týsdagur 16. juli 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. juli 2013 · Nr. 81
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Jón Brian Hvidtfeldt
Uppsjóvarvinnan í Danmark,
Skotlandi, Írlandi og Hollandi
er av tí greiðu fatan, at fyrst
og fremst Føroyar eru stóri
skurkurin í uppsjóvarfiski
skapinum. Tí tekur vinnan
undir við, at ES setir í verk
handilstiltøk móti Føroyum.
Føroyski leikluturin í fe
lagnum hjá donsku uppsjóvar
vinnuni, Danmarks Pelagiske
Producentorganisation,
er
eyðsýndur. Tríggir av níggju
nevndarlimum eru nevniliga
føroyingar, búsitandi í Dan
mark. Teir eru Gullak Mad
sen, reiðari á Ruth, Fríði
Magnussen, reiðari á Asbjørn,
og Virgar Tindskarð, reiðari á
Beinur.
Av teimum trimum er
Gullak Madsen mest sjónligur
í
føroyska
samfelagnum.
Føroyski reiðarin í Hirtshals
er sera virkin i føroyskum
vinnulívi. Hann hevur sett
pengar, bæði í SMS og Bónus,
í oljufelagið Effo, og eisini
eigur hann fleiri bygningar
í Tórshavn. Ein av teimum
er bygningurin, har Lands
bankin helt til, og sum Fiski
málaráðið skal flyta inn í
næstum.
– Nei, eg haldi ikki, at
føroyingar hava serliga góð
argument, hvørki í makrel-
ella sildatrætuni. Eg haldi
ikki, at grundleggjandi argu
mentið um søgulig rættindi
er til staðar, sigur Gullak
Madsen.
Royndi
reiðarin,
sum
síðstu mongu árini hevur
búð í Hirtshals, er fullgreiður
yvir, at hann her traðkar út í
eitt eymt mál fyri føroyingar
flest. Ikki minst aktuella hótt
anin um ES-boykott hevur
trekt frontarnar hart upp. Og
í tí kjakinum hevur støðan
hjá Danmarks Pelagiske Pro
ducentorganisation
verið
bensin á bálið.
– Tað er ein sera løgin
støða at vera í sum føroying
ur. Eingin ynskir sanktiónir
móti Føroyum, og eg eri djúpt
ólukkuligur um ta støðu, sum
Føroyar eru komnar í. Hetta
kann í ringasta føri gerast
ein vanlukka fyri Føroyar,
sigur Gullak Madsen.
Hann hevur hug at víkja
undan, tá vit spyrja um støðan
hjá Danmarks Pelagiske Pro
ducentorganisation ikki bein
leiðis gongur ímóti føroysku
áhugamálunum.
– Vit mugu minnast til, at
hóttanin um boykott kem
ur úr ES. Danska stjórnin er
ímóti boykotti. Og okkara
felagsskapur kann ikki taka
stjórnina av ræði, argumen
terar Gullak Madsen.
Søgulig rættindi
Gullak Madsen heldur sum
longu nevnt ikki, at før
oyingar hava serliga góð
argument á hondini.
– Ja, tað hevur verið nógv
ur makrelur í føroyskum
sjógvi tvey ella trý tey síðstu
árini. Og ja, tað er nógv sild
í føroyskum sjógvi júst nú.
Men hvussu var støðan
fyri fáum árum síðani, spyr
Gullak Madsen og heldur
fram:
– Tú kanst ikki lata vera
við at hyggja eftir søguligum
rættindum. Um tú ikki brúk
ar tann lykilin at býta eftir,
hvat skalt tú so brúka? Tú
kanst ikki bróta við altjóða
spælireglur, tí harvið meld
ar tú teg úr altjóða sam
felagnum. Harvið er ikki
sagt, at ES hevur rætt, sigur
Gullak Madsen.
Reiðarin í Hirtshals legg
ur dent á, at hóast hann
argumenterar ímóti føroyska
politikkinum, so merkir tað
ikki, at hann tekur undir við
verandi býti.
