mánadagur 15. juli 2013síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 15. juli 2013 · Nr. 80
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikið tunnilsrok hevur sein
astu tíðina eyðkent tíðinda
flutningin í landi okkara.
Tað kom sum ein bumba,
at Kári P Højgaard lands
stýrismaður ætlaði sær at
skriva undir sáttmála vegna
Føroyaland, og hervið binda
land okkara til eina avtalu
sum kann tykjast ivasom.
Men hví kom hetta sum
ein bumba? Jú, tí ongin hevði
roknað við, at tað lat seg gera
at fáa Skálafjarðartunnilin
gjørdan av privatum. Knapp
liga ressast øll við, nú gongur
málið ov skjótt. Hetta hóast
boðað hevur verið frá, at
landsstýrismaðurin arbeiðir
við málinum, eftir eini lógar
heimild sum varð samtykt í
2010.
Púra greitt tykist fyri teim
um flestu, at handfaringin
hjá Innlendismálaráðnum av
hesum máli kundi verið betri.
At man roynir at afturhalda
upplýsingum fyri lóggevandi
valdinum, er í besta føri
átaluvert. Tolir málið ikki
dagsins ljós, so sigur tað seg
sjálvt, at fólk verða óttafull
um, hvat ið er í ferð við at
henda. At løgfrøðin í Inn
lendismálaráðnum er farin
at ivast í sínum egna lógar
grundarlagi, at arbeiða við
teimum málum sum tey gera,
er mikið ørkymlandi. Málið
hevur tí fingið ta vend ið tað
hevur, og spennandi verður
at síggja hvussu politiska
viðgerðin av málinum verður
at hátta seg í heyst.
Til henda dag, hava vit í
Føroyum enn ikki gjørt okk
um greitt, hvussu vit vilja
framtíðarfíggja samferðslu
kervi okkara. Tað er henda
støðutakanin, sum í stóran
mun manglar. Summir polit
iskir flokkar vilja fíggja alla
samferðslu yvir skattin, með
an aðrir vilja fíggja gildið
við
brúkaragjøldum.
Alt
hetta meðan vit vita, at inn
tøkurnar ið landið fær frá
samferðslu í dag, eru nógv
hægri enn útreiðslurnar av
samferðsluni.
Mín
mein
ing er, at vit eiga at loysa
henda spurning sum skjót
ast, tí órógvið og bardagin
á hvørjum ári um fígging
av vegakervi og strand
ferðslu okkara, er drepandi
fyri trivnaðin hjá flestu
plássum uttanfyri Havnina.
Greiðast hevði helst verið, at
øll ferðaðust frítt, við pláss
bílegging á strandfaraskipum,
og at alt varð fíggjað umvegis
fíggjarlóg landsins.
Í nógv ár hevur verið
tosað um, at gjald fyri at
koyra ígjøgnum undirsjóvar
tunlarnar í Føroyum skal
verða við til at fíggja Sand
oyartunnilin, uttan at man tó
hevur funnið politiska semju
um hetta.
Tá nú so nógv ár eru ging
in uttan semju um hetta,
hvat er tað so sum gerð, at
Javnaðurin
og
Tjóðveldi
vænta at finna semju um at
eysturoyingar skulu fíggja
Sandoyartunnilin? Hví skulu
teir vilja tað, tá norðingar og
vesturbúgvar ikki vilja fíggja
hann, við bummpengum úr
Vága- og Norðoyatunlinum?
Ongin ivi skal verða um
at eg meti tosið um Skála
fjarðartunnilin verða eitt
marglætismál, tí í botn og
grund hevur samfelagið Før
oyar ikki brúk fyri einum
Skálafjarðartunli. Skálafjarð
artunnilin kemur, um hann
gerst veruleiki, at broyta
lívið rundanum Skálafjørðin
so grundleggjandi viðvíkj
andi vinnulívi, handilslívi,
skúlatilboðum, stovnum og
øðrum, at eg ivist stórliga
í, um fólkið kring fjørðin
ynskir henda tunnil, um
man hyggur eftir teimum
broytingum ið koma, tá
tunnilin er veruleiki. Tað
tykist
sum
verkætlanin
ikki sprettir úr fólkinum,
men heldur trongdini hjá
politikkarum at laða sær
varðar.
