mánadagur 15. juli 2013síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. juli 2013 · Nr. 80
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Jóannes Hansen
Eftir framúr avrikið og úrs
litið í Turku í Finlandi hós
dagin, tá ið Víkingur við 1-0
sigri á Inter Turku spældi
seg víðari í Europa liguni,
rendi Víkinga ferðalagið seg
í mjørkapropp í Keypmanna
havn. Tí var avgjørt ikki at
fara heim, áðrenn farið verð
ur niður til Rumenia.
Víkingur er nú í Vildbjerg,
sum er millum Herning
og Holsterbro. Á ítróttar
miðdepli eru víkingarnir á
venjingarlegu, inntil teir í
morgin umvegis Billund fara
til Rumenia, har dysturin
ímóti Petrolul verður hós
kvøldið 18. juli klokkan 18.00.
Atli Gregersen sá gult í
Turku. Tað gjørdi hann eisini
í fyrra dystinum, og tískil er
liðformaðurin leikbannaður
í Rumenia.
Avrikið
hjá
Víkingi
í
Turku hóskvøldið man vera
tað besta, sum nakað før
oyskt felag nakrantíð hevur
megnað í europeisku kapp
ingunum.
Serliga merkisvert er tað,
at Sigfríður Clementsen nú
hevur verið venjari tríggjar
ferðir, tá ið føroysk lið hava
spælt seg víðari í altjóða
kappingum. Fyrsta ferðin var
í 2005, tá ið B36 í UEFA Cup
basti íslendska ÍBV, og seinna
ferðin var í 2006, tá ið B36 í
meistarakappingini vann á
maltesiska Birkikara.
– Avrikið í Finlandi var
størri enn tey hjá B36 í 2005
og 2006, tí tað varð ikki rokn
að so nógv við okkum, sum
tað tá varð roknað við B36
hesi árini. Tað hevur ikki
gingið so væl í landskapp
ingini hjá okkum, og finskur
fótbóltur er væl betri enn
maltesiskur og eitt vet betri
enn íslendskur. So ja, eg
haldi, at spælararnir framdu
eitt bragd í Turku í Finlandi,
sigur Sigfríður Clementsen.
Í fimm ára gomlu Víkinga
søguni hevur tað ongantíð
eydnast liðnum at spæla seg
víðari úr fyrsta umfarinum
í europeisku kappingunum.
GÍ var fleiri ferðir í altjóða
avbjóðingum, uttan at tað
eydnaðist gøtumonnum at
vinna seg víðari, so hetta var
vorðið sum dagur í fótbólts
søguni hjá teimum í Eystur
kommunu og í føroyskari fót
bóltssøgu, tí hetta er kanska
størsta avrik, sum eitt før
oyskt felag hevur framt í
altjóða fótbóltskapping.
Brandur Jacobsen, for
maður í Víkingi, er sjálvandi
fegin um úrslitið og ógvuliga
stoltur av sínum monnum:
– Hetta er gott fyri spæl
arnar, sum vístu megnar
avrik, og hetta er ein heiður
fyri okkara felag og fyri før
oyskan fótbólt sum heild.
Eftir 1-1 í Føroyum høvdu
teir í Inter Turku sjálvandi
roknað við, at tað skuldi
eydnast teimum at spæla seg
víðari, men sum tað tørnaði
út, so haldi eg, at tað var fult
uppiborið, at tað er okkara
lið og ikki finska liðið, sum
nú skal spæla í Rumenia, var
heilsanin hjá Víkinga boss
inum hóskvøldið.
Hanus Jacobsen skoraði
sigursmálið við brotssparkið,
tá ið tað restaðu tólv min
uttir.
joannes@sosialurin.fo
fótbóltur europa league
Jóannes Hansen
Vónbrotið var øgiligt hós
kvøldið, tá ið HB misti euro
peiska plássið í síðstu løtu, tá
ið ÍBV skoraði við brotssparki
og við 1-0 sigrinumtryggjaði
sær rættin at halda fram í
Europa liguni. Íslendingar
vóru ovurfegnir, og tað var
týðuligt, at tað kom væl við,
at tað ikki endaði við, at eitt
føroyskt lið enn eina ferð
sendi teir úr kappingini:
– Tað verður ikki nógv
søtari enn hesin sigurin.
Liðið vísti framúr hugburð.
Vit vístu, at vit ongantíð
geva skarvin yvir, og vit
eru stoltir av avrikinum
og fara at minnast hetta í
langa tíð, segði Hermann
Hreiðarsson, venjari hjá ÍBV
eftir 1-0 sigurin og harvið 20
milliónir íslendskar krónur
fleiri í kassan og rættin at
spæla ímóti Reyðu stjørnu í
Beograd.
