Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-11, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juli 2013síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 79 · 12. juli 2013 6 VIKUSKIFTI Ein av mótamyndunum, sum Rannvá hevur tikið, vísti eitt úrval av bland­aðum skandinaviskum móta, og myndir­nar vórðu tiknar til eitt Norður­ lendskt online magazine. Ein av mynd­ unum endaði við at verða hennara fyrsta forsíðumynd. – Tað var ein stór løta, og eg var bæði glað og errin. Mótamodellirnar eru ofta blaðungir tannáringar, sum hava eitt heilt serligt look, so tað var stórt at fáa eina forsíðu. Rannvá greiðir frá, at hon eisini hevur gjørt nakrar babe-myndir, sum til dømis eru at síggja í stílfullum mann­ fólka­magasinum, men tað dámar henni ikki serliga væl. – Pin-up er eitt sindur argandi og flirtandi, og tað er eitt sindur frekt. Babe-myndirnar hava eina meiri vulgera, sexuella útstráling. Eg havi roynt tað nakrar ferðir, men mær dám­ ar tað ikki nakað serligt, so tað er ikki nakað, eg renni eftir. Vildi sjálv vera fotograf Rannvá dámar sera væl at taka myndir, og hon hevur í grundini droymt um at at standa hinumegin myndatólið. Men tað eru nógvir fotografar um boðið, og tað er torført at fáa fótin fyri seg í vinnuni. – Tá eg eri til arbeiðis, leggi eg merki til, hvussu fotografturin arbeiðir, hvussu hann vegleiðir meg og hvørja út­gerð hann brúkar. Eg læri eina rúgvu um fotografi, og eg havi fingið ein hóp at kon­taktum hesa tíðina, greiðir hon frá. – Hetta er eitt umhvørvi, sum er ringt at koma inn í - tað er ein stongd kunstnaraverð, og tí er mítt modell­ starv eitt gott høvi at skapa mær eitt netverk, greiðir Rannvá frá og avdúkar sam­stundis, at júst tað er ein stórur partur av orsøkini til, at hon heldur á at arbeiða. – Eg haldi hetta fyrst og fremst vera stuttligt – og so skapar tað mær eitt stórt netverk. Men hetta er á ongan hátt nakað, eg verði rík av, slær Rannvá fast. Eitt sindur snýt Rannvá er tilvitað um, at tá tú arbeiðir sum modell, so er útsjóndin títt ar­beiðs­ amboð. Hon viðgongur, at hon gongur høgt uppí útsjóndina. – Man má síggja gott út, og man má ansa eftir ikki at forfalla. Eg kundi ikki funnið uppá at nýtt botox ella at opererað meg, men eg royni sjálvandi at »snýta« har eg kann, sigur Rannvá flennandi. Hon greiðir frá, at tað eru nógvir mátar at framhevja góðu síðurnar og at dempa tær minni góðu. – Sminka á strategiskum støðum hev­ur nógv at siga. Hóast eg havi stór­ar varrar, so verða mínar varrar ofta mál­ að­ar enn størri. Falskar eygnavippur verða næstan altíð nýttar, og gaffatape er sera snilt, tá bringan til dømis skal fáast at sita væl, flennir Rannvá. Hon vísir á, at tú skjótt lærir tínar bestu síðir at kenna, og so veist tú, hvussu tú skalt posera, fyri at fáa tað besta fram. Fyri at halda linjuna hevur Rannvá fingið sær ein persónligan venjara, og hon er í venjingarhølinum fimm ferðir um vikuna. – Í dag verður alt eisini fotoshoppað í størri ella minni mun. Summir foto­ grafar lyfta til dømis reyvina eitt sind­ ur, ordna skuggarnar og onnur smáting, meðan aðrir gera so nógv, at eg næstan ikki kenni meg sjálva aftur, greiðir Rannvá frá. Dagliga, tá hon fer í skúla, hugsar hon ikki nógv um, hvussu hon sær út. Men tá hon fer út at møta kundum og foto­grafum, sum vilja arbeiða saman við henni, ger hon nógv burturúr. – Arbeiðið snýr seg jú um mína út­sjónd, vísir hon á. Familjan – Eg havi tað gott við myndunum, og eg standi 100% inni fyri teimum. Eg haldi, at tær eru smakfullar og vakrar. Tað eru nakrar fáar, har eg føli, at fotografurin fór um míni mørk. Tær vórðu tiknar, meðan eg enn var nýggj í fakinum, men nú eri eg sera tilvitað um, hvat eg havi hug til og ikki. At summi fólk í Føroyum tó halda hánt um pin-up myndirnar, er Rannvá fullgreið um. Hon hevur fingið nógvar negativar viðmerkingar, síðani hon byrjaði sum modell, og fólk fýra ikki fyri at siga sína erligu meining. Spurn­ ing­ar sum »Hvat heldur tú teg vera« kunnu vera óbehagiligir, men Rannvá dugir at rista tað av sær, sum fólk siga við hana. Hinvegin hevur tað týdning, at familjan skal kunna góðtaka mynd­ir­ nar. – Tey hava øll sæð myndirnar og halda, at tær eru vakrar. Sjálvt omma hevur góðkent tær, so tað man vera í lagi, heldur Rannvá. Hon óttast heldur ikki, at fýra ára gamli sonurin fer at hava trupulleikar av myndunum. – Eg havi hann ofta við til mynda­ tøkur, so hann veit akkurát, hvussu tað gongur fyri seg. Rannvá er 30 ára gomul, og hon veit, at tað er ein høgur aldur innan modell­heimin. Hon hevur heldur ongar seriøsar ambitiónir um at náa langt ella at gerast professionel, tí hetta er henn­ ara frítíðarítriv og studiestarv. – Men um eg skal droyma stórt, so hevði tað verið heilt fantastikst at kom­ ið á forsíðuna á Vogue. Rannvá Joensen • 30 ár • Úr Havn • Býr á Oyrasundskollegienum • Er einsamøll við soninum, Jústa, sum er 4 ár • Lesur á Københavns Film - og fotoskole • Starvast sum model við síðuna av skúlanum • Føst model hjá merkinum Dixie Gray Mynd: Jack Høier Mynd: flemming thomsen portfolio Rannvá portfolio Rannvá portfolio Rannvá