Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-11, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juli 2013síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Fríggjadagur 12. juli 2013 · Nr. 79 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 enn, at teir bregða til hansara bæði i reystleika og dugnaskapi. Fleiri av teimum eru skiparar, summir besta­ menn og aðrir dugandi skipsmenn. Mangan í vanda á sjónum At ein slíkur sum gamli Jørgen, sum so leingi og so dúgliga hevur søkt sjógvin ofta hevur verið í vanda staddur, er vituligt. Soleiðis er at taka til ein landsynningsdag á Norð­havinum, tá Degn við Gauntlet fekk fatur á bátin og førdi Jørgen við mannskap inn til Víkar. Eina aðra ferð var hann við línu á Høkilinum og hevði júst blakað tað seinasta flotið út, tá hann knappliga brast á av norðri. Fýramannafarið høvdu teir, og vindurin var skjótt so nógvur, at tað gekk upp hjá teimum at hava hann framyvir. Línuni vildi teir ikki gjarna skiljast frá, men fóru beinanvegin at taka upp aftur. Men so fingu teir eisini roynt seg og bát inn til Borðuna. Har stóðu nólsoyingar og veittraðu teir at landi, og pøstir, sum teir vóru, lótu teir sær eftirlíka, tó teir ikki endiliga høvdu ætlað sær at seta upp. Fleiri toftabátar og nólsoyingar vóru upptiknir har. Minnist meg rætt var hetta sama ferðin, sum Jákup í Lon lat seg úr og gav einum útróðrarmanni, sum illa var komin á holdum, klæðir síni. Fyrstu ferð Jørgen var uttan­ borða var fyri støðni á Toftum. Bát­urin fór runt, sum hann var í. Tá var hann smápiltur. 15 ára gamal var hann eina aðru ferð við til Havnar eftir doktara og slapp tá á heimleiðini at vita, um tað var líka makligt at sita uttaná sum inni í bátinum. Doktarin, hann æt Petersen, mundi sjólátst, hevði ikki Jørgen fingið í lag at stinga arm hansara inn í homlubandið, tá ið teir høvdu fingið vent bátin við aftur. Fólk høvdu sætt av landi og komu skjótt til hjálpar. Eina ferð, meðan hann var á seiða­bergi, datt hann á sjógv. Ein dóttur hansara, sum var við og gjaraði út, var hjartkipt, tá hon sá faðirin svambla útfyri, tí at djúpt var. Men ikki vardi leingi, so stóð hann aftur á klettinum og fiskaði í tí váta karminum, sum um einki var hent. Jørgen, den dygtige Baadfører Fyri kortum komu út tær áhuga­ verdu endurminningarnar hjá Onnu Evensen. Hon var gift við Jens Christian Evensen, sum var próstur á Nesi seinast í 19. øld. Anna greiðir eisini í bókini frá tíðini á Nesi. Hon umrøður eisini Jørgen og ein son hansara í sambandi við ferðing til Havnar. Anna sigur frá: En Gang, for mange Aar siden, skulde der hentes en Læge fra Thors­havn til Næs. En ung Mand, Jørgen, sejlede efter ham. Paa Tilbage­vejen, kæntrede Baaden og begge faldt i Vandet. Den 16-17 aarige Jørgen reddede Lægen og svømmede med ham hen til en Klippe, der ragede op af Vandet. Heldigvis havde man observert Ulykken inde fra Land, og der kom saa en “Ottemandsfarer” ud og bjergede dem. Senere blev Jørgen gift og fik en seks, syv Sønner, og en af dem førte vor Baad, naar vi skulde til Thorshavn. Hændte det, at vi skulde ud paa en længere Tur og gamle Jørgen var med, sang han altid en Salme, naar vi stødte fra Land. “I Jesu Navn saa farer vi”. Medens den blev sunget, sad Jørgen og de andre Roere med blottet Hoved. Det var saadan en smuk Skik. I Reglen sang alle Fiskere denne Salme, naar de sejlede ud. Kom de i Havsnød, lovede de Kirken i Vaag paa Suderø, Offergaver, som Regel Penge. Mange Aar efter, kuldsejlede Jørgen og druknede, han der var en af Færøernes dygtigste Mænd til at manøvrere Baade i de farlige Farvande. En Gang ved Juletid skulde min Datter Elisabeth og jeg til Thors­havn. Vor Baad blev sat i Vandet og bemandet med de 6-8Mænd, der plejede at ro vor Baad (de roede efter Tur). Jørgens Søn, der var Formand for Roerne, var meget dygtig og det var ingen Sag at sejle. Sejlturen fra Thorshavn Men da vi havde gjort vore Indkøb og skulde til at sejle hjem, var det begyndt at mørkne og Blæsten var taget til. Da vi var kommet langt ud paa Fjorden, hvor Blæsten rigtig havde Magt, slog Bølgerne højt om Baaden. Blandt Roerne var der en stor Kryster, han blev bange og holdt op med at ro. Pludselig drejede Baaden rundt, det var meget uhyggeligt, men det var nu ikke den Gang vi skulde dø. Formanden var meget vred og skældte Krysteren ud: “...Naar du en anden Gang bliver sat til at ro, har du bare at blive ved med det, indtil du faar Ordre om at holde op...”. Diciplin maa der jo være. Formanden spurgte om vi var bange: “Nej, det er vi ikke”, svarede jeg “thi kan De komme hjem, kan vi ogsaa”. Men hjemme paa Næs var de meget urolige for os. Min Mand og de andre gik og kiggede efter os. kappi Komandi partur Í komandi parti verður millum annað greitt frá, tá ið Jørgen “stjól” konuna av Syðradali K Miðvikan Reyðibátur, sum synirnir hjá Jørgen áttu Davia og Emil hjá Jørgen við húski Jørgen saman við seks av sínum synum