mánadagur 15. juli 2013síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 15. juli 2013 · Nr. 80
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fimleikur
Fyrsta liðgull nakrantíð
Bronsa til
kvinnurnar
Liðkappingin í mansfimleiki hevur aloftast staðið millum Isle of Man og Føroyar, men ikki fyrr enn í
gjár eydnaðist føroysku fimleikarunum at gera bart og vinna gullið framman fyri Isle of Man
Hilmar Jan Hansen
– Aftan á gólvið vóru vit
eitt sindur í iva um, um vit
rukku allan vegin. Men eg
haldi, at lopið trekti okkum
upp, tí har gekk betur enn
á gólvinum, og so kundu vit
at enda fegnast um at vinna
bronsu, sigur Fríðhild Reinert
Norðgerð.
Saman við Biritu Poulsen,
Anitu
Sigmarsdóttir
Davidsen,
Eydnu
Eivindardóttir
Danielsen
og
Katrin
Sólrunardóttir
Wardum vann hon í gjár
bronsu í liðkappingini hjá
kvinnum í fimleiki.
Kappingin var á gólvi og í
lopi, og føroysku kvinnurnar
fingu 93,450 stig, sum gav
bronsu. Isle of Man vann
gull við 101,500 stigum og
Bermuda vann silvur við
98,650 stigum.
– Tað er púra vist, at vit
eru fegnar um bronsuna,
tí eftir at vit vunnu gull
síðst, er støðið hækkað so
nógv. Ein stór broyting er, at
reglugerðin er broytt, so nú
skal man gera alt tað, sum
man klárar, og har eru vit
ikki líka sterkar sum Isle of
Man og Bermuda, ásannar
Fríðhild.
– Men vit fara so at royna
at fáa onkur heiðursmerki í
FIG-kappingini, tí har fara
vit at satsa eitt sindur. Og í
bundnu kappingini fingu vit
fleiri heiðursmerki síðst, so
tað vóna vit aftur hesaferð.
hilmarjan@sosialurin.fo
Hilmar Jan Hansen
Bogi
Berg,
Øssur
Debes
Eiriksfoss,
Olivur
Debes
Eiriksfoss og Jóni Brandsson
Christiansen vóru við til at
skriva fimleikasøgu, tá teir í
gjár við 76,050 stigum megn
aðu at tryggja Føroyum
gullið í liðkappingini framm
an fyri Isle of Man, sum
aloftast er farið avstað við
liðgullinum hjá monnunum,
men hesaferð »bara« fekk
75,000 stig og silvur.
– Tað gekk sum væntað,
tí vit fingu gullið, og tað var
tað, vit fóru eftir. Vit sóu, at
teir frá Isle of Man, sum eru
okkara størstu kappingar
neytar, vóru væl fyri, men
vit gjørdu okkara besta og
vóru tí betri enn teir, sigur
Olivur Debes Eiriksfoss, sum
enntá sjálvur annar av gull
vinnarunum kemur úr sama
húsi, tí hann og Øssur Debes
Eiriksfoss eru beiggjar.
– Alt gekk næstan perfekt
hjá okkum, so einki var at
seta fingurin á, og tað bleiv
munurin á okkum og Isle of
Man. Enn eru fleiri kappingar
eftir, og eg síggi ljóst upp á
næstu dagarnar. Vit vóna, at
vit fáa onkur heiðursmerki
aftrat, so hetta ikki verða tey
einastu, vit nú hava vunnið.
Eins og hjá kvinnunum,
kappaðust menninir í lopi og
gólvi, men her vóru marginal
arnir á føroysku síðuni, so
søguliga gullið kundi fáast til
høldar í kókandi heitu høllini
í National Training Centre í
St David’s har norðuri á Ber
muda.
Góðar vónir víðari
– Hetta er gott at leggja út
við, nú vit síggja, at íðkar
arnir eru so væl fyri. Hetta
er øgiliga gott, og vit eru øll
ótrúliga glað fyri hetta gullið,
sigur Rósing Dam, sum er
ferðaleiðari hesaferð, men
sjálvur fleiri ferðir hevur
verið við á oyggjaleikum sum
fimleikari.
– Menninir vóru ikki
tryggir í at vinna, fyrr enn alt
var liðugt, tí kappingin frá
Isle of Man var hørð. Men tað
var væl uppiborið, at Føroyar
vunnu, tí tað gekk væl hjá
fimleikarunum, ið koyrdu
tað heim.
Rósing hevur sum heild
góðar vónir fyri kappingini
víðari hjá bæði kvinnum og
monnum, tí har eru nógvir
góðir fimleikarar.
– Eg vænti, at í FIG-kapp
ingini, har einki mark er fyri,
hvussu torført tað kann vera,
fara at koma nógv heiðurs
merki aftrat, ikki minst hjá
monnunum,
sigur
hann,
meðan hann turkar sveittan
av pannuni.
– Nú havi eg ofta hoyrt,
at tað er torført at sita á
síðulinjuni, og tað kann eg
skriva undir uppá, tí hetta
var øgiliga strævið. Eg havi
siti fullur í nervum og hugt
at, so hetta er garrvilt.
hilmarjan@sosialurin.fo
Mansliðið í fimleiki hevur
millum ár og dag vunnið
nógv heiðursmerki, men í
gjár eydnaðist altso fyrstu
ferð nakrantíð at vinna
gull í liðkappingini
Fimleikakvinnurnar fóru eftir bronsuni og fingu hana, men tær hava
góðar vónir um at vinna enn fleiri heiðursmerki næstu dagarnar