hósdagur 11. juli 2013síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Fríggjadagur 12. juli 2013 · Nr. 79
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eik Banki hevur í 2012 og 2013
havt eina støðuga framgongd
á vinnukunda økinum. Bankin
hevur fingið nógvar nýggjar
kundar, og hevur veitt oman fyri
hálva mia. kr. í nýggjum lánum
og kredittum til føroyskar
vinnu kundar. Úrslitini hava verið
góð og útlitini eru góð.
Vit sóknast tí eftir einum
vinnukundaráðgeva, sum ynskir
at skapa virði fyri kundarnar hjá
bankanum, og sum setir góða
tænastu í hásæti.
Starvið
Tú fært ábyrgd av kundum
innan fiskivinnuna, alivinnu,
skipavinnu og innan atknýttar
vinnur. Arbeiðið fevnir um alt
samskifti við vinnu kundar,
ráðgeving, kreditt viðgerð og
støðu takan til fyrispurningar frá
kundunum.
Tú verður partur av einum
skund miklum og støðugt
skift andi umhvørvi. Vinnu
kunda deildin hevur 13 roynd
og dugnalig starvsfólk. Deildin
virkar í tøttum samstarvi við
Kreditt deildina og við Eik
Markets.
Tú fært góðar arbeiðs um støð
ur og setanartreytir. Tú fært
somu leiðis góðar møgu leikar
at víðarimenna og útbúgva teg í
starvinum.
Starvsstaðurin er Yviri við
Strond í Havn.
Fakligir førleikar
Vit vænta, at tú hevur stóran
áhuga fyri okkara høvðusvinnu
og at tú hevur royndir við
vinnukundaráðgeving og/ella
viðkomandi útbúgving, eitt nú
HD, cand. merc. ella viðkomandi
útbúgving innan fiskivinnu.
Persónligir eginleikar
Tær dámar væl at hava tætt sam
band við kundar og tú dugir væl
at samskifta. Tú ert uppsøkjandi,
hevur góð samstarvsevni og er
positiv/ur av lyndi.
Áhugað kunnu seta seg í
samband við Olav Guttesen,
vinnukundaleiðara á telefon
548181, teldupostur og@eik.
fo, ella við Fanny Petersen,
HRleiðara, telefon 548530,
teldupostur fp@eik.fo.
Starvið verður sett skjótast
gjørligt og løn verður ásett
sambært avtalu.
Skrivligar umsóknir skulu
sendast til starv@eik.fo, og vera
okkum í hendi í seinasta lagi
mánadagin 15. juli 2013.
Eik Banki vil verða fremsta val føroyinga, bæði tá ræður um privat
kundar og vinnukundar. Umframt á vinnukundadeildini veita vit
ráðgeving og fíggjarligar tænastur á Eik Markets og 6 privat kunda
deildum kring landið. Í Eik starvast uml. 170 fólk.
Vilt tú verða við
til at menna eina
vinnukundadeild
í vøkstri?
www.eik.fo