Oddbjørn
Joensen
og
hansara menn vóru sera
vónbrotnir:
– Dómarin segði, at hann
dømdi brotsspark fyri skump
í ryggin, og so er ikki meiri
at siga til tað. Vit spældu
framúr væl fyrrapartin av 1.
hálvleiki, tá ið vit høvdu fleiri
góðar málmøguleikar. Men
vit hava ikki boksspælaran,
sum
umsetur
sovornar
møguleikar til mál. Um vit
høvdu havt skorað fyrst, so
hevði dysturin myndast heilt
øðrvísi, enn hann gjørdi. Vit
avtalaðu, at vit skuldu ikki
bakka, men at vit heldur
skuldu leypa á, men tað
gjørdu vit ikki.
Hvussu fer vónbrotið at
ávirka?
– Nú hava vit bara lands
kappingina at hava fokus á.
Í vónbrotinum hóskvøldið
søgdu spælararnir, at nú
skal uppaftur meiri leggjast
fyri í royndini at vinna
FM, og tað fara vit at gera.
Spælararnir hava frí inntil
mikukvøldið, tá vit fara undir
fyrireikingarnar til dystin
ímóti KÍ sunnudagin.
Andrew av Fløtum hev
ur verið skaddur, men hann
verður við aftur sunnu
dagin.
joannes@sosialurin.fo
HB - ÍBV 0-1 (0-0)
Á Tórvsølli hósdagin 11. juli kl. 19.00
0-1: Arnar Bragi Bergsson br 90.
ÍBV samantaldur vinnari við málmuninum 2-1
Dómarakvartett úr Írlandi:
Robert Rogers, Kenneth Hennessy, Robert Clarke og Tomas Connolly.
HB: Teitur Gestson - Jógvan Rói Davidsen (Jákup Slættalíð, 90.+2.), Gunnar
Haraldsen, Jóhan Troest Davidsen, Alex dos Santos - Heini Vatnsdal, Bárður
Olsen, Fróði Benjaminsen – Christian R. Mouritsen, Bárður Heinesen (Kristin R.
Mouritsen, 68.), Símun Samuelsen (Pál Mohr Joensen, 76.).
Venjari: Oddbjørn Joensen
Gult kort: Bárður Olsen, Jógvan Rói Davidsen, Jóhan Troest Davidsen,
Alex dos Santos
ÍBV: David James - Arnór Eyvar Ólafsson, Eiður Aron Sigurbjörnsson, Brynjar
Gauti Guðjónsson, Matt Garner - Tonny Mawejje, Gunnar Þorsteinsson (Hermann
Hreiðarsson, 75.), Ian Jeffs, Víðir Þorvarðarson - Aaron Spear (Ragnar Leósson,
69.), Gunnar Már Guðmundsson (Arnar Bragi Bergsson, 56.)
Venjari: Hermann Hreiðarsson
Gult kort: Aaron Spear, Matt Garner
Inter Turku - Víkingur 0-1 (0-0)
Á Turku stadion í Turku í Finlandi hósdagin 11. juli 2013 klokkan 18.00
0-1: Hanus Jacobsen br 78.
Víkingur samantaldur vinnari við málmuninum 2-1
Dómarakvartett úr Armenia:
Andranik Arsenyan, Erik Arevshatyan, Hovhannes Avagyan og Manuk Fahradyan
Inter Turku: Bahne - Nikkari, Nyman, Aspegren, Lehtonen - Gruborovics (Duah,
56.), Bowman - Gnabouyou, Paajanen, Tumanto (Camara, 76.) - Sirbiladze
Gult kort: Gruborovics
Venjari: Job Dragtsma úr Hollandi
Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Dánjal
Pauli Lervig (Hjartvard Hansen, 67. ) – Hans Jørgen Djurhuus, , Hanus Jacobsen –
Filip Djordjevic, Jann Ingi Petersen, Kaj Leo í Bartalsstovu – Finnur Justinussen.
Gult kort: Atli Gregersen. Filip Djordjevic, Geza Turi
Venjari: Sigfríður Clementsen
HB er á veg úr kjallaranum
Víkingarnir vístu vegin
Oddbjørn Joensen óttast ikki, at vónbrotið ímóti ÍBV hóskvøldið fer at tyngja
spælararnar, sum nú hava hundrað prosent fokus á FM heitinum
Fyri triðju ferð eydnaðist tað hóskvøldið Sigfríði Clementsen saman við
sínum liði at vinna seg víðari í europeiskari kapping
Fróði Benjaminsen hevur
saman við Alex dos Santos,
roynt at vunnið á ÍBV við
B36, men tað eydnaðist ikki
at gera kunstin eftir við HB
Mynd: Álvur Haraldsen