurin vera í lagi, hóast tað
er sjónligt, at HB’arnir eru um at gerast moyrir av dystarsrká síni
hann fekk eina langa send-
ing. Tað eydnaðist honum
at renna verjuna av og at
sneiða út um Bárð, sum
kom ímóti honum, men tá
hann úr spískum skuldi gev-
a bóltin seinasta sparkið,
eydnaðist tað kortini Hans
á Lag at tveita seg niður og
verja út til hornaspark.
Undirhaldandi hóast
alt
Sum heild var seinni hálv-
leikur nakað væl meira und-
irhaldandi enn fyrstu trý
korterini. Einamest orsakað
av, at sandoyingar tá høvdu
tveitt virðingina fyri borð,
tí teir nú vóru noyddir at
gera mál.
Møguliga var tað tatiskt
skeivt, at teir ikki nýttu hesa
spæliætlan
beinanvegin,
men hinvegin er spurning-
urin eisini, um teir høvdu
megna at trýst HB liðið all-
an dystin
Unga HB liðið, sum
annars hevur staðið fyri
nakað av tí mest positiva
fótbóltinum higartil í kapp-
ingini, tykist í løtuni darvað
av strævnu dystarskránni.
Danir hava eitt hugtak, sum
teir nevna »økonomi fót-
bólt«, sum helst best kann
umsetast til orkusparandi
fótbóltur. Um tað er tilvitað
ella ikki, skal ikki gitast um
her, men í øllum førum tyk-
ist HB at hava spart upp á
orkuna í seinastu dystunum,
sum teir hava spælt. Í øllum
førum tykist tað púra vist,
at ferðin á spælinum skal
minst eina tonn upp, um teir
ætla sær at vinna steypa-
finaluna, sum verður næsti
dystur teirra á føroyskari
mold.
Tað skal tó leggjast aft-
urat, at strævna skráin, sum
HB hevur havt seinastu dag-
arnar, væl kann gerast ein
fyrimunur hjá teimum í
seinasta enda. Hóast alt
hava teir fingið fulla úrtøku
í landskappingini hesar
dystirnar, meðan tað væl
kann hugsast, at KÍ og B36
koma at hava tað strævið í
heyst, orsakað av altjóða
uppgávunum.
B71 hevur nú tvær ferðir
á rað sýnt, at tá nakað av
varseminum verður tveitt
fyri borð, kunnu teir spæla
fult upp til flestu av hinum
liðunum í fyrstu deild.
Útidystir móti NSÍ og HB
ljóða kanska torførir á papp-
írinum, men í Runavík
mundu teri farið avstað við
øllum trimum, og í Havn
kundu teir lættliga fingið
annað stigið. Í báðum førum
grundað á meira framrætt-
aðan fótbólt seinna umfarið
av dystinum.
Møguliga skulu teir bert
trúgva meira upp á egin
evni. At tilfarið er til meira,
stigatalvan í løtuni sýnir,
tykist í øllum førum vera
púra greitt.
HB-B71 1-0 (1-0)
1-0: Bárður Mortansson 23.
