týsdagur 16. juli 2013síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. juli 2013 · Nr. 81
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Marin Eidesgaard verður í
summar ein av vertunum í
sendingunum hjá Rás2.
Hesa vikuna hevur Marin
havt morgunsendingar, og
um vikuskiftið verður hon
eisini við at gera sendingar
frá G! Festivalinum.
Marin hevur í ár verið
annar av vertunum í send
ingini Ó-beinleiðis á Rás2,
og áður hevur hon eisini
gjørt
útvarpssendingar
í
Kringvarpinum.
– Mær dámar sera væl at
gera útvarpssendingar, og eg
gleði meg til eitt spennandi
og hendingarríkt summar
á Rás2, sigur Marin Eides
gaard.
Revsitiltøkini hjá ES móti føroysku
uppsjóvarvinnuni tykjast nærri og
nærri fyri hvønn dag, ið gongur.
Um dagarnar hoyra vit fiski
vinnukommisserin hjá ES tosa í
alsamt meira avgjørdum orðalagi
um eitt komandi boykott móti Før
oyum. Meðan boykottið higartil
hevur tikið støði í føroyska fiski
skapinum eftir norðhavssild, so
er makrelfiskiskapurin bæði hjá
Føroyum og Íslandi aftur at hoyra
av ES-háborgini.
Diplomatiska mýkingarmissjón
in hjá danska uttanríkisráðharran
um tykist samstundis fjara burtur.
Trætan er, sum nevnt fleiri ferð
ir, ein spurningur millum ES og
Føroyar. Danmark er í besta føri eitt
millumlið, sum kann ganga millum
partarnar, ið annars liggja í hvør
sínari skotgrøv. Danmark er okk-
ara vinur í ES, sum Kaj Leo Holm
Johannesen fleiri ferðir hevur
málborið seg í miðlunum.
Samstundis er Jacob Vestergaard
í donskum miðlum, har hann hug
leiðir um avleiðingarnar av einum
møguligum ES-boykotti.
Vit hava hoyrt, at Fíggjarnevndin
hjá løgtinginum hevur givið lands
stýrinum eini sjey milliónir til at
keypa serfrøði og verja Føroya søk
í trætuni við ES. Og vit hava eisini
hoyrt, at landsstýrið roynir at fara
løgfrøðiliga vegin og brúka altjóða
rætt til at steðga møguligum hand
ilstiltøkum frá ES.
Á tíðindafundinum hjá Mariu
Damanaki mánadagin varð víst á,
at íslendski forsætisráðharrin er í
Brússel í hesum døgum. Vit skulu
ikki gita, hvønn týdning tað hevur.
Men vit kunnu ikki lata vera
við at spyrja, um Bermuda er rætta
staðið at vera hjá Føroya løgmanni
í hesum døgum. Hví er tað mest
týdningarmikla uppgáva hjá land
sins leiðara at vera við í einari
sjálvskaptari tilgongd við óteljandi
lobbyfundum, sum kanska og
møguliga og aftur kanska geva Før
oyum Oyggjaleikirnar í 2019.
Í trætuni við ES tykist retorikk
urin í løtuni koyra í tómgongd.
Sambært Damanaki má føroyski
samráðingarviljin vísast í verki.
Sambært landsstýrinum er man
altíð til reiðar at fara aftur til sam
ráðingarborðið.
Men fyri okkum, ið standa uttan
fyri, tykjast dagarnir til eitt kom
andi boykott úr ES bara telja niður.
Vit síggja ikki landsstýrið gera
annað enn senda okkurt hissini
bræv avstað til Brússel. Og so sami
retorikkur umaftur – at man altíð
er til reiðar at samráðast.
Hví síggja vit ikki løgmann taka
í hondina á Mariu Damanaki, tá
nú bæði siga seg ynskja eina sam
ráðingarloysn?
Ella, fyri nú at halda seg til
retorikkin hjá løgmanni, hví skal
man lata vinmannin Villy arbeiða
fyri seg niðri í Brússel, meðan
man sjálvur gongur í shorts á Ber
muda?
Hví valdi løgmaður
Bermuda fram um Brússel?
Politikkur, taktikkur og frávera
Nýggi tíðindaportalurin hjá
Miðlahúsinum hevur nú ver
ið á netinum í tríggjar dagar,
og vitjanartølini hava verið
framúr góð.
– Vit eru sera fegin um
góðu móttøkuna, vit hava
fingið, og vit fara at gera okk
ara ítarsta fyri at veita føroy
ingum eina góða tíðindatæn
astu á internetinum, sigur
Jonhard Hammer, stjóri í
Miðlahúsinum.
– Fyrst og fremst skal
In.fo skriva føroysk tíðindi
til føroyingar, sigur hann.
In.fo leggur
seg eftir
føroyskum
Marin við mikrofonina
Váðin
er minni
fyri hvørja
sparda
krónu
Martin V. Heinesen
Kjak á síðu 14
Sam
felagið
diskrimi
nerar alla
tíðina
Agga Niclasen
Kjak á síðu 16
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Dagsins redaktørur: Jón Brian Hvidtfeldt
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
????
Um tvey tíðina leygarnáttina
varð ein maður tikin fyri at
koyra ávirkaður í Havn. Og:
Leygarnáttina um trý tíðina
fekk løgreglan boð um innbrot
í einum sethúsum. – Slík tíð
indi hoyra vit regluliga í loft
miðlunum ella at síggja á tíð
indaportalum. Mánamorgnar
hoyra vit av og á løgreglumenn
greiða frá, hvussu skilið hevur
verið í býnum um vikuskiftið.
Tá hoyra vit javnan orðini leyg
arnátt og fríggjanátt – men tá
kann lurtarin vera í iva um,
hvussu væl tann, ið tosar ella
spyr, dugir sítt móðurmál, t.e.
hvørjar nætur meinast við.
Næturnar eita altíð eftir
degnum, sum kemur aftaná,
so leygarnátt er náttin fyri
leygardag á føroyskum, t.e.
millum fríggjakvøld og leyg
armorgun. Stundum siga fólk
leygarnátt, tá ið tey meina
sunnunátt, t.e. náttina fyri
sunnudag, – við tí í huga, at
leygardagur røkkur líka til
sunnumorgun. Men so er ikki.
Náttin fyri sunnudag nevnist
sunnunátt. Náttin fyri mána
dag mánanátt o.s.fr.
Eitt nú verður á eini heima
síðu sagt um Náttarravnarnar,
at teir ganga vakt í býnum
fríggjanátt og leygarnátt í
Havn. Har eigur tað óivað at
vera “leygarnátt” og “sunnu
nátt”.
Her loypir ávirkanin úr
donskum fløkju í, tí á donsk
um merkir t.d. “fredag nat”
náttin fyri fríggjadag o.s.fr. Í
føroyskum er tað ikki so. Tað
eru mong, ið ikki eru greið
um tað, og tí kann misskiljing
koma í.
Her
kann
nevnast,
at
donsku orðini julenat og
nytårsnat merkja tað sama
sum i føroyskum, t.e. “náttin
fyri jóladag” og “náttin fyri
nýggjársdag”. Tað bendir á, at
tað, ið verður nýtt í føroyskum,
er tað upprunaliga.
At enda skal verða mint á,
at tað eitur ikki náttina til í
gjár, men gjáranáttina.
Fríggjanátt – leygarnátt
Málráð
frá Orðafragd
Marjun Arge Simonsen
málfrøðingur og cand.phil. í føroyskum