mánadagur 15. juli 2013síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 15. juli 2013 · Nr. 80
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
drápsroynd
Knívurin
ikki funnin
Politiið hevur havt froskmenn niðri at leita
eftir knívinum, sum 18 ára gamli maðurin
nýtti at stinga tey fýra fólkini við
Leo Poulsen
Sjálvandi hevði tað verið
best, um vit funnu knívin,
men sakin stendur og fellur
ikki við knívinum, tí har er
so nógv annað at ganga eftir.
Tað sigur Bergleif Brim
vík, kriminalovasti.
Teir hava havt froskmenn
at leita fram við landi, og teir
hava leita við hundum uppi á
landi, men enn er knívurin so
ikki funnin.
Tað bleiv sett referatfor
boð í rættinum til grund
lógaravhoyringina, og av tí
sama fær Bergleif Brimvík
ikki sagt so nógv um kann
ingnarnar.
Vit hava góðar vónir um
at finna knívin, tí tað eru
nógv støð enn at leita, sigur
Bergleif Brimvík.
Politiið ger framhaldandi
sínar kanningar, og nøkur
fólk eru eftir at avhoyra.
Vit hava ikki fingið av
hoyrt offrini enn, so tað
verður gjørt í dag ella ein av
komandi døgunum. Tað bar
jú ikki til at avhoyra fólkini í
gjár. Tað eru eisini onnur
vitni, ið ikki eru avhoyrd enn,
sigur Bergleif Brimvík.
Biðið er um eina mental
kanning, og hon tekur sína
tíð at fáa avgreitt.
Tað ber ikki til at siga, nær
kanningarnar verða lidnar.
Men tá vit eru lidnir at kanna
málið, verður tað lagt fyri
juristarnar til víðari av
greiðslu, sigur Bergleif Brim-
vík.
Ókent motiv
Ungi maðurin hevði eftir øllum at døma sæð
seg illan inn á ungu gentuna í húsunum, tí
hann var farin innar í hennara kamar fyrst
Leo Poulsen
18 ára gamli maðurin, sum tíðliga
sunnumorgunin fór inn í eini hús í
Norðdepli, hevði eitthvørt mál at taka
upp við ungu gentuna.
Í somu húsum lá eisini svágurin hjá
gentuni og svav, og tað var hann, ið
kom henni til hjálpar.
Tað er ikki heilt greitt, hví ungi
maðurin válaði í einum slíkum blóðrúsi
hendan sunnumorgunin, men sum
skilst fleyt alt í blóði.
Tað er ikki greitt, hvat ungi maðurin
segði í grundlógaravhoyrinum, tí dóm
arin setti referatforboð. Tað ber tí
heldur ikki til hjá verjanum hjá unga
manninum, at gera viðmerkingar til
hvørki motiv ella annað.
Álopna gentan er ógvuliga ung,
helst á nakað sama aldri, sum 18 ára
gamli maðurin, ið nú er skuldsettur
fyri drápsroynd.
Ungi maðurin, sum var álopin, er
bróður at unnustanum hjá gentuni, og
altso svágur hennara.