mánadagur 15. juli 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. juli 2013 · Nr. 80
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur setanin
setanin skjótt
avgreidd
Hesaferð var
Heri Simonsen
Til mangar oyggjaleikir hev
ur sjálv setanin verið alt í
verðini ov lang, har alilangar
røður skulu haldast. So
leiðis gjørdist tíbetur ikki
hesaferð,
har
røðarnir,
altjóða oyggjaleikaforsetin,
Jørgen Petterson, forsætis
málaráðharrin á Bermuda,
Craig Cannonier, og bretski
guvernørurin á Bermuda,
George
Fergusson
hildið
stuttar, og til tíðir eisini
stuttligar
røður.
Góðar
trummuframførslur, dansi
framførslur
og
sangur
gjørdu eisini sítt til at lívga
ítróttarfólkini
og
áskoð
araranar, sum vóru komnir til
setanina. Setanin endaði við
einum sera hugtakandi og
dundrandi fýrverki. Margit
G. Joensen, flogbóltsspælari
bar flaggið, og Aron Jacobsen,
fimleikari bar krukkuna við
tí føroyska sjógvinum, sum
hesaferð
skuldi
stoytast
í ein bermudianskan bát.
Setanin fór fram á tjóðar
leikvøllinum hjá Bermuda,
har kappingarnar í frælsum
ítrótti fara fram. Føroysku
ítróttarfólkini sóast og hoyrd
ust væl til setanina, sum
vónandi verður ein fyrimynd
fyri setanir framyvir, so ein
sleppur undan ov nógvum og
tungum røðum, sum merktu
setaninar í farnum døgum.
heris@sosialurin.fo