Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-15, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. juli 2013síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. juli 2013 · Nr. 80 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Millum arbeiði og pedagogikk Á skrivstovu síni ovast á Margarinfabrikki situr Petur Háberg og togar í træðrirnar. Telefonin á borðinum ringir. Ein av arbeiðsbólkunum mangl­ar eitt stað, har tey ungu kunnu eta matpakkan, og nú roynir Petur at finna eina loysn. Hann samskipar Ung í Arbeiði. Frá 1. mei til 1. august hevur hann hetta burturav. Talan er um eitt tiltak undir Tórshavnar kommunu, men tað er Margarinfabrikkin, sum skipar fyri. Meginparturin av teimum ungu eru skipað í bólkar. Ofta eini átta í hvørjum. Teir hava hvør sín bólkaleiðara, sum eru vaksin fólk. Bólka­leið­ ararnir hava fingið hvør sína arbeiðsmappu, har endamálið við tiltakinum og tann ítøki­ liga arbeiðsuppgávan eru lýst. Tey arbeiða í ymiskum býar­pørtum. Hava eina fasta støð, har tey møtast, goyma amboð og hava matarsteðg, greið­ir Petur frá, meðan hann peikar á eitt kort, har bý­urin er býttur upp í økir. Á vegginum er eisini ein listi yvir teir 7 bólkaleiðararnar. Hann greiðir frá, at tað eru í høvuðsheitum tvey endamál við Ungum í ar­beiði. Annað endamálið er at fríðka um býin og gera upp­gávur, sum annars ikki høvdu verið gjørdar. Talan er aleina um uppgávur av kommunalan slag, og ikki uppgávur sum eru kapp­ ingar­avlagandi fyri privatu vinn­una. Hitt endamálið er at geva uppvaksandi ættarliðnum av býarbørnum eitt for­smakk upp á tað komandi arbeiðs­ lív­ið. Ein góðan forsmakk. – Endamálið er at geva teim­um ungu í kommununi eitt positivt inntrykk av a­rbeiðs­lívinum. Tað er høv­ uðs­enda­málið, sigur Petur. – Hetta er ikki ein lega. Hettar er veruligt arbeiði. Men vit taka fyrivarni fyri, at tey ungu eru ymisk og at hettar er nakað nýtt fyri teimum. Summi eru sterk og tola nógv av, meðan onnur mugu kjúklast meira um. Tí hava vit bólkaleiðarar, sum fyrst og fremst duga við menniskjum, sigur Petur og vísir á, at tiltakið er ein balansu­gongd millum arbeiði og pedagogikk. – Ætlanin er at geva teim­ um ein bleytan yvirgang til arbeiðslívið. Eingin ivi er um, at vóru hetta vaksin fólk, so vóru nógv av teimum langt síðani koyrd. Men vit royna at motivera tey og eggja teim­ um til. Vit vilja geva teimum kensluna av, at tey klára at gera eitt ar­beiða og tjena sínar egnu pengar. Vit royna at boosta sjálvs­álitið hjá teimum, sigur sam­skiparin. Tað krevur tol Í garðinum sunnanfyri Ellis­ heimið í V. U. Hamm­ers­ haims­gøtu eru kustarnir í sving. Ein gamal bonkur, sum hevði tænt fyri seg, er sag­að­ ur sundur og koyrdur burt­ur og beint nú eru tey í ferð við at feia savilspønirnar sam­ an. Seinastu tvær vikurnar hevur garðurin verið karmur um fyrstu arbeiðsroyndirnar hjá trimum ungfólkum. Tey hava lúkað, tikið rabarbur upp. Málað. Og viðhvørt eru tey farin ein túr á Sandvíkarhjalla við bólkaleiðaranum, Trúgva Jo­ hansen, við ruski. – Hetta krevur nokkso nógv tol. Eg havi ongantíð arbeitt fyrr, so tað krevur nokkso nógv tol at vera til arbeiðis í 8 tímar, sigur 14 ára gamla Íðunn Mortensen. Hon upplivir at tað er strævið at arbeiða. Og at hon hevur størri tørv á hvíld, tá ið dagurin er av. Og so heldur hon, at hon skilir betri hvat tað merk­ ir, tá pápin arbeiðir á skriv­ stovu og mamman á lands­ sjúkrahúsinum dagin langan. At tað kann vera møðsamt viðhvørt. – Onkuntíð hava tey verið nokkso lin, leggur Trúgvi upp í og hyggur argandi upp á Íðunn. Fert tú ov seint í song, orkar tú ikki upp morgunin eftir, og tað hevur onkuntíð givið at bíta. Annars letur Trúgvi væl at. Tey hava verið arbeiðssom. Viðhvørt í so arbeiðssom. Hava púrasta gloymt at hildið matarsteðg, so at hann hevur verið noyddur beinleiðis at steðga teimum. Tí arbeiðsdisiplinin er ein partur av upplæringini. – Eg haldi at eg havi út­ viklað meg hesa tíðina, sigur 14 ára gamla Ester Skála. – Tíðin gongur seint, men mann fær nógv meira tol. Mann kemur eitt stig longri, heldur hon fyri, meðan hon feiar. Men tíðin í garðinum hev­ ur ikki bara verið krevjandi. Tey hava eisini hugna sær og minnast serliga túrarnar niðan á Sandvíkahjalla sam­ an við Trúgva. Og tann góða matin. Og sodavatnið. Hvønn dag hava tey fing­ ið døgverða úr køkinum á Ellisheiminum, ”kongaligan mat”, sum Ester kallar tað. Harafturat hava tey havt beinleiðis atgongd til soda­ vatns­goymsluna hjá heim­ in­um. – Vit hava nokk drukkið allar kola´irnar hjá teimum, smílist Íðunn. Eitt greivalív. Men strævið kortini. – Onkuntíð hevur tað ver­ ið nokkso strævið fyri kropp­ in. Mann má ordiliga boyggja Ung í arbeiði Nú fái eg pengar í kassan, 4.500 krónur. Tað er ræðuliga nógv í mínum aldri Bogi Bech Húsgarð, 14 ár ROYNDIR 14 ára gamli Bogi Bech Húsgarð málar træverkið kring sparkivøllin við Skúlan við Løgmannabreyt. Tað er gott at sleppa at royna uttandura arbeiði, tí kanska fer hann at læra til timburmann