mánadagur 15. juli 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. juli 2013 · Nr. 80
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hilmar Jan Hansen
Tað plagar at vera Áland,
sum
vinnur
kappingina
í skeet, men í gjár máttu
álendingar lúta fyri føroy
ingum, tí Marius skjeyt
so væl og Sámal í næstan
líka stórum stíli lukkaði av
aftanfyri. Eftir fyrsta av
fimm umførunum lógu teir
á odda, og tá komið var til
seinasta umfar, skutu teir
sera væl í teimum avgerandi
skotunum,
har
Marius
millum annað megnaði at
fáa 25 dúgvur, sum er fult.
– Eg royndi at halda
meg framman fyri Lennart
Åkerblom, og tíbetur eydn
aðist tað, sigur Marius,
sum sjálvur á leikunum í
Hetlandi í 2005 vann bronsu
í skeet.
– Kenslan at vinna gull,
er heilt ótrúlig, tí hesum
hava vit kempað nógv fyri,
og endiliga var tað okkara
dagur. Tað er drúgt arbeiði,
sum liggur aftanfyri, og
rutinan hevði ikki einki at
siga, nú tað eydnaðist.
Føroyar fingu 167 stig,
meðan
Áland
fekk
158
stig, og so komu Cayman-
oyggjarnar
á
bronsu
plássinum við 146 stigum.
Grønland var nummar fýra
og Bermuda nummar fimm.
– Hetta er fyrsta gullið, sum
Føroyar
nakrantíð
hava
vunnið í skjóting, so tað eru
vit sera fegin um og errin av,
sigur Johnhard Klettheyggj,
formaður í Skjótisamband
inum.
Sámal Debes hevur skot
ið í mong ár, men ikki fyrr
enn hesaferð lukkaðist hjá
honum at sleppa við til
oyggjaleikirnar, so hann var
sjálvandi eisini ovurfegin, tá
tað stóð greitt, at gullið var
vunnið:
– Nú havi eg roynt at
sloppið við í eini átta ár,
men havi verið akkurát ov
stuttur, so tað er stuttligt at
uppliva hetta. Marius skjeyt
upp til sítt allarbesta, og so
kemur mítt aftrat, men eg vil
halda, at størra trýstið lá á
mær, tí Marius var tann fyrri
at skjóta hvørja ferð, sigur
Sámal, ið fær undirtøku frá
viðskjúttanum:
– Ja, Sámal vísti styrki
og megnaði at skjóta so
gott í síðsta umfarinum, at
vit kláraðu tað. Hjá okkum
verður tað so einstaklinga
kappingin, sum er næst, og
hana gleða vit okkum til,
tí eftir liðkappingina liggja
báðir millum fýra teir bestu,
sigur Marius Joensen.
hilmarjan@sosialurin.fo
triathlon & Skjóting
ítróttur ítróttartoymi
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
Pætur Eyð.
Jensen
Silvur í tí nógva hitanum
Talan gjørdist um eina norðuratlantiska sigursgongu í triathlon í tí nógva hitanum
á Bermuda. Orknoyggjar, Føroyar og Hetland fóru avstað við heiðursmerkjunum í
kappingini hjá monnunum. Guðmundur Joensen vann silvur, aftaná eitt megnaravrik
Heri Simonsen
Mangan hevur tað verið ein
undanførsla hjá ítróttarfólki
frá teimum norðaru lond
unum, at tað er ringt at
standa seg í nógvum hita.
Men hetta gjørdu Bobby
Oag úr Orknoyggjum, Guð
mundur Joensen úr Føroyum
og Peter Fenwick til skammar,
tá teir á Clearwater Beach
vunnu ávikavist gull, silvur
og bronsu í triathlon.
Hjá kvinnunum var tað
Kerry McPhee úr Hebrid
unum,
sum
vann
gull,
Lynsey
Henderson
úr
Hetlandi vann silvur, og
Laurie Orchard úr Bermuda
vann bronsu. Sostatt vunnu
teir »køldu« oyggjabólkar
nir í norðurhøvum fimm av
teimum seks heiðursmerkj
unum fyri einstaklingar, og
tað er merkisvert.
Men, sum ein áskoðara
segði so klókt, tá kappingin
var liðug:
– Eingin ferðast so langt,
bara fyri at tapa.
Sá gott út tíðliga
Tað sá tíðliga gott út hjá
Gudmundi Joensen. Longu
aftaná svimjingina í sjónum
var hann nummar trý, og tað
gekk væl at skifta yvir til
súkklingina. Tó var tíðliga
greitt, at Bobby Oag, sum
hevur staðið seg væl í kapp
ingum í Norður-Skotlandi fór
at gera ein ordans vørr.
