Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-15, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. juli 2013síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 15. juli 2013 · Nr. 80 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ryggin, sigur 16 ára gamli Rúni Johansen. Klokkan er farin at nærk­ ast 4 og skjótt hava tey frí. Hann geispar so hjarta­ liga. Atfinningarnar Á skrivstovuni síni á Marga­ rinfabrikki situr samskiparin Petur Háberg og roynir at fáa alt at ganga upp. Marga­ rinfabrikkin hevur í al­menn­ um lýsingum vent sær til havnarborgar og biðið teir ávísa uppgávur, sum liggja á láni. Gøtur skulu gerast. Spæli­ pláss skulu málast. Almenn økir lúkast. Undirtøkan er stór, og Petur skrásetir uppgávurnar, og skipar fyri hvussu tær skulu loysast. Atfinningarnar kennir hann. Um at hetta er bara tvætl og spæl. Við skatta­ borgarans pengum. Tung í arbeiði, sum onkur háðandi hevur kalla tey. – Hetta er so avgjørt ikki burturspiltir pengar. Fyri tað fyrsta verða uppgávur gjørd­ar, sum annars høvdu ligið á láni. So tað er ikki burturspilt. Hvussu effektiv tey eru, er sjálvandi ymiskt, men tú kanst ikki krevja tað sama av einum ungum fólki, sum arbeiðir fyri fyrstu ferð í lívinum, sum tú krevur av einum royndum arbeiðsmanni, sigur sam­ skip­arin. – Hetta við at sláa í nakkan og nú fert tú til arbeiðis, er ein farin tíð. Ungdóminum tørvar motivatión, hjálp til at fara úr reiðrinum og á flog. Tí verður talan ikki um stór arbeiðsavrik, men at motivera tey til arbeiðsmarknaðin. Sjálvur hevur hann verið upp í hesum arbeiðinum í fleiri ár. Og hann kennir seg sannførdan um, at tiltakið Ung í arbeiði er meira enn spæl. At tað veruliga er ein verulig lopfjøl hjá komandi ættarliðum út í arbeiðslívið. – Eg havi fingist við hetta í fleiri ár og fái javnan aft­ urmeldingar bæði frá teim­ um ungu og foreldrum teirra. Eg fái at vita hvussu týdningarmikið tað var fyri tey at tey vóru við í Ungum í Arbeiði. Tey hava fingið blóð á tonna við at tjena so nógvar pengar, og tey hava so funnið sær annað arbeiði. Hetta hevur skumpað tey í gongd. Málararnir í Hoyvík Á sparkivøllinum uttanfyri Skúlan við Løgmannabreyt síggj­ast ungir dreingir til ar­beiðis í hvítum mál­ara­ búnum. Teir eru í ferð við at mála trægarðin kring sparki­ vøllin svartan. Summis standa. Aðrir sita. Og onkur liggur. Teir hava málingabakkar, penslar og málingarullur. Onk­ur gongur á leistum. Fyri ikki at dálka teir fínu ítróttarskógvarnar, sum standa parkeraðir beint við síðuna av. – Ansa eftir ikki at mála ov tjúkt, ávarar bólkaleiðarin Jóna Ó. Dalsgarð. Í sama viðfangi ger hon vart við at onkur av dreingjunum er ov sparin við avdekninginum og má fáa sær meir papp undir knøini, so at hann ikki dálkar tann fína grøna vøllin. – Kanska eri eg eitt sindur strong. Men eg eri fitt, sigur hon argandi við dreingingar. – Aaahhhh, letur einum av dreingjunum. Og ein annars er skjótur at leggja afturat: – Sum ein segði: Tú hevur stjórapontentiali. Tú skalt bara ikki vera stjóri hjá mær. Tónin er góður. Í gjár og í dag hevur verið málingaveður. Teir hava mál­ að onkra træbrúgv og nakrar ferðslustopparar, áðrenn teir fóru í holt við sparkivøllin. Annars hava teir lúkað og rakað gras saman ymsastaðni í Hoyvíkshaganum. Teir eru slopnir at royna, hvat tað merkir at arbeiða úti. Veðrið hevur verið illfýsið viðhvørt. Tað oysregnaði. Onk­ur fekk karm. Teir máttu kroka afturundir onkrum set­húsum. – Hettar dámar mær væl. Tað er gott at sleppa at royna at arbeiða úti í øllum veðri. Eg ætli mær at læra til timburmann, um eg ikki verið telduprogrammørur. Mær dámar væl at rokast, smílist