mánadagur 15. juli 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. juli 2013 · Nr. 80
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kappróður
Spógvin hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ vann kappingina millum gentubátarnar í barnaróðrinum.
Hetta var fyrsti sigurin hjá Spógvanum í ár, og hann er triði báturin, sum vinnur hesa kappingina.
Títlingur vann á norðoyastevnu, Fípan Fagra vann á sundalagsstevnu, fjarðastevnu, jóansøku
og varmakeldu, og nú vann Spógvin, sum var nummar tvey á varmakeldu. Spógvin var eina
bátslongd frammanfyri Títling, ið vann sera tætta kapping um silvurplássið við Fípuna Føgru.
Formaðurin í størsta felagnum heldur, at kappróðurin er við
at avhøvda seg sjálvan, og formaðurin í Róðrarsambandinum
ásannar, at gongdin síðstu tíðina er undirstriking av, at nú eigur
tað at verða hugsað um sjálvan kappróðurin og ikki alt annað
Jóannes Hansen
Kappróðrarárið 2013 er komið
so mikið langt, at nú er bara
finalan á ólavsøku annan
sunnudag
eftir.
Seinastu
ferðirnar hevur tað ikki
gingið væl við róðrunum. Tað
var ikki gamalt at kapprógva
um kvøldarnar, men soleiðis
hevur tað verið tvær tær
seinastu ferðirnar. Klokkan
var farin av hálvgum níggju,
tá ið 10-mannaførini fóru um
málið á varmakeldustevnu í
Fuglafirði næstsíðsta sunnu
kvøld, og leygarkvøldið var
tað eisini komið væl út á
kvøldið, tá ið 10-mannaførini
komu á mál í Sørvági.
Eyðun Petersen er for
maður í Kappróðrarfelagnum
NSÍ. Hetta er felagið, sum
hevur eina flest og kanska
flestar manningar í hesum
róðrarárinum. Formaðurin
sigur seg hava eina greiða
kenslu av, at um gongdin
framvegis verður tann, sum
hon hevur verið seinastu
ferðirnar, so er kappróðurin
við at avhøvda seg sjálvan.
– Vit eru í kapping við
aðrar ítróttargreinar og so
nógv onnur frítíðartilboð.
Um tey, sum brúka stóran
part av árinum at fyrireika
seg til kappingar kenna, at
karmarnir og fyrireikingar
nar als ikki liva upp til tað,
sum tað í dagsins samfelag
eigur at verða roknað við, so
tíma tey ikki meir, og sam
stundis verður tað ógvuliga
torført at fáa nýggjar rógv
arar at bjóða seg fram. So her
er neyðugt at taka annað
skinn um bak og tað bein
anvegin.
Hvat hugsar tú um?
– Eg hugsi um at fáa skil á
karmunum soleiðis, at teir
eru í samsvari við áhugan
fyri at rógva, og eg hugsi um
formligu ásetingarnar. Í tí
fyrra førinum snýr tað seg
um í hvørjum økjum kapp
róðurin skal vera. Her er
neyðugt at rætta upp á
tingini. Í ár hevur tað verið
soleiðis, at annar hvør róður
hevur verið á plássum, har
feløgini, sum hava havt
ábyrgdina av at fyriskipa, als
ikki hava luttikið í róðrinum.
Fjarðastevna var á Skála,
sundalagsstevna var í Hval
vík og nú var vestanstevna í
Sørvági. Felags fyri hesi trý
plássini er, at tey ongan bát
høvdu við í kappróðrinum.
Tað sigur nakað um áhugan
fyri róðrinum. Tey hava í
fleiri ár vitað, at kappróðurin
fór at vera hjá teimum í ár,
men kortini hevur tað ikki
borið teimum til at bjóða seg
fram.
Men tey kunnu vera eins
góð at fyrireika fyri tað?
– Tað er møguligt, men
tíðir broytast, og í Sunda
lagnum høvdu tey stóran
bátafestival stutt framman
undan
sundalagsstevnuni,
og í Sørvági hava tey fyri
stuttum havt countryfesti
val. Leygardagin spældi veðr
ið ikki við, men tað var heilt
týðuligt, at felagið og bygdin
als ikki vóru før fyri at taka
ímóti FM kappróðri. Fasili
tetirnir á landi vóru ikki, sum
teir skuldu vera, fyrireik
ingarnar vóru ikki sum tær
skuldu vera á landi, og fasti
starturin var ikki, sum hann
skuldi vera. Veðurforsøgnin
var ikki góð, men tíðliga
seinnapartin var veðrið betri,
enn tað var fráboðað. Tí átti
tað at verið hildið fram við
FM róðrunum beinanvegin,
eftir at barnaróðurin var
liðugur. At tað so var fasti
starturin á 500 metrum, sum
skuldi flytast út á 1000
metrar, og at tað so var
neyðugt at leggja hann í
tveimum umførum, var or
søk til, at hetta var ein kapp
róður, sum á ongan hátt
kveikti undir áhugan millum
rógvarar og áskoðarar, sigur
Eyðun Petersen, formaður í
Kappróðrarfelagnum
NSÍ,
sum leggur aftrat, at sørving
ar løgdu ikki tað í fyrireik
ingarnar, sum tað eigur at
vera væntað, og RSF livdi á
ongan hátt upp til sínar
skyldur, tá um eftirlit, fyri
skipan og atgerðir ræður:
– Vóru fyrireikingarnar
upp á pláss, var róðurin
liðugur,
áðrenn
illveðrið
kom (tað var jú væntandi
sambært forsøgnunum), og
tá so illveðrið kom, so bleiv
ikki tikið atlit til ítróttina,
annað enn, at man fór ikki
útum 1000 metrar. RSF má
geva eina frágreiðing, so
vit skilja, hvussu tað ber
til at koma í hesa støðuna
yvirhøvur, sigur Eyðun Pet
ersen, sum rósar teimum
báðum monnunum, sum í
nógvar tímar royndu at fáa
tað at bera til inni við dráttin
Kappróðurin
skal
endavendast
ítróttur