Bobby Oag helt eina góða
frástøðu gjøgnum alla kapp
ingina, men sigast má, at hann
legði nógv fyri. Tá hann kom
á mál var hann fullkomuliga
fyrilagstur. Sjáldan hevur
ein sæð so fegnar áskoðarar,
sum áskoðararnar hjá Orkn
oyggjum, tá Bobby Oag.
Onkur teirra segði, at talan
varð um ta størstu ítróttar
hendingina á Orknoyggjum
nakrantíð.
Heiðursmerki var
tíðliga víst
Evald Rasmussen, venjari hjá
Gudmundi Joensen og David
Arge
Klevang
Pedersen
gjørdi tíðliga greitt, at vit
skuldu ikki droyma um gull,
tí Bobby Oag var strokin
undan hinum. Guðmundur
og Peter Fenwick stríddust
hinvegin
rættiliga
leingi
hart um silvurheiðursmerki.
Tó var rættiliga tíðliga víst,
tá mennirnir høvdu skift
súkkluteinin út við renni
teinin, at Chris Walker úr
Gibraltar, sum er vanur við
nógvan hita fór ikki at standa
monnunum úr norðurhøvum
kurl, og tí vistu vit tíðliga í
renningini, at Guðmundur
fór at fáa eitt heiðursmerki.
Seinastu løtuna megnaði
Gudmundur at stríða seg
framum Peter Fenwick, og
endaði á øðrum plássi við
tíðini 2 tímar, 1 minuttur og
17 sekund, 14 sekund framm
an fyri Peter Fenwick, men
kortini 1 minutt og 13 sekund
aftanfyri Bobby Oag, sum
legði nógv fyri at vinna kapp
ingina.
Stór framgongd
Evald Rasmussen helt fyri,
aftaná lokna kapping, at
ein kundi bara fegnast um
ta
stóru
framgongdina
hjá
Gudmundi
Joensen.
Gudmundur hevur flutt seg
frá einum 16. plássi á leik
unum á Isle of Wight í 2011 til
eitt annað pláss í 2013. Evald
Rasmussen var eisini nøgdur
við avrikið hjá Davidi Arge
Klevang Pedersen, sum fekk
eitt heiðurligt 25. pláss.
45 íðkarar vóru við til
kappingina, og fimm teirra
megnaðu ikki at fullføra
teinin í tí nógva hitanum.
Gudmundur sjálvur var fegin
um ta stóru framgongdina, og
hann útihýsir ikki, at silvur
heiðursmerki gevur honum
brell at fara eftir gullheiðurs
merkinum á oyggjaleikunum,
sum verða á Jersey í 2015.
Gudmundur undirstrikar,
at uttan eitt gott bakland,
konu, børn og familju annars,
sum hava verið noydd at
rætta seg eftir honum ið mati
o.ø., so hevði tað ikki verið
møguligt at rokkið einum so
góðum úrsliti.
Gudmundur undirstrikar
eisini, at Evald Rasmussen
hevur havt stóran týdning
fyri, at hann nú hevur rokkið
einum so flottum úrsliti.
Gudmundur heldur ikki, at
tað ikki er so óvæntað, at
menn frá oyggjunum við
teimum kaldaru veðurløg
unum stóðu seg so væl í
kappingini. Menn frá økjum
við køldum veðurlagi eru
eyka fyrireikaðir uppá at
drekka nógv vatn, og laga seg
til umstøðurnar, undirstrikar
føroyski silvurvinnarin.
heris@sosialurin.fo
Skutu sær søguligt gull
Marius Joensen og Sámal Debes framdu eitt bragd, tá
teir í gjár sannførandi megnaðu at koppa álendingum
í liðkappingini í skeet-skjóting og vinna gull. –
Endiliga var tað okkara dagur, staðfesti Marius, sum
sjálvur fleiri ferðir hevur verið á oyggjaleikum
Marius Joensen og Sámal Debes, sum vunnu søguliga gullmerki í skjóting í gjár,
tá teir í skeet megnaðu at vinna á favorittunum úr Álandi og øllum hinum
Fylg oyggjaleikunum á in.fo
Tróndur Arge, Hilmar Jan Hansen og
Heri Simonsen eru á Bermuda
Guðmundur Joensen
vann silvur, aftaná
eitt megnaravrik