Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-15, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. juli 2013síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. juli 2013 · Nr. 80 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 REPORTASJA Meira gularót enn pískur. Ein balansugongd millum pedagogikk og verulig arbeiðsavrik. Sosialurin hevur fylgt nøkrum av teimum 200 ungdómunum, sum eru við í tiltakinum Ung í Arbeiði í Tórshavnar Kommunu í summar Orð&myndir: Dánjal Højgaard Uttan fyri høllina á Nabb er rok­an í fjøruni. Framman fyri ein dunga av skervi standa tvey ung fólk við spaka og lempa skerv upp í eina hjólbøru, so at dustið stendur frá. Tá ið hjól­ børan er hálvfull, fer ein triði avstað við henni. Samstundis stendur tann fjórði klárur at rulla eina nýggja hjólbøru fram. Tað gongur slag í slag. – Strævið arbeiði, blæsir 16 ára gamli Heri Hjalt Mohr, tá hann kemur stunandi om­ an gjøgnum brekkuna við hjól­børuni. – Nokkso strævið. Ið hvussu so er fyri dreingirnar, argar hann, meðan hann hellir skervin úr hjólbøruni út á gøtuna. – Tað passar ikki, eru gent­ urnar skjótar at svara aftur. Bjørk Svabo Róadóttir og Emma á Dunga eru útgjørdar við hvør sínari jarnrívu, og so hvørt sum hjólbørurnar koma trillandi omaneftir og verða tømdar, raka tær skervin út, so at gøtan verður jøvn og sløtt. Stoltleikin av arbeiði Tey eru átta ungfólk í aldri­ num 14-16, sum hava fingið til uppgávu at gera eina gøtu í brekkuni millum ítrótt­ar­ høllina á Nabb og svimji­ høllina í Gundadali. Fyrst varð grivið omanav og niður á fasta mold. Síð­ ani varð dúkur lagdur á og grót lagt í botnin, og nú verður toppskervur koyrdur omaná. Og tað merkist í teimum ungu kroppinum, sum eru mest vanir við at sita stillir á skúlabonki. – Hetta hevur verið ræðu­ liga strævið. Tað góða er, at vit finna út av, hvussu tað er at arbeiða fyri kommununa, og mann lærir nýggj fólk at kenna. Mann fær nógv burturúr, sigur Emma, sum er 15 ára gomul og gongur í skúlanum á Argjahamri. – Eg havi lært, hvussu leingi tað tekur at gera eina gøtu. Meiningin var at vit skuldu gera tríggjar gøtur, men tað tók longri tíð enn væntað. Tað er hart at arbeiða so leingi. Eg visti ikki, at tað var so strævið at arbeiða, og nú skilji eg betri, hví mamma altíð biður meg hjálpa til har heima, sigur Bjørk, sum er liðug í 9. flokki á Argjahamri, og sum fer til Danmarkar á eftirskúla eftir summarferiuna. Emma arbeiðir nakrar tímar í Sunset, men hjá Bjørk eru hetta tey allar fyrstu fetini út á arbeiðsmarknaðin. Í dag er veðrið hampuligt. Mjørki og eitt sindur av sirmi, men fyri tað mesta hevur tað verið kalt og vátt, nú næstseinasti arbeiðsdagurin er upprunnin. Men tey hava hava lært at latið seg í eftir umstøðunum. Ein av avbjóðingunum var ein stórur hylur niðast í gøtuni. Tey máttu grava eina veit, so at vatnið setti frá. Ein onnur avbjóðing var, at streymkáplar lógu í jørðini, har gøtan skuldi vera. Káplarnir máttu gravast út og í samráð við lendisdeildina hjá kommuni vórðu teir flutt­ ir longur niður. – Tey hava verið øgiliga ar­ beiðs­som. Tey hava ongantíð grenjað, ja eru enntá komin við góðum hugskotum, og tey hava møtt til tíðina, sigur ein væl nøgdur Jógvan Róin, sum er bólkaleiðari hjá teimum átta á Nabb. Eins og fleiri av hinum bólkaleiðarunum lesur Jógv­an uttanlands, og hevur fingið ein summarkjans frá komm­ununi. Hann stendur fyri arbeiðinum, men fakligir ivaspurningar, sum krevja serligt innlit, verða loystir í samráð við lendisdeildina hjá kommununi. – Vit royna at læra tey góð­an arbeiðsmoral og virð­ ið í pengum. At mann má arbeiða fyri at fáa løn, og at tað ikki nýtist at vera keðiligt at arbeiða, sigur Jógvan, sum sjálvur hevur tikið spaka í hond og fyllir skerv upp í hjól­børuna. Hóast tað hevur verið strævið, so leggja tey ungu dent á, at samanhaldið hevur verið gott og at tey hava tosað ordiliga væl saman. Eisini síggjast arbeiðsroyndirnar aftur í kelinøvnunum, sum tey eru farin at geva hvør øðrum, har tey bæði hava eina ”Gøtu-Martu” og eina ”Elsu The Bøkk-bera”. Bæði Emma og Bjørk gleða seg til at tjena sínar egnu pengar. Tær halda eis­ ini, at tær kunnu nýta tær tær fyrstu arbeiðsroyndinar, tá tær skulu út á arbeiðs­ mark­n­aðin. Eisini merkir tú á teimum, at tær eru ikki sørt ernar av hava lagt kropp og rygg til eina spildurnýggja gøtu í Tórshavnar kommunu. Ein kensla av at hava gjørt mun. – Sum ein genta segði: Nú kunnu vit siga, at hesa gøtuna bygdu vit, siga Bjørk og Ebba, og raka enn eitt less av toppskervi út á gøtuna. Sum eftir ætlan verður liðug í morgin. Seinasta arbeiðs­dagin. framhald ➥ Ung í arbeiði Fyrstu fetini út Nú skilji eg betur hví mamma altíð biður meg hjálpa til har heima Bjørk Svabo Róadóttir, ung í arbeiði