– Eg trúgvi at tey flestu
eru samd um, at Føroyar
fingu ov lítið av makreli í
gomlu avtaluni. Men tann
spurningin má man taka
við samráðingarborðið. Og
har mugu tað vera søguligu
rættindini, sum liggja til
grund fyri býtið. Í løtuni
tykist politikkurin vera, at
man sleppur grundleggjandi
princippum fyri at ganga
egnar leiðir, sigur Gullak
Madsen.
Pengarnir
Tað er eingin loyna, at virðini
í uppsjóvarvinnuni eru sera
stór. Føroysku kvoturnar,
bæði eftir makreli og norð
havssild, eru trífaldaðar. Frá
strandalandaavtalum,
ið
góðu Føroyum umleið fimm
prosent av heildarkvotuni,
hava Føroyar ásett sær egnar
kvotur á 15 til 17 prosent. Men
afturfyri skal alt fiskast í
føroyskum sjógvi.
– Flestu eru væl samd um,
at fiskurin er ikki tann besti,
meðan hann er í føroyskum
sjógvi. Spurningurin er so,
um man ynskir at fiska kilo
ella fiska krónur, spyr Gullak
Madsen við greiðari adressu
til føroyska fiskivinnu–poli
tikkin.
Reiðarin er greiður yvir,
at nøgdirnar kunnu viga upp
ímóti kiloprísinum.
– Men er tað hetta slag av
fiskivinnupolitikki, ið man
ynskir, spyr Gullak Madsen
og dregur ein parallell til sín
egna fiskiskap:
– Í fjør fiskaði Ruth 10.000
tons av makreli upp á seks
vikur, og alt fór til matna.
Vit kundu fiskað fleirfalt so
nógv, um vit sluppu tað. Men
her eru kvotur á, og tað má
eg fyrihalda meg til, sigur
Gullak Madsen.
Vinnulívsmaðurin
Síðstu árini hevur Gullak
Madsen gjørt stórar íløgur
í føroyskt vinnulív. Hann
er stórur partaeigari, bæði
í SMS og Bónus, umframt í
Effo. Tí fara pengar í hansara
lumma, hvørja ferð stórt tal
av føroyingum fara til handils
ella fylla sær tangan.
– Ja, eg havi tjent pengar
í Danmark, og havi valt at
investera teir í Føroyum. Men
eg havi so ongantíð hugsað
tankan, at eitt møguligt ES-
boykott fór at raka meg aftur
á tann hátt, sigur Gullak
Madsen.
Hann tykist tó fortørnaður
av spurninginum:
– Eg kann bara selja míni
partabrøv, um fólk ynskja
tað. Longri er tann søgan væl
ikki. Men eg kann ikki gevast
við at fiska og arbeiða, tí ES
og Føroyar eru endað í einum
trætumáli, sigur Gullak Mad
sen.
Lagnunar speisemi vildi
tað soleiðis, at føroyska Fiski
málaráðið við Jacob Vester
gaard á odda nú flytir inn í
bygningin hjá Gullak Madsen
Yviri við Strond í Havn.
Landsbankin, sum ikki er til
meira, gjørdi eitt langtíðar
leigumál
við
vinnulívs
mannin. Og tað leigumálið
er bíligari enn leigumálið í
Bókbindaragøtu 8, har Fiski
málaráðið í dag leigar frá Eik
Banka, fyrrverandi Kaup
thing.
Virðið altjóða spælireglur
– Eingin ynskir eitt handilsboykott móti Føroyum. Men eg haldi ikki, at Føroyar hava góð argument
fyri tí, sum nú verður gjørt. Tað sigur føroyski reiðarin og vinnulívsmaðurin Gullak Madsen,
sum umvegis felagið hjá donsku uppsjóvarvinnuni mælir ES til at boykotta Føroyar.
– Tað er ein sera løgin støða at vera í sum føroyingur. Eingin ynskir sanktiónir móti Føroyum, og eg eri djúpt ólukkuligur um ta støðu, sum Føroyar
eru komnar í. Hetta kann í ringasta føri gerast ein vanlukka fyri Føroyar, sigur Gullak Madsen, føroyskur reiðari í Danmark