fríggjadagur 12. juli 2013síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 79 · 12. juli 2013
4
VIKUSKIFTI
Samrøða
Eydna Skaale
eydnaskaale@hotmail.com
– Nógv fólk í Føroyum hava ilt í aftur
partinum av tí, eg geri, og eg fái javn
an speiskar viðmerkingar um tað.
Men hinvegin eru eisini fólk, sum rósa
myndunum, og sum halda tað vera kul,
at eg geri tað, eg havi hug til, sigur 30
ára gamla Rannvá Joensen.
Hon sigur seg tó ikki taka tað serliga
tungt, um fólk koma við keðiligum við
merkingum.
– Fólk skulu hava loyvi at halda tað,
tey vilja. Men eg haldi hetta vera stutt
ligt, og so leingi, eg havi hug, so haldi
eg á, slær hon fast.
Gamlir grísar
30 ára gamla havnardaman er nógv
eftirspurd sum modell, og hon hevur
í minsta lagið eitt arbeiði um vikuna
– ofta fleiri, um tíðin loyvir tí. Men
modellstarvið er ikki nakar gamal
dreymur hjá Rannvá.
– Tað byrjaði púra tilvildarliga, tá
ein make-up artistur setti seg í samband
við meg á Facebook. Tað var eitt
tíðarskeið, tá eg dyrkaði tann klassiska
pin-up stílin við reyðari varrastift,
uppsettum hári og vælsmurdum eygum
– og eg hevði eina slíka profilmynd á
Facebook.
Makeup artisturin vildi hava Rannvá
til eina pin-up myndatøku, men hon
ivaðist.
Rannvá tosaði við vinfólkini um
tilboðið, og tey ráddu henni øll til at
royna tað.
– Tað endaði við, at eg fór. Eg var
framvegis ivasom, tá eg møtti upp, men
tey vóru bæði fitt og professionel. Tað
var eitt sindur torført, og eg føldi meg
eitt sindur býtta at standa og posera
frammanfyri myndatólinum og hálva
vegna spæla sjónleik við einum flirt
randi andlitsbrá, sum jú er ein partur av
pin-up stílinum, viðgongur Rannvá.
Tað gekk tó ikki long tíð, fyrr enn
Rannvá var føst fús frammanfyri lins
uni. Nú hevur hon arbeitt saman við
nógvum ymsum fotografum, men tað
eru ikki allir, sum hava imponerað
hana.
– Tað eru heilt ótrúliga nógvir gaml
ir grísar, sum bara vilja sleppa at av
mynda konufólk. Og teir royna at trýsta
teg, so tú støðugt skalt vísa meiri húð.
Men eg standi føst við míni mørk, og eg
ansi sera væl eftir, hvørjum eg arbeiði
saman við, sigur Rannvá.
Hon hevur hvørki fingið sær agent
ella modelbureau, sum kunnu finna
henni modell-uppgávur. Í staðin nýt
ir Rannvá serliga Facebook til at fáa
arbeiði. Hon hevur eina síðu, har hon
hevur lagt nakrar av sínum model
myndum, og hon er eisini limur í ein
um netverki fyri fotografar, stylistar og
modellir.
– Eg vil stýra tí sjálv. Eg geri bara
tað, sum eg haldi vera stuttligt, og eg
arbeiði bara saman við fólki, sum eg
havi hug til, slær hon fast.
Nær uppgávurnar skulu gerast
spælir eisini inn, tí umframt at vera
í skúla hvønn dag, er Rannvá einlig
mamma. Tað er tí avmarkað, nær hon
fær møtt til arbeiðis.
– Eg havi sagt nei til nógvar upp
gávur, tí tíðin strekkir ikki til hjá mær.
Men eg plagi at taka í minsta lagi eina
uppgávu um vikuna.
Ymsar myndir
Rannvá hevur í størstan mun pin-up
uppgávur, og hon er blivin føst modell
hjá einum donskum merki, nevnt
»Dixie Gray«, sum ger klæðir í pin-up
stílinum.
Men hon hevur eisini gjørt aðrar
myndir, bæði mótamyndir og sonevndar
babe-myndir, sum hava meiri sexuellar
undirtónar.
– Eg haldi tað vera spennandi at
gera mótamyndir – og tað er nakað
heilt annað enn pin-up. Tú skalt posera
øðrvísi og hava eitt heilt annað andlits
brá. Tað er ikki sjónleikur í so stóran
mun, sum pin-up myndirnar.
Arbeiðið
snýr seg um
útsjóndina
– Tað eru veruliga nógvir fotografar, sum eru gamlir grísar og
bara vilja taka myndir av damum. Men tú lærir at sálda frá, og
tú finnir skjótt útav, hvørjir fotografar eru seriøsir og góðir at
arbeiða saman við, sigur 30 ára gamla Rannvá Joensen úr Havn,
sum starvast sum pin-up modell við síðuna av lesnaðinum
Mynd: Jack Høier