Bogi Bech Húsgarð og fær sær upp á málingarulluna. Hann er í plastikk­handsk­ um og hevur hettuna á málinga­búnanum væl fyri høvd­ið, so at bert andlitið kem­ur undan. Tann hvíti bún­in er í støðum svartur av málingablettum. Hann er bert 14. Hevur ong­antíð havt lønandi ar­ beiði fyrr, og dylir ikki fyri at pengarnir eisini vóru or­ søkin til at bjóða føroyska veðrinum av. – Hetta hevur verið ræðu­ liga hart. Harðari enn eg vænt­aði. Serliga tá ið veðrið var ringt. Tá gleddi eg meg at koma heim. Men tað var gott allíkavæl. Eg eri ordiliga sloppin at brúka kroppin, smíl­ist hann. – Nú fái eg pengar í kassan, 4.500 krónur. Tað er ræðuliga nógv í mínum aldri. Tað er deiligt at tjena sínar egnu pengar og bestemma hvussu pengarnir verða brúktir, sig­ ur hann væl nøgdur. At prísurin er, at hann noyðist fyrr í song og tíðiliga upp, meðan vinmennirnir, sum hava frí, kunnu taka sær av løttum, iðrar hann seg ikki um. – Tað er til at liva við. Eg fái pengar, tað fáa teir ikki, flennur hann meðan hann koyrir málinarulluna aftur og fram eftir trægarðinum. – Teir hava verið ótrúliga raskir og fittir. Ert tú fittur við teir, eru teir fittir við teg. Tað snýr seg um virðing, sigur bólkaleiðarin Jóna, sum sjálv hevur tikið málingarullu í hond. – Vit royna at geva teimum eina positiva fatan av arbeiði. Teir læra hvat arbeiði er, men vit koyra teir ikki í senk. Teir hava ógvuliga ymiska bakgrund. Summir eru vanir at arbeiða. Aðrir eru tað ikki. Summir hava kanska funnið út av, at teimum dámar úti­ arbeiði, meðan aðrir hava funnið út, av at hetta er ikki nakað fyri teir. Men tað er eisini fínasta slag. Royndirnar telja. Endamálið er eisini at geva teimum ungu innlit í, hvat tað merkir at vera tíma­løntur arbeiðari. Tað av­rikið, sum liggur aftanfyri ein arbeiðstíma. Og hvussu nógvar tímar tú t.d. mást arbeiða um tú skal forvinna tær fyri eitt telduspæl. Eisini er strangt eftirlit við uppmøtingini. Ert tú burtur, verður tú trektur í løn. Møtir tú illa, kanst tú vera koyrdur til hús, og so fær onkur annar á listanum kjansin. Her er eingin góða mamma. Men Jóna gremur seg ikki. Dreingirnir møta væl upp. Gera fyri tað mesta sítt besta. – Nú mugu tit skunda tykkum, um tit skulu blíva lidnir, skundar hon undir teir. Í morgin er teirra seinasti arbeiðsdagur. Tá má garðurin helst vera liðugt málaður. Ung í arbeiði Vit royna at boosta sjálvsálitið hjá teimum Petur Háberg, samskipari LØNIN – Tað er hart arbeiði, meðan tað stendur upp á, men tú ert glaður fyri tað tá tú kemur heim, tí tú veits at tú hevur gjørt mun, siga Emma og Bjørk (h.m), sum hava verið við til at gjørt eina nýggja gøtu millum ítróttarhøllina á Nabb og Svimjihøllina á Hálsi í Havn Ung í arbeiði Tiltakið Ung í arbeiði er eitt kommunalt tiltak, har ungdómar sleppa at gera sínar fyrstu arbeiðsroyndir. Tiltakið er í fleiri kommunum. Í Havn skipar Magarinfabrikkin fyri tiltakinum. Tey ungu eru millum 14 og 16 ár, og tey sleppa at arbeiða í tvær arbeiðsvikur. Tey 14 ára gomlu tjena 50% av eini arbeiðaraløn. Tey 15 og 16 ára gomlu tjena 75 %. Endamálið er at geva teimum ungu eina positiva uppliving á arbeiðsmarknaðinum. Tey gera ymsar fyrifallandi uppgávur bæði úti og inni, t.d. á dagstovnum. Tey eru skipað í bólkar við bólkaleiðarum. Í ár eru 210 ungdómar við í tiltakinum í Havn. Umsøkjaratalið var 416. SAMSKIPAN Petur Háberg, sum samskipar Ung í arbeiði í Havn, peikar á kortið yvir arbeiðsøkini í býnum Tað krevur nokkso nógv tol at vera til arbeiðis í 8 tímar Íðunn Mortensen, 14 ár UPPRUDDING Tey feia og rudda í garðinum uttan fyri Ellisheimið í V.U. Hammershaimsgøtu. Frá vinstru: Ìðunn, Rúni og Ester