Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-15, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. juli 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. juli 2013 · Nr. 80 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur súkkling Fyrsti sprinturin eg havi vunnið Kundi verið stuttligari Torkil Veyhe vann í gjár silvur í 100 kilometra súkklingini hjá monnum. Hann kom á mál við tíðini 2:49.40, bert ein triðing av einum sekundi framman fyri nummar trý. Í liðkappingini bleiv tað til eitt fjórða pláss Soleiðis tekur Súsanna Skylv Sørensen til um 60 kilometra súkklingina í dag. Hon endaði á níggjunda plássi, men var bara tvey sekund frá nummar gullvinaranum Tróndur Arge - Bermuda Tað er ikki fyrr enn í seinasta svinginum, at tað er greitt fyri føroysku viðhaldsfólkini, at Torkil Veyhe ikki kem­ur á mál saman við gull­vinn­ aranum. Hann er 15 sekund frammanfyri fjølbroytta súkklaran úr Føroyum, sum ikki hevur sína styrki í sprint­inum. Í næsta bólkinum eru tríggir súkklarar. Tá teir koma til seinastu 2-300 hundr­að metrarnar á dala­ kenda vegstrekkinum er Torkil fremstur av teimum trim­um. Liðfelagin Bogi Kristiansen, sum valdi at gevast hálvan vegin, tí hann skal súkkla fjallasúkkling í dag, er eisini eitt sindur skept­iskur, tá hinri báðir royna at yvirhála Torkil, tá hann er í botninum á dal­ inum – bara hundrað metrar frá málinum. – Kom nú Torkil, letur í roynda súkklaranum. Torkil reisist á súkkluni og brúkar seinasta dropan av orku til at vísa hinum báðum at her tað Torkil í ræður. Millimetrar á muni Stutt eftir at Torkil er komin á mál er framvegis ógreitt, um hann hevur vunnið silvur, bronsu ella einki og er blivin nummar fýra. Men í somu løtu sum Sosialurin fær fatur á føroyska súkklaranum, koma gleðisboð frá dómara­ borð­inum: Torkil er silvur­ vinnari. – Tað er góðkent. Eg fór sjálvandi eftir tí besta, men tá tú ikki fært tað, so mást tú bara taka tað næstbesta, sigur Torkil í løtuni, hann fær at vita, at hann hevur vunn­ið silvur. Torkil kom á mál í einum sprinti saman við tveimum øðrum. – Eg haldi, hetta er tann fyrsti sprinturin, eg nakran­ tíð havi vunnið, so tað var deiligt, at tað skuldi verða akkurát í dag, sigur ein fegin Torkil Veyhe. – Vit høvdu planlagt, at eg skuldi fara við í eitt útbrot, meðan Gunnar Dahl Olsen og Bogi Kristiansen skuldu liggja í høvðusfeltinum og halda øðrum frá at bróta út, greiðir Torkil frá. Tað eydnaðist væl, tí Torkil Veyhe fór saman við fýra øðrum avstað. Seinni komu tríggir aðrir súkklarar við í fremsta bólkin. Tveir um­gangir fyri málið, fóru so fýra mans avstað og megnaðu at bróta frá hinum. – Tað gekk akkurát sum ætlað, men tá tann eini breyt frá okkum ein kilometur frá málinum, orkaðu beinini ikki at fylgja við meir, ásannar Torkil, sum kom á mál 15 sekund eftir vinnaran Tobyn Horton. Teinurin, sum var áleið 10 kilometrar, var smalur við mótkoyrandi trafikki. Ein tekniskur teinur, sum Torkil málber seg, og tað passaði honum fínt. - Tað er at brúka tað til sín fyrimun og eitt nú koyra skjótt gjøgnum svingini. Tað passaði mær fínt, tí eg havi súkklað í Danmark í eitt ár, og hetta minnir um tað, sigur Torkil Veyhe. Torkil mátti eins og hinir drekka nógv vant teir tímarnar, teir vóru á súkkluni, tí hitin gjørdi alvorliga um seg móti endanum. - Tað er at oysa vant niður í seg. Eg havi tømt seks dunkar og fekk alíkavæl krampa, sum er tekin upp á, at tú hevur drukkið ov lítið, sigur Torkil við einum brosi og leggur afturat, at hann eina ferð hevur roynt at súkklað í meiri hita. Tað var á Oyggjaleikunum á Rhodos. Gunnar Dahl Olsen kom á mál sum nummar tíggju, meðan ungi Jóannis Abert Nielsen kom á mál sum nummar 24. Hann var sera óheppin og punkteraði í eini tungari mótbrekku, og tað sást aftur á úrslitinum. Bogi Kristiansen valdi at gevast eftir hálvan annan tíma, tí hann skal súkkla í morgin aftur. trondur@sosialurin.fo Torkil Veyhe: Tróndur Arge Súsanna var einsamallur før­oy­ingur og hon var tann einasta, sum ongan liðfelag hevði í feltinum, tá 60 km súkklingin hjá kvinnum