Sandoyartunnilin
har
afturímóti er lívsneyðugur
fyri framhaldandi eksistens
grundarlagi í eini heilari
oyggj. Vit kunnu bara hyggja í
hagtølini, og staðfesta hvønn
vegin tað hevur gingið við
hesum parti av samfelagnum
Føroyum.
So er tað spurningurin
hvat skulu vit taka framum,
eina marglætisfarleið ið kem
ur at stytta vegin til Havnar
við 10-15 minuttum, ella eina
farleið sum er lívsneyðug
fyri at eitt landafrøðiligt øki
í Føroyum yvirlivir?
Sjálvur havi eg ongantíð
havt tað stóru trúnna uppá,
at Skálafjarðartunnilin skal
fíggja
Sandoyartunnilin.
Tí hvør sigur at Skála
fjarðartunnilin verður tann
stóra
inntøkukeldan,
við
ella uttan eitt eykagjald fyri
Sandoyartunnilin? Har er jú
ein onnur farleið ið nýtast
kann. Um avkastið ikki verður
har tá Skálafjarðartunnilin
er liðugur, hvussu verður so
við Sandoyartunlinum, eftir
at Landskassin hevur lænt
1,2 mia kr til Skálafjarða
tunnilin? Er tað tá sannlíkt,
at landið ferð at læna 800
mió kr til ein Sandoyartunnil
afturat?
Hinvegin koma ætlanirnar
hjá
landsstýrismanninum
um, at privatir skulu byggja
Skálafjarðartunnilin at beina
fyri møguleikanum at Skála
fjarðartunnilin kann fíggja
Sandoyartunnilin fyri tíð og
ævir. Tað høvið kemur ikki
aftur fyrr enn tunnilin fellur
aftur til landið, um minimum
30 ár. Samstundis verða at
knýttar
vegaverkætlanir
helst neyðugar, sum fíggjast
mugu umvegis fíggjarlóg
landsins.
At ein fíggingarmøguleiki
av Sandoyartunlinum verður
tikin burtur, kann eg sum
tingmaður ikki liva við, uttan
so at annar fíggingarleistur
og politiskur vilji fyriliggur,
at gera Sandoyartunnilin
beinanvegin.
Viðgerðin í heyst verður at
vísa hvussu langt samhalds
festið í landi okkara røkkur á
samferðsluøkinum.
Sandoyartunnilin nú
Brandur Sandoy
Tingmaður fyri Fólkaflokkin
kjak
Í Dimmu 10. juli 2013 heldur
Jacob Vestergaard ikki, at
veiðitrýstið undir Føroy
um er ov høgt. Eg haldi,
at umsitingin í Fiskimála
ráðnum ella leiðslan á
Havstovuni eiga at greiða
Fiskimálaráðharranum frá,
hvussu veiðitrýstið verður
roknað av fiskifrøðingum,
so kanska hann segði nakað
annað.
Veiðitrýstið er ikki tal av
døgum ella tal av húkum
ella hvat mát vit áseta fyri
veiðuorkuna.
Veiðitrýstið í fiskifrøðis
ligum samanhangi er: Tann
brotparturin av tøka stovn
inum, sum verður fiskaður
hvørt árið.
Hesin brotpartur verð
ur roknaður út frá árliga
tilvøkstrinum til stovnin.
Tilvøkstur er tal av ungfiski
og hvussu væl hann veks
ur.
Líka síðan 1996 hevur
veiðitrýstið
verið
størri
enn árligi tilvøksturin til
stovnarnar. Gamalt var í
Føroyum at drýggja, men
tað hava vit ikki dugað síð
an 1996.
Vit hava ár um annað
fiskað meir úr stovnunum
enn
árligi
tilvøksturin.