Dómari: Lassin Isaksen
HB:
Bárður Johannesen – Jóhan-
nis Joensen, Hans á Lag,
Símun Eliasen, Janus Jo-
ensen – Hallur Danielsen,
Rúni Nolsøe, Rói Árting,
Pætur Dahl – Bárður Mort-
ansson, Andrew av Fløtum
B71:
Waldemar Nowicki – Jógv-
an Jón Petersen, Ib Mohr
Olsen, Bergleif Brimvík –
Høgni Hansen, Kári Niel-
sen, Eli Hentze, Julian Flo-
rescu, Jákup Lamhague –
Alex Nielsen, Michael Sø-
rensen
vunnin
tapt
mál-
dystirv
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 HB
10
7
-
2
-
1
21
10
11
23
2 B36
9
6
-
0
-
3
30
13
17
18
3 VB
9
5
-
3
-
1
19
13
6
18
4 B68
9
6
-
0
-
3
20
15
5
18
5 KÍ
9
5
-
2
-
2
25
7
18
17
6 NSÍ
9
2
-
3
-
4
18
17
1
9
7 GÍ
9
2
-
2
-
5
14
19
-5
8
8 B71
10
2
-
2
-
6
9
15
-6
8
9 Sumba
9
2
-
0
-
7
6
39
-33
6
10FS Vágar
9
1
-
2
-
6
9
23
-14
5
Støðan, 1. deild menn
Hóast hann hevði onkrar góðar møguleikar, noyddist Andrew málleysur av vøllinum hesuferð. HB vann tó dystin, og
kunnu teir nú halda summarfrí á ovasta plássinum á stigatalvuni
Mynd: Álvur Haraldsen
5-mannafør, dreingir
1
Blikur
2
Spógvin
3
Sílið
4
Drekin
5
Tjaldrið
6
Kollur
7
Havfrúgvin
8
Royndin Fríða
9
Báran
10 Junkarin
6-mannafør, kvinnur
1
Lómur
2
Gongurálvur
3
Fuglfirðingur
4
Jarnbardur
5
Páll Fangi
6
Hvessingur
7
Sólmundur
8
Riddarin
5-mannafør, gentur
1
Dúgvan
2
Bylgjan
3
Blikur
4
Royndin Fríða
5
Havfrugvin
6
Drekin
7
Ørnin
8
Frúgvin
9
Tjaldrið
10 Hvassi
11 Sílið
12 Beinta
13 Súlan
14 Firvaldur
15 Spógvin
16 Junkarin
6-mannafør, menn
1
Snopprikkur
2
Sólmundur
3
Strálan
4
Hvessingur
5
Hósvíkingur
6
Gongurálvur
7
Kollfirðingur
8-mannafør, menn
1
Ørvur
2
Knørrur
3
Kvívíkingur
4
Húsavíkingur
5
Gullbrandur
6
Argjabáturin
7
Toftabáturin
8
Nevið Reyða
9
Miðvingur
10 Oyndri
11 Heiðabáturin
12 Víkarbáturin
10-mannafør
1
Vágbingur
2
Vestmenningur
3
Nólsoyingur
4
Havnarbáturin
5
Eysturoyingur
6
Kjølur
7
Suðringur
Støðan
1 Tjaldrið
14
2 Kollur
9
2 Havfrúgvin
9
4 Drekin
7
5 Sílið
4
6 Royndin Fríða
2
Støðan
1 Jarnbardur
14
2 Fuglfirðingur
8
2 Hvessingur
8
4 Páll Fangi
5
4 Gongurálvur
5
6 Sólmundur
3
7 Riddarin
1
Støðan
1 Frúgvin
14
2 Ørnin
8
3 Tjaldrið
5
3 Hvassi
5
3 Drekin
5
3 Beinta
5
7 Sílið
1
Støðan
1 Hvessingur
14
2 Hósvíkingur
10
3 Strálan
7
4 Gongurálvur
5
4 Kollfirðingur
5
6 Sólmundur
3
Støðan
1 Argjabáturin
14
2 Toftabáturin
10
3 Gullbrandur
7
3 Nevið Reyða
7
5 Húsavíkingur
2
5 Oyndri
2
7 Miðviingur
1
7 Kvívíkingur
1
Støðan
1 Nólsoyingurin
11
1 Vestmenningur
11
3 Havnarbáturin
10
4 Eysturoyingur
6
5 Vágbingur
4
6 Kjølur
1
6 Klaksvíkingurin
1
Jóansøka
60 bátsmanningar hava boðað frá
luttøku á jóansøkuróðrinum
JÁKUP MØRK
Bæði á norðoya- og eyst-
anstevnu var samlaða tal-
ið av bátum 57, so talan
er um 3 nýggjar ba´tar.
