mánadagur 15. juli 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. juli 2013 · Nr. 80
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Skuldsettur fyri
Tann 18 ára gamli maðurin,
sum stakk fýra fólk við knívi í
Norðdepli í gjáramorgunin, er
skuldsettur fyri at hava roynt at
drepa eitt ungt par, sum hann
fór inn til sunnumorgunin.
Áki Bertholdsen
Maðurin var førdur fram í
grundlógaravhoyring
í
Føroya Rætti í gjárkvøldið,
har hann var varðhalds
fongslaður í smáar fýra vikur
fram til 9. august.
18 ára gamli maðurin
hevði ballast alla náttina, og
at ókendari orsøk var farin
inn í eini hús, har hann eftir
øllum at døma hevði ætlanir
um at drepa eina unga
kvinnu.
Svágur hennara var eisini
í húsinum og vaknaði av
ganginum, men tá hann
skuldi koma gentuni til hjálp
ar, var hann eisini álopin av
illa manninum.
Hann stakk og skar tann
unga mannin ikki færri enn
17
ferðir
ymsastaðni
á
kroppinum, eitt nú í hálsin,
búkin,
ryggin,
pannuna,
økslina og aðrastaðni við.
Somuleiðis varð tann unga
kvinnan stungin og skorin
tvær ferðir í hálsin og í
ryggin.
Hann er nú skuldsettur
fyri drápsroynd ímóti hesum
báðum.
Tey bæði tóku til rým
ingar undan manninum og
runnu einar 50 metrar yvir
til ommu og abba tann unga
mannin.
Elti tey
Men gerningsmaðurin elti
tey heilt inn á kamarið, har
omman og abbin lógu og
svóvu.
Hann legði eisini á tey við
knívi og stakk og skar abban
tríggjar ferðir í búkin og í
síðuna og omman skorin í
andlitið og í armin.
Av tí sama er hann skuld
settur fyri harðskap av ser
liga grovum slagi ímóti abba
num og ommuni.
Tey vórðu øll fýra flutt á
Klaksvíkar Sjúkrahús og eru
uttanfyri lívsvanda, men tey
høvdu mist nógv blóð.
Gerningsmaðurin
fór
aftur av húsum og varð eina
løtu seinni handtikin uttan
hóvasták í Hvannasundi.
Rætturin gjørdi av, at
maðurin
skal
varðhalds
fongslast í slakar fýra vikur,
til fríggjadagin 9. august.
Hesa tíðina skal løgreglan
brúka at kanna málið og at
avhoyra fólkini, sum vórðu
álopin og vitni í málinum.