mánadagur 15. juli 2013síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 15. juli 2013 · Nr. 80
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Heri Simonsen
Sjálvt um talan var um
steikjandi hita á strandaflog
bóltsvøllinum, so gjørdist
talan um eitt satt ódnarveður,
tá Lena í Buð og Guðrið
Syderbø spældu sín fyrsta
landsdyst fyri tað føroyska
stranda-flogbóltslandsliðið
ímóti Cayman-oyggjunum.
Fyrsta settið endaði 21-3
til Cayman-oyggjarnar, og
tað sá satt at siga ikki gott út
hjá Lenu og Guðrið, men tær
vístu góðar taktir í tí seinna
settinum. Í strandaflogbólti
verður spælt best av trim
um, og tað var ikki frítt, at
Lena og Guðrið skaptu ein
ávísan spenning í tí seinna
dystinum, har liðini fylgd
ust ta fyrstu løtuna, men
ímóti
dystarenda
fóru
caymansku kvinnurnar frá
Lenu og Guðrið aftur, og
endaði seinna settið 21-15
til Cayman-oyggjarnar, og
harvið tryggjaðu tær sær ein
2-0 sigur.
Fegnaðist um
seinna settið
Guðrið Syderbø ásannaði
aftaná dystin, at talan var
um eina katastrofala byrjan.
– Tað byrjaði øðiliga illa. Vit
royndu at spæla, sum eg
og Lena hava vant heima í
Føroyum. Vit spældu, sum
ein ger í vanligum innandura
flogbólti, har ein spælir
tríggjar ferðir, móttekur og
hevar. Men hetta rakk ikki
ímóti Cayman-oyggjunum. Í
øðrum setti gjørdu vit meira
tað, sum tær frá Cayman-
oyggjunum ikki væntaðu
vit fóru at gera. Vit sendu
bóltin
hinumegin
netið,
uttan at spæla hann tríggjar
ferðir.
Vit
koyrdu
eisini
servumóttøkuna
yvirum
beinavegin, og hetta gjørdi,
at vit fingu væl fleiri stig.
Vit kendu eisini, at vit høvdu
betri stýr á tí í øðrum setti.
Hetta er tann fyrsti dysturin
hjá okkum, og vit máttu eisini
venja okkum við hvussu tað
er at spæla her. So nú er
bert at vóna, at vit gerast
betur til tann næsta dystin,
segði Guðrið Syderbø, aftaná
dystin. Tíðliga mánamorgun
skuldu Guðrið og Lena royna
seg ímóti Gotlandi, og seinna
partin mánadagin ímóti Ber
muda, sum hevur tvey lið
í kappingini. Kappingin í
strandaflogbólti fer – løgið
nokk – ikki fram á einari
strond, men í nøkrum, sum
minnir um ein sandkassa á
ítróttarøkinum.
heris@sosialurin.fo
beachvolley
Lena og Guðrið harða byrjan
Kvinnulandsliðið
í strandaflogbólti
fekk eina harða
byrjan í tí fyrsta
settinum, men
tær vunnu seg
sterkt aftur í
øðrum setti
Eydbii Myndir