Og úrslitið er heilt klárt
staðfest nú. Øll vanlig fólk
vita, at verður nýtslan
størri enn inntøkan so
gongur galið. Vit nýta meira
enn vit fáa inn og tað hava
vit gjørt líka síðan vit fingu
dagaskipanina.
Tað ræður um
at drýggja
Hjalti í
Jákupsstovu
Vágaportalurin boðar okk
um frá í dag, at fíggjarmála
ráðharrin og formaður í ein
um av størru flokkunum á
tingi ætlar at leggja fyri løg
tingið uppskot um at játta 1
mió kr. til stovnsetan av P/F
Sandoyartunnlinum, og at
peningurin skal nýtast til
at gera royndarboringar og
seismiskar kanningar í heyst
!!??
Tað er fyri mær ómøguligt
at finna nakað positivt tekin
í hesari játtan til gagns fyri
tunnilsgerðina. Seismiskar
kanningar eru gjørdar eins
og royndarboringar, og mær
kunnugt var júst ov lítið
av peningi játtað, so hasin
parturin av arbeiðnum varð
fullførdur. Við hesum pinku
loysnunum er nógv frægari
greitt at boða frá, at løgtingið
ætlar ikki at játta so stóra
upphædd, at tunnilin kann
gerast. So kenna sandoyar-
og føroya fólk støðuna hjá
føroya løgtingi!
Eg veit væl, at her er talan
um ovur stórar upphæddir,
men eins og í øllum øðrum
førum, tá stórar íløgur hava
verið gjørdar, so er talan um
gagnligar útbyggingar av
landi okkara til frama fyri
okkum øll.
Eg var sjálvur við til at
játta pening til gerð av - í
eygunum á fleiri - ta "vit
leysu" ætlan at gera tunnil
undir vestmannasundi. Ar
beiðið við at gera tunnil
undir havinum í føroyum var
óroynt og ókent. Tilboð komu
inn um at gera arbeiðið, og
fleiri fóru beinanveg í gongd
við at rokna út, hvussu
nógvar ferðir meiri enda
liga arbeiðið fór at kosta-
ábyrgdarloysi-! Men hygg
at úrslitinum í dag eins og
norðoyatunnlinum!
Eg var eisini við til at játta
pening til tað "ovur"stóra og
dýra skipið til suðuroyarleið
ina. Hvat siga vit í dag?
Minnist væl viðmerkingar
frá vágafólki, at kostnaðurin
fyri at koyra ígjøgnum ein
tunnil
var
"undirornað"
Nýggj farleið hevði nógv
meiri enn so at týða!
Men neyvan var meir enn
byrjað at koyra ígjøgnum
tunnlarnar
í
vágum
og
norðoyggjum, fyrr lokalir
politikkarar spurdu eftir, nær
"vit" sleppa undan at gjalda
fyri at koyra ígjøgnum, tí
tunnilin er "goldin"!
Tað hevur undrað meg, at
tá vágafólk og norðoyingar
skulu gevast at gjalda, tá
"teir" hava niðurgoldið skuld
ina av tunnlunum, hví vit
onnur so hava skula gjalda
fyri at koyra ígjøgnum?
Sum skilst av skriving
míni, so er niðurstøðan hjá
mær, at landsmenn okkara
eru sera ósolidariskir, tá
liðugt er at gjalda íløgur í
egnum umhvørvi, men vilja
ikki vera við aðrastaðni.
Er nakar ryggur í okkara
politikarum, so taka tit støðu
fyri, at vit halda áfram at
gjalda fyri at koyra ígjøgnum
tunnlarnar til frama fyri alt
samferðslukervið. Vit hava
ikki brúk fyri ryggleysum
politikarum. Solidariska ar
móðin er nóg mikið royndar
koyrd!
Tí vil eg heita á Jørgen
og løgtingið samlað: Takið
heldur støðu nú til at játta
neyðugu pengarnar, so tunn
ilsarbeiðið kann verða gjøg
numført- ikki í nítjanhundrað
og grønkál, men NÚ!
Boðskapurin frá Jørgen!??
Eyðun Mohr Viderø
Øll vanlig fólk vita, at
verður nýtslan størri
enn inntøkan so gongur
galið