Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-11, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juli 2013síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 12. juli 2013 · Nr. 79 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Skrivstovufólk Studentaskúlin og HF-skeiðið í Eysturoy søkir eftir skrivstovufólki ¾ tíð. Starvið umfatar alt vanligt skrivstovuarbeiði í samband við skúlan. Førleikakrøv • Skrivstovuútbúgving ella samsvarandi • Góður teldukunnleiki er ein fyrimunur Vit kunnu m.a. bjóða • góðar arbeiðsumstøður • ein lívligan gerandisdag, har ongin dagur er eins Tá ið tann sum settur verður, hevur dagligt samband við bæði lærarar og næmingar, er alneyðugt at viðkomandi hevur lætt við at samskifta. Setanartreytir Starvið verður lønt sambært sátttmála millum Starvsmannafelagið ella annað yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Umsóknarfreist Umsóknir skulu verða Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoy í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 2. august 2013. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Helgu Foldbo rektara, tlf. 214024 Landssjúkrahúsið Leys størv á Landssjúkrahúsinum Diagnostiski depilin: • Læknaskrivari til Røntgen Umsóknarfreistin er 15. juli 2013 Medisinski depilin: • Introstørv í Int. Med. Umsóknarfreistin er 26. juli 2013 kl. 12.00 • Sjúkrarøktarfrøðingar til barnadeildina Umsóknarfreistin er 26. juli 2013 kl. 12.00 Umsókn við CV og prógvum skal sendast við telduposti til: umsokn@ls.fo Sí størri lýsing á www.ls.fo Starvsfólk til Trivnaðar­ depilin – eind 9 – verkstøð og verkhús Søkt verður eftir verkstaðar assistenti í farloyvisstarv til Eind 9. Starvstaður er Verkhúsið Stíggjur í Saltangará. Talan er um 1 starv á 40 tímar um vikuna at seta frá 1. septembur 2013 til 15. juli 2014. Arbeiðstíðin er í dagtímunum. Starvið Starvið er á vardum verkstaði við 31 borgarum við serligum avbjóðingum. Á verkstaðnum verður dentur lagdur á framleiðslu og annað mennandi arbeiði. Arbeiðið er at skipa dagin, so at borgarin fær ein mennandi og innihaldsríkan dag. Dentur verður lagdur á, at borgarin lærir at megna egið lív. Førleiki • Útbúgving sum handverkari ella væl fyri handaliga • Kunnleika til fólk við serligum avbjóðingum er ein fyrimunur • Evni at samstarva og náa mál í felag • Tænastu sinnaður og setur borgaran í miðdepil Vit vænta at • at tú dugir at leggja arbeiðsuppgávur til rættis eftir førimuni hjá tí einstaka borgaranum • tú er tolin og dugir at læra frá tær • tú kanst arbeiða sjálvstøðugt, bæði við framleiðsluvørum og við sosialt mennandi arbeiði, saman við teimum, sum eru á verkstaðnum • tú ert opin fyri at luttaka á skeiðum/fundarvirksemi, ið mennir stovnin • tú er kropsliga og sálarliga væl fyri • tú hevur KT-førleika á byrjunarstøði Trivnaðardepilin kann bjóða Vit bjóða eitt starvsøki, sum er í støðugari menning og broyting, har alla tíðina verður strembað fram ímóti at geva eina betri tænastu til borgarar. Vit bjóða eisini eitt starvsøki við møguleika fyri persónligari og fakligari menning og samávirkan á gerandisuppgávur Løn og setanartreytir Setanarøkið er Almannaverkið og er í løtuni Trivn aðar- depilin eind 9. Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og av- varðandi yrkisfelag Fleiri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til eindarleiðaran Poulinu Johannesen tlf 297630. Umsókn Umsókn við hjáløgdum próvskjølum, viðmælum og CV skal sendast til Almannaverkið Trivnaðardepilin Smyrilsvegur 20 Postrúm 3096 110 Tórshavn Stílað: Umsókn Eind 9 Eisini ber til at senda umsóknina við telduposti til starv@ av.fo og viðmerkja ” Umsókn um starv - Eind 9” Umsóknarfreist: 26. juli 2013 Starvslýsing Smyrilsvegur 20 · Postsmoga 3096 · 110 Tórshavn · Tel 360000 Faks 360001 · av@av.fo · www.av.fo www.av.fo Almannaverkið er Føroya Størsta arbeiðspláss við 1.700 starvsfólkum, sum árliga veita 14.000 borgarum eina tænastu ella eina fíggjarliga veiting. Almannaverkið umsitur 1,7 mia. árliga Trivnaðardepilin eblaðið sos.fo www.gevidblod.fo VILT TÚ GEVA BLÓÐ? Felagið Blóðgevi Blóðbankin á Landssjúkrahúsinum J.C. Svabos gøta 43 100 Tórshavn Telefon: 30 45 22 Teldupostur: bbank@lsh.fo Blóðgevarar í Suðuroy Rannsóknarstovan á Suðuroyar Sjúkrahúsi Sjúkrahúsbrekka 19 800 Tvøroyri Telefon: 34 32 70 Teldupostadressa: lab@ssh.fo Klaksvíkar Blóðdonorlið Rannsóknarstovan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi Sniðgøta 1 700 Klaksvík Telefon: 45 45 45 Teldupostadressa: labblod@ks.fo Vilt tú vera við til at bjarga lívum, kanst tú teknað teg hjá einum av blóðgevarafeløgunum ella umvegis heimasíðuna www.gevidblod.fo Fólk kunnu geva blóð 3. hvønn mánað. Ein posi av blóði kann bjarga upp til trimum mannalíum