hósdagur 11. juli 2013síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 12. juli 2013 · Nr. 79
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tórshavnar
kommuna
Tórshavnar kommuna er landsins størsta kommuna. Í kommununi starvast til samans 1400 fólk, harav 130 fólk í sjálvari
umsitingini. Vit leggja sera stóran dent á fakliga menning og trivnað. Arbeiðsumhvørvið er fjølbroytt, og vit hava eina nútímans og opnan leiðsluhátt, har
starvsfólkamenning er avgerandi. Vit hava ein virknan starvsfólkapolitikk og raðfesta innanhýsis samskiftið og samskiftið við borgaran høgt. Hetta fyri
at tú og borgarin altíð skulu kenna tykkum væl í Tórshavnar kommunu. Les meira um starvsfólkapolitikkin á www.torshavn.fo
www.torshavn.fo
Vinnu- og økissamskipari
KUNDI TÚ HUGSAÐ TÆR AT STAÐIÐ Á
ODDA FYRI AT BYGGJA UPP TÆNASTUR
TIL VINNULÍVIÐ Í TÓRSHAVNAR
KOMMUNU? OG KUNDI TÚ HUGSAÐ TÆR
AT MENT SAMSTARVIÐ MILLUM YMISKU
LANDAFRØÐILIGU ØKINI Í TÓRSHAVNAR
KOMMUNU?
So er tað kanska tær, vit leita eftir til eitt nýtt starv
sum vinnu- og økissamskipari í Tórshavnar kommunu.
UPPGÁVAN
Starvið fevnir um tvinnar høvuðstættir:
• Tú skalt skipa samstarv við og byggja upp tænastur
til verandi og komandi vinnulív í Tórshavnar komm-
unu. Tú tryggjar vinnuni skjóta og lætta atgongd til
landsins størstu kommunu og arbeiðir fyri at komm-
unan fær ein sjónligari vinnuprofi l.
Endamálið er at skapa eitt tættari dagligt samskifti við
vinnuna, soleiðis at kommunan veit, hvat vinnan vil, og
vinnan veit, hvønn hon skal venda sær til í Tórshavnar
kommunu.
• Tú skalt somuleiðis samskipa og gera arbeiðið hjá
økisnevndini í Tórshavnar kommunu sjónligt.
Endamálið er skapa eitt tættari samstarv millum økini
og umsitingina hjá Tórshavnar kommunu soleiðis, at
kommunan verður samansjóðað og øll øki kenna seg
sum part av høvuðsstaðarkommununi.
Vit vænta, at uppgávurnar hava við sær eitt stórt
uppsøkjandi arbeiði. Tú tekur stig til átøk, tiltøk,
samskifti við ymiskar áhugabólkar og mennir tænastur
og kunnandi tilfar.
Starvið er staðsett í Snarskivuni, men inniber tætt
samstarv við Vinnunevndina og Økisnevndina eins og
stjórn kommununar og aðrar partar av kommununi.
Førleikar
Vit leita eftir starvsfólki við viðkomandi útbúgving
og/ella royndum innan menning, samskipan og vinnu-
lív.
Tað er av stórum týdningi, at tú ert tænastusinnað/
ur, nýhugsandi, opin og virksom/samur. Haraftrat er
umráðandi, at tú trívist í leiklutinum sum samskipari,
samskiftari og stigtakari.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála við við -
komandi fakfelag og skjótast til ber.
Talan er um fulltíðarstarv.
Umsókn
Umsóknir saman við prógvum og viðmælum skulu í
seinasta lagi 25. juli 2013, kl. 12.00 latast:
Tórshavnar kommunu, Postboks 32, 110 Tórshavn,
ella sendast til torshavn@torshavn.fo
Merkið umsóknina: Vinnu- og økissamskipari til
Snarskivuna.
Fyrispurningar
Um tú ynskir at fáa meira at vita um starvið, kanst
tú venda tær til Ingibjørg Berg, kommunustjóra,
á ingibjorg@torshavn.fo , Ingunn Eiriksdóttir,
fyrisitingarstjóra, á Ingunne@torshavn.fo ella Rók
Tummasarson, leiðara á Snarskivuni, á rokur@torshavn.fo.
Ella tú kanst ringja á tlf 30 20 10.
Eingin grund til
panikkaldur
Tiðarinnar tonn er eirindarleys. Men hetta
merkir hvørki at tú skalt fara í panikk ella at tú
skalt vera fast inventar hjá okkum. Tíbetur. Tað
var ongantíð meiningin, at vit skuldu vera ung
í allar ævir. Tað snýr seg um at gera tað við
stíli. Loys títt sudoku í frið og kom inn til ókeypis
ráðgeving onkran dagin. Vit eru altíð til reiðar.
Juli-KAPPiNGiN
Hvønn dag í juni mánaða verða Sudoku
uppgávur at finna í Sosialinum.
Jú fleiri uppgávur, ið tú hevur loyst, tess
størri møguleika hevur tú at vinna.
Sendið okkum loysnina innan mánadagin
5. august 2013 kl. 10.00 og merki
brævbjálvan »Sudoku«.
Fyri at vera við í kappingini,
skal øll uppgávan verða loyst.
Vinningurin hesaferð er
gávukort, virði 4000,-
frá Cosméto