var á oyggjaleikunum í Bermuda í dag. Hetta er fyrstu ferð, at Súsanna roynir seg í líknandi kapping. – Eg eri væl nøgd. Hetta er fyrstu ferð eg royni meg í slíkari súkkling og tað er eitt øðrvísi spæl enn eg eri von við. sigur Súsanna. Fyrstu løtuna hugnaði før­ oyski súkklarin sær óført. – Teir fystu fimm um­ gang­irnir vóru pissifeitir at koyra. Har hendi nógv í felt­inum og fleiri royndu at rykkja og far frá, men ongin slapp leysur, greiðir Súsanna frá í hitanum í Bermuda. Súsanna var allatíð ein partur av fremsta bólkinum, men ásannar, at feltið ikki arbeiddi til hennara fyri­ mun. – Eg royndi allatíð at liggja framvið í oddinum og fara avstað um onkur fór, men tað var sum um at feltið vildi ikki arbeiða, so bólk­ urin fylgdist allan vegin. Ser­liga seinasta umgangin fór ferðin í botn og tað var sum um øll bíðaðu eftir sprint­inum og tað ætlaði eg ikki skuldi henda. Eg eri ikki ein góður sprintari, men tað gert ikki við, sigur Súsann Skylv Sørensen, sum trillaði á mál sum nummar níggju, við in.fo. Súkklað var á einum áleið 10 km teini, sum bjóðaði upp á nógvar lítlar brekkur og fleiri sving, har tað var torført at síggja hvat hendi framman­fyri. – Eg haldi at teinurin var spennandi og tað var nógv støð har tú kundi rykkja, men tað bleiv bara ikki so stuttligt, sum eg kundi hugs­ að mær, sigur Súsanna, sum saknaði onkran, ið hevði hug at stinga av frá feltinum, so tað ikki endaði við sprinti um málstrikuna. Sólin bakaði niður á súkklar­arnar, sum máttu drekka vatn sum ongantíð fyrr, men tað dámdi bara Súsonnu væl. – Eg føldi eitt sindur til tað í høvdinum í fjórða um­ gangi, men so var bara at drekka nokk av vatni. Mær dámar annars væl at súkkla í hita, vóru seinastu orðini frá Súsonnu Skylv Sørensen. Vinnari gjørdist Nicole Mitchell og nummar tvey bleiv Karen Bordage, báðar úr Bermuda. Úrslit: (Tímar:Min:Sek) 1. Nicole Mitchell (Bermuda) . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2:08:19.161 2. Karen Bordage (Bermuda) . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2:08:19.211 3. Ann Bowditch (Guernsey) . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2:08:19.600 4. Natalie Arrowsmith (Isle of Man) . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2:08:19.691 5. Susan Townsend (Jersey) . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2:08:20.412 6. Kimberley Ashton (Jersey) . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2:08:20.552 7. Christine Mclean (Shetland Islands) . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2:08:21.172 8. Karina Bowie (Guernsey) . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2:08:21.672 9. Súsanna Skylv Sørensen (Faroe Islands) . . . . . . . . . . . . . . . . 2:08:22.787 10. Marina Bleasdale (Guernsey) . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2:08:27.673 Úrslit: Einstaklingar (Tímar:Min:Sek) 1. Tobyn Horton (Guernsey) . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2:49:25.986 2. Torkil Veyhe (Føroyar) . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2:49:40.466 3. Andrew Roche (Isle of Man) . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2:49.40.495 4. Christian Spence (Jersey) . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2:49.40.586 5. Darren Bell (Isle of Man) . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2:51:06.070 6. Matthew Osborn (Guernsey) . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2:51:32.211 7. Richard Tanguy (Jersey) . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2:52:51.018 8. Philip Touzeau (Guernsey) . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2:52:51.298 9. Joshua Gosselin (Guernsey) . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 3:00:00.293 10. Gunnar Dahl Olsen (Føroyar) . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 3:00:00.685 24. Jóannis Albert Nielsen (Føroyar) . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 3:08:39.292 ( Bogi Kristiansen gavst eftir 1:31:55.955 ) Úrslit: Liðkapping 1. Guernsey 2. Isle of Man 3. Jersey 4. Føroyar 5. Bermuda