Í mun til seinasta róður,
á eystanstevmu, er talan
um tríggjar nýggjar bátar,
og eru hesir 8-mannafør-
ini, Ørvur og Junkarin,
meðan
Suðringur
er
komin afturat í róðrinum
hjá 10-mannaførunum.
Hinir bátarnir eru teir
somu.
Sama skipan
Annars verður skipanin
við at nýta seinasta FM-
róðurin sum grundarlag
framvegis nýtt, tá bátarnir
verða lagdir.
Sostatt verðavinnandi
bátarnir frá eystanstevnu
lagdir í miðjuna, meðan
nr. 2 og 3 eru hvør sínu
megin vinnara.
Nianfyri prenta vit rað-
fgylgjuna á jóansøku,
eins og støðuna í FM-
kappingini.
Tað er okkurt, sum bendir
á, at kappingin um fremstu
plássini og harvið eisini um
møguleikan at flyta upp, fer
at verða meiri spennandi,
enn tað sá út til at gerast, tá
sjey umfør vóru fingin frá
hondini.
Tíverri høvdu vit í síðstu
viku ikki umstøður at hava
umrøðu í blaðnum eftir 8.
umfar. Nú taka vit afturí-
aftur, og vit kunnu staðfesta,
at summi lið hava fingið luft
undir veingirnar, meðan tað
hjá øðrum er meiri ella
minni steðga upp.
Mest merkisvert er tað, at
trý lið, sum øll hava møgu-
leika at flyta upp – Skáli,
B71 og VB – hava tikið seg
fram móti AB og B36, sum
tey fyrstu sjey umførini tók-
tust vera púra einsamøll í
kappingini um gullkrónur-
nar.
At hesi trý liðini eru kom-
in tættari at uppflytingar-
møguleikanum kemst m.a.
av, at bæði B36 og AB hava
mist tær báðar seinastu vik-
urnar. B36 vann spennandi
toppuppgerðina móti AB í
Gundadali 2–1. Tá B36 so
skuldi fara suður til Vágs,
megnaðu teir ikki at manna
lið, og so sendu teir avboð.
Hetta er sjálvandi lítið sømi-
ligt. VB hevur fingið tey trý
stigini við málmuninum 0–
0. Sambært skipanini skulu
B36 og VB spæla í Gunda-
dali 2. september. Reglarnir
siga, at tá lið ikki møtir á
útivølli, skal hin dysturin
spælast á vøllinum, har úti-
liðið ikki møtti. Tað vil við
øðrum orðum siga, at B36
skal til Vágs 2. september.
AB vann í 9. umfarinum
8–4 á Argjum móti TB.
Sambært skránni skuldu
argjamenn spæla í 10. um-
farinum á heimavølli móti
B71 komandi sunnudag.
Men dysturin varð fram-
skundaður til síðsta týs-
kvøld. Ivaleyst mundu teir í
AB rokna við at vinna tey
trý stigini. Ikki minst tá teir
í steðginum vóru á odda 2–
1. Tveir minuttir undan
steðginum varð ein sand-
oyingur rikin av vøllinum.
Men B71 megnaði at javna
til 2–2, tá seinna umfarið
var tíggju minuttir gamalt.
Merkisvert var tað, at AB
gjørdi sjálvmál til 0–1 og
eisini til 2–2! Fram móti
dystarenda royndu teir í AB
at fáa sigursmálið, men í
staðin skoraði B71 tvær
ferðir!
Skálamenn tykjast av álv-
ara at hava fótað sær. Í fyr-
stu umførunum var úrtøkan
hjá teimum sera soltin, men
nú hava teir fingið nógv
stig. Sigurin á B71 var sann-
førandi, og teir vunnu á
Tvøroyri, sjálvt um teir í
meiri enn ein hálvan tíma
vóru aftanfyri 1–0. Tað
hjálpti væl, at TB var undir-
mannað síðsta hálva tíman.
