mánadagur 15. juli 2013síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 15. juli 2013 · Nr. 80
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
og teimum, sum baksaðust
úti á fjørðinum í vánaligum
umstøðum.
Nýtt konsept
Formaðurin í størsta kapp
róðrarfelagnum í landinum
heldur, at tað nú skal leggjast
til rættis av nýggjum, og at
tað skal gerast við kapp
róðrinum í huga og ikki
øllum øðrum, sum kortini
ikki er nakað serligt.
– Eitt nú eiga róðrarnir
at vera, har tað eru bestu
karmarnir. Umframt í Klaks
vík og á ólavsøku, sum er
sjálvsagda finalan, so haldi
eg, at tað eigur at vera róð
í Trongisvági, í Kollafirði,
á Skála ella Vestmanna, í
Vágum har tað er best lívd
fyri veður og vind og so á
hvørjum ári í Fuglafirði og
á eystanstevnu á Skála
fjørðinum. Tað er ein stór
andsøgn í, at felagið hjá
okkum luttekur við flest
manningum av øllum, at vit
eiga fyrireikarar, sum aftur
og aftur hava prógvað, at
teir eru stak væl skikkaðir,
at vit hava eitt tað besta
róðrarøkið, og at vit bara
annað hvørt ár eru vertir fyri
FM kappróðri, vísir Eyðun
Petersen á.
Hann heldur eisini, at
tey í Róðrarsambandinum
eiga at vísa størri dirvi í at
taka avgerðirnar, sum eru
neyðugar at taka, og at tað
eigur at síggjast betri, at vit
og skil verður nýtt:
– Tá ið kappróðurin var
í
Fuglafirði
søgdu
allar
veðurforsøgnir, at tað fóru
ikki at vera líkindi at rógva
leygardagin. Eg eri ættaður
har inni frá, og fyrrapartin
fór eg inn fyri at kanna
líkindini. Eg tosaði við roynd
an útróðrarmann, sum segði,
at tað var ikki hugsningur
um at rógva. Men róðurin
varð ikki avlýstur, og so fóru
vit – við ringum tannabiti
– undir fyrireikingarnar til
dagin. Hjá okkum byrjar
róðrardagurin við, at 70
fólk hittast í neystinum, har
vit eta morgunmat saman,
áðrenn vit fara avstað við
bátunum. Ein sovornan dag
átti róðurin nógv fyrri at
verið útsettur til sunnudagin.
Tað átti hann eisini at verið
í Sørvági. Tá ið ein dagur er
ringur, so er tann næsti í
Føroyum góður. Tað fingu
vit aftur staðfest í gjár, og
Róðrarsambandið hevur jú
heimildina at útseta. Um
tað var neyðugt, so hevði tað
einki gjørt, um róðurin var
útsettur nakrar dagar aftrat.
Tað týdningarmiklasta er,
at
kapprógvararnir
hava
góðar umstøður, so tað ikki
er tilvildin, ið ger av, hvussu
úrslitið verður. At tað er
soleiðis er harmuligt, tá ið
havt verður í huga, at tey
hava vant síðani eina ferð í
vetur.
Neyðugt við
broytingum
Jan Herman Hansen, formað
ur í Róðrarsambandinum
sigur, at teir hava fingið fleiri
ítøkiligar spurningar frá for
manninum í Kappróðrar
felagnum NSÍ, og at teir nú
fara at svara teimum.
– Vit eftirmeta altíð saman
við lokalu fyrireikarunum,
sum vit nú fara at tosa
við. Í ásetingunum er til
skilað,
hvussu
tað
skal
farast
fram
í
sambandi
við róður. Har verður sagt,
at Róðrarsambandið skal
vera á staðnum og kunna
fyrireikararnar
í
vikuni
undan róðrinum. Vit vóru
í Sørvági í vikuni. Tá var
avrátt, at fasti starturin
skuldi roynast fríggjadagin.
Nú aftaná kunnu vit seta
spurnartekin við, hvussu tað
var við tí. Høvuðsorsøkin
til seinkingina var, at fasti
starturin ikki varð lagdur á
róðrarøkinum soleiðis, sum
hann átti at verða lagdur,
og at fasti starturin ikki var
lagdur á 500 metrar og 1000
metrar, sum hann eigur at
vera, men á 500 metrar og
2000 metrar.
Hvat sigur tú til sjónar
miðini hjá formanninum í
Kappróðrarfelagnum NSÍ?
– Eg eri samdur í, at tað er
neyðugt at hugsa meiri um
róðurin og minni um stevn
urnar. Tað vil siga, at tað
eigur at verða róð í bestu
róðrarøkjunum. Hetta hevur
ofta víst seg at vera eldfimt
at tosa um, og vit hava
ivaleyst verið ov lagalig. Tað
er aðalfundurin, sum tekur
avgerðirnar, men vit í nevnd
ini fara at leggja uppskot
fram um broytingar. Hesa
ferð var kappróðurin í Vág
um. Í tí sambandi kann eg
skoyta uppí, at fyri nøkrum
árum síðani – tað var áðrenn
eg kom í nevndina í Róðrar
sambandinum – bar eg upp á
mál, at kappróðurin í Vágum
var á vatninum. Tá fall tað
ikki í góða jørð. Hvussu tað
verður við tí, veit eg ikki,
men – sum Eyðun sigur – so
eru viðurskiftini broytt nógv.
Onnur tiltøk enn traditio
nellu summarstevnurnar eru
komin aftrat, og tú hevur
eina kenslu av, at summi so
at siga hanga upp á kapp
róðurin. Men vit í Róðrar
sambandinum mugu arbeiða
við at sleppa hesum binding
unum, um tað er neyðugt
fyri at fáa kappróðurin í
betri karmar og umstøður.
Tað er kappróðurin, sum vit í
varða av, mugu hugsa um og
ikki alt møguligt annað, ið
hongur uppi í, sigur Jan
Herman Hansen, formaður í
Róðrarsambandi Føroya.
Eisini í Sørvági var Lómur av Argjum fremstur í kappinini millum 6-mannafør
kvinnur í masterróðrinum. Í Fuglafirði var Lómur eitt vet frammanfyri
Gongurólv, sum var eina bátslongd frammanfyri Sølmund. Í Sørvági vann
Lómur á Sølmundi við meiri enn hálvari bátslongd. Gongurólvur var aftanfyri
Riddaran, ið varð nummar trý, og frammanfyri Skúgv.
Tað vóru tíggju róðrar í Sørvági
leygardagin. Tveir sigrar fóru til Klaksvíkar,
tveir til Miðvágs, tveir til Argir, ein til
Fuglafirðar, ein til Róðrarfelagið Knørrur,
ein til Tvøroyrar og ein til Glyvrar.
Myndir: Álvur Haraldsen
ítróttur