Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-15, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. juli 2013síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. juli 2013 · Nr. 80 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Einasti FM spenningurin undan finaluni á ólavsøku er millum 6-mannaførini við monnum, har Sølmundur kappast við Jarnbard og Gongurólv Jóannes Hansen Tað er avgjørt ella mest sum avgjørt, hvør skal vinna FM í øllum kappingunum. Einasta undantakið er í kappingini millum 6-manna­ førini við monnum. Har er Sølmundur framvegis frem­ st­ur, hóast hann á vestan­ stevnu endaði á áttanda plássi og harvið einki stig vann. Fremsti avbjóðarin er Jarnbardur, sum við triðja plássinum í Sørvági togaði seg upp á 31 stig og harvið bara er eitt stig aftanfyri Sølmund. Tann av hesum báðum bátunum, sum verður fremri á ólavsøku, vinnur FM, um tað ikki lagar seg soleiðis, at Gongurólvur, sum er trý stig aftanfyri Jarnbard, leypir bukk um báðar fa­vo­ rittarnar og tríggjar aðrar bátar. Í vánaligu líkindunum í Sørvági tók Tvørabáturin øll á bóli. Undanfarnu ferðirnar hevur hann ongantíð verið frammanfyri nummar seks! Meistararnir Jarnbardur við kvinnum og Erla Kongsdóttir eru einastu bátarnir, sum hava vunnið allar seks ferðirnar, og hesir báðir bátarnir tryggjaðu sær leygarkvøldið við sann­før­ andi sigrum FM heitið. Jarnbardur var sjey sek­ und frammanfyri Lóm, og Erla Kongsdóttir var meiri enn tólv sekund framman­ fyri Sílið. Gentubáturin úr Fugla­ firði, sum man vera ársins kappróðrarbátur, hevur nú vunnið FM tvær ferðir í kappingini, ið hevur verið á skrá síðani 2005. Fyrra FM heitið vunnu tær í fjør. Kvinnurnar á Jarnbardi hava vunnið FM tólv ferðir. Hetta er fyrsta FM heitið síðani 2007 og 2008. Merkis­ vert við ársins FM heiti er tað, at róðurskvinnan, Jannie Dam Jacobsen, leygardagin setti met. Hon er fyrsti kapprógvarin, sum hevur vunnið tíggju FM heiti. FM á gáttini Enn eina ferð var Klaks­ víkingur omaná í øgiligari kapping við Suðuroying. Hesa ferð var munurin millum kappingarneytarnar á 1000 metra málinum eitt hálvt sekund. Suðuroyingur hevði stavnin undan, tá ið teir fóru undir endaspurtin. Klaksvíkingar vóru dar­ vaðir undan ferðini vestur í Vágar, tí Svein Rógvi Nielsen Ljósstein, sum hevur verið fastur maður á lærinum og bátsformaður seinastu vikurnar, í vikuni gav avboð orsaka av sjúku. At tað eru umleið fimtan rógvarar knýttir at bátinum kom væl við leygardagin. Jón Syderbø, sum arbeiðir í Noregi, og sum hevur vant við, vikarieraði, og tað gekk so mikið væl, at Klaksvíkingur vann og á ólavsøku fer at vinna FM fyri fimtu ferð og triðja árið á rað. Tað er ikki so ofta, at 10-mannafarið hjá klaks­vík­ ingum vinnur í Sørvági. Síðsti sigurin undan honum leygarkvøldið var í 1970 ella fyri 43 árum síðani. Ta ferð­ ina vunnu teir í vánaligum líkindum á 2000 metra teini­ num. Undan vestanstevnuni hevði Argjabáturin vunnið allar róðrarnar uttan tann á sundalagsstevnuni, tá ið miðvingar vunnu. Hesa ferð var Miðvingur aftur bestur. Tað er bara á jóansøku, at Argjabáturin hevur vunnið stórsigur. Hinar ferðirnar hevur munurin verið ein bátslongd ella minni enn so, og soleiðis var tað eisini hesa ferð. Argjabáturin er tvey stig frammanfyri Miðving. Tá ið tað bara eru hesir báðir bátarnir, sum taka lut, so ber tað ikki til hjá argjamonnum at sleppa undan FM heitinum, sum teir frammanundan hava vunnið ellivu ferðir. Eftir at tær høvdu vunnið allar róðrarnar síðani á norðoyastevnu í fjør, kom á varmakeldu stígur í hjá kvinnunum umborð á 5-mannafarinum Havfrúnni við kvinnum. Í Fuglafirði var tað Ørn­ kappróður Orsaka av ivasomu ella vánaligu líkindunum gjørdu RSF umboðini í Sørvági av, at 8-mannaførini og 10-mannaførini skuldu kappast á 1000 og ikki á 2000 metrum. Í Miðvági og Sandavági verður bara kappast á 1000 metrum. Hetta var fyrsta ferðin, at 8-mannaførini og 10-mannaførini ikki kappaðust á longru teinunum í Sørvági. Tíbetur var eingin mansskaði í kappróðrinum í illveðrinum á vestanstevnu. Í sjálvum róðrinum var eingin skaði á bátarnar, men á veg til hús aftur var um reppið, at Havnar Róðrarfelag misti 5-mannafarið Sílið. Báturin og viðheftisvognurin vóru lættir á, og báturin varð skaddur. Kortini verður vónað, at tað fer at bera til at rógva við Sílinum á ólavsøku. Gull­krónurnar liggja á silvurfati ítróttur