Tað varð ikki roknað við,
at ÍF skuldi standa seg so
vánaliga, sum teir higartil
hava gjørt. Fuglfirðingar
hava tapt tvær tær síðstu
ferðirnar, og nú eru teir
einsamallir á aftasta plássi.
KÍ hevði í fyrstu umfør-
unum okkurt brúkiligt úrslit
á heimavølli. Tað tóktist
sum um kiksarin á Argjum,
tá klaksvíkingar vóru illa
fyri við fólki, ikki fór at
endurtaka seg, men nú hev-
ur verið illa statt tvær ferðir.
Á norðoyarstevnu móti TB
var ikki gott, og tá KÍ næst-
síðsta sunnudag var á Sandi,
var heilt galið. B71 vann
18–0, og eitt sovorðið úrslit
eigur ikki at verða góðkent
í einum stórum felag.
Klaksvíkingar hava havt
sítt stríð av 3. deildarliðnum
í fleiri ár. Úrslitið á Sandi
eigur at fáa teir at spyrja seg
sjálvar, um tað ikki hevði
verið best fyri allar partar,
um liðið flutti niður.
Ein av ungu spælarunum
hjá B71, Kristoffur Vidt-
feldt, nýtti høvi móti veika
KÍ liðnum til at gera eitt
orduligt lop á málskjúttara-
listanum. Í ein lítlan hálvan
tíma skoraði hann fimm tey
fyrstu málini, og í 2. hálv-
leiki var hann aftur tvær
ferðir á blettinum.
Merkisvert var tað, at Tor-
kil Nielsen var millum mál-
skjúttarnar, tá FS Vágar var
í Klaksvík. Tað hevði kan-
ska verið eitt hugskot hjá
ferðavinnuni, at tey fylgdu
við í, nær 3. deidlarliðið hjá
FS Vágum spælir. So kundu
tey skipað soleiðis fyri, at
fótbóltshugarðir ferðamenn
fingu høvi á vølli at síggja
tiltikna málskjúttan frá
Landskrona dystinum móti
Eysturríki!
JH
Úrslit
8. umfar – 10. juni
FS Vágar–ÍF 4–3 (3–1)
1–0: Magnus Simonsen 5.
2–0: Ingi Joensen 17.
2–1: Ken Bærendsen 18.
3–1: Magnus Simonsen 43.
3–2: Ken Bærendsen 43.
3–3: Martin Hansen 50.
4–3: Eyðfinn Davidsen 65.
B68–VB 2–3 (1–2)
1–0: Jákup Olsen 18.
1–1: sjálvmál 23.
1–2: Egil Steintórsson 30.
2–2: sjálvmál 57.
2–3: Niclas Ludvig 61.
B36–AB 2–1 (0–0)
1–0: Sigfríður Clementsen
50.
1–1: Svenning W. Hansen
52.
2–1: Brynleif Hansen 85.
TB–Skáli 1–4 (1–1) 12.
juni
1–0: Mortan Enni 6.
1–1: sjálvmál 38.
1–2: Sveinur Justinussen
47.
1–3: Hans Christian Djur-
huus 65.
1–4: Marius Joensen 81.
Reytt kort: Eyðun Svalbard,
TB, 60.
B71–KÍ 18–0 (8–0)
1–0: Kristoffur Vidtfeldt 8.
2–0: Kristoffur Vidtfeldt 22.
3–0: Kristoffur Vidtfeldt 25.
4–0: Kristoffur Vidtfeldt 27.
5–0: Kristoffur Vidtfeldt 33.
6–0: sjálvmál 35.
7–0: Mourits Viderø 37.
8–0: Símun Hansen 43.
9–0: Símun Hansen 46.
10–0: Kristoffur Vidtfeldt
53.
11–0: Jóhan West br 62.
12–0: Eirikur Poulsen 65.
13–0: Kristoffur Vidtfeldt
71.
14–0: Eirikur Poulsen 75.
15–0: Jónsvein Thomsen
77.
16–0: Jónsvein Thomsen
78.
17–0: Torbjørn Jensen 87.
18–0: Torbjørn Jensen 88.
Reytt kort: Roy Baldvin,
KÍ, 80.
9. umfar – 18. jun
i
KÍ–FS Vágar 5–7 (1–4)
0–1: Petur Niclasen 4.
0–2: Petur Niclasen 35.
0–3: Torkil Nielsen 37.
1–3: Bogi Isaksen 38.
1–4: Eyðfinn Davidsen 39.
2–4: Karsten Hansen 47.
3–4: Allan Poulsen 51.
3–5: Petur Niclasen 53.
4–5: Torleif Eyðun Poulsen
56.
4–6: Ingi Joensen 60.
4–7: Petur Niclasen 75.
5–7: Torleif Eyðun Petersen
82.
ÍF–B68 1–5 (0–3)
0–1: Jákup Olsen 16.
0–2: Aksel Højgaard 22.
0–3: Pól Knút Davidsen 30.
0–4: Aksel Højgaard 50.
1–4: Ken Bærendsen 85.
1–5: Aksel Højgaard 89.
VB–B36
B36 møtti ikki
AB–TB 8–4 (4–2)
0–1: Kaj Roest 7.
1–1: Signar Johannesen 21.
2–1: Signar Johannesen 24.
2–2: Jens R. Sørensen 25.
3–2: Heri Petersen 31.
4–2: Svend Poulsen 45.
5–2: Signar Johannesen 47.
6–2: Bárður Johannesen 53.
7–2: Svenning W. Hansen
54.
7–3: Hallur Christiansen 56.
7–4: Hallur Christiansen 68.
8–4: Svend Poulsen 78.
Skáli–B71 7–2 (4–0)
1–0: Pauli Hansen 6.
2–0: Jón Rasmussen 13.
3–0: Pauli Hansen 16.
4–0: Pauli Hansen 30.
5–0: Jón Rasmussen 46.
5–1: Kristoffur Vidtfeldt 49.
5–2: Jónsvein Thomsen 56.
6–2: Kaysten Rasmussen
72.
7–2: Kaysten Rasmussen
78.
10. umfar 20. juni
AB–B71 2–4 (2–1)
(Framskundaður frá 25.
juni)
0–1: sjálvmál 5.
1–1: Fróði Stenberg 27.
2–1: Signar Johannesen 43.
2–2: sjálvmál 55.
2–3: Jónsvein Thomsen 86.
2–4: Rúni Joensen 90.
Reytt kort: Petur Kristian
Nielsen, B71, 43.
Toppurin gerst breiðari
3. deild: AB hevur tapt tvær ferðir, og B36 megnaði ikki at manna lið, tá teir
skuldu spæla í Vági
vunnin
tapt
mál-
dystirv - j - tmál
mál munur
stig
1 AB
10 7 - 0 - 3
46
22
24
21
2 B36
9
7 - 0 - 2
27
6
21
21
3 Skála
9
5 - 1 - 3
24
18
6
16
4 B71
10 5 - 0 - 5
36
28
8
15
5 VB
9
5 - 0 - 4
23
31
-8
15
6 B68
9
3 - 2 - 4
26
21
5
11
7 TB
9
3 - 2 - 4
34
32
2
11
8 FS Vágar9
3 - 1 - 5
23
25
-2
10
9 KÍ
9
3 - 0 - 6
22
62
-40
9
10 ÍF
9
2 - 0 - 7
19
35
-16
6
Støðan, 3. deild menn
Máltindurin:
Signar Johannesen
AB
11
Kristoffur Vidtfeldt
B71
11
Oddbjørn Joensen
AB
9
Aksel Højgaard
B68
8
Petur Niclasen
FS Vágar 8
Kaj Roest
TB
8
Egil Steintórsson
VB
8
Svend Poulsen
AB
6
Kári í Lágabø
VB
6
Pauli Hansen
Skála
5
Eyðun Svalbard
TB
5
Hallur Christiansen
TB
5