Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juli 2013síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. juli 2013 · Nr. 81 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Føroysk børn og ung fáa sín egna vaktarhund Nýtt barnaráð skal verja áhugamálini hjá børnum og ungum og skal virka óheft av politiska myndugleikanum Áki Bertholdsen Á nýggjárinum fáa føroysk børn og ung sín egna vaktar­ hund. Tá skal eitt serligt barna­ umboð og eitt barnaráð, setast á stovn, sum skulu verja og røkja áhugamálini hjá øllum børnum og ungum upp til 18 ár. Men barnaumboðið og barnaráðið skulu eisini verja áhugamálini hjá ungum yvir 18 ár, og sum eru skipanum hjá barnaverndini. Annika Olsen, lands­ stýris­kvinna í almanna­mál­ um, hevur skrivað eitt uppskot, sum hon ætlar at leggja fyri Løgtingið í heyst um at seta barnaumboð og barnaráð á stovn, sum skal virka frá 1. januar. Annars hevur ætlanin leingi verið at seta barna­ umboðið og barnaráðið á stovn, men tað hevur drigið út. Men nú er so avgjørt, at uppskot um hetta verður lagt fyri Løgtingið í heyst, so at barnaumboðið og barna­ ráðið kunnu fara til verka tann 1. januar. Barnaráð Barnaumboðið verður valt fyri fimm ár ísenn, men eitt umboð kann í mesta lagi sita í tvær setur. Til at stuðla og ráðgeva sær, fær barnaumboðið eitt barnaráð við seks limum, sum allir skulu hava eitt serligt, fakligt innlit í við­ urskiftini hjá børnum og ungum. Í hesum sambandi skulu tey hava innlit í bæði uppvøkstur, menning, skúla- frítíðar- heilsulig- og ment­ anarlig viðurskifti hjá børn­ um og ungum. Barnaumboðið og barna­ ráðið skulu vera púra óheft av øllum politiskum og øðr­ um myndugleikum. Endamálið hjá barnaum­ boðnum verður at hava eftirlit við, at lógir og fyriskipanir, sum hava við børn á gera, lúka treytirnar í lógini og í barnaverndar­ sáttmálanum hjá ST. Kostar eina millión Barnaumboðið verður ikki ein kærustovnur. Men fyri eisini at tryggja rættindi hjá børnum og ungum á hesum øki eisini, verður virksemið hjá løgtingsins umboðsmanni víðkað til eisini at umfata kærur frá børnum og ungum, og til at hava eftirlit við stovnum, har børn og ung eru. Annika Olsen metir, at barnaumboðið og barnaráðið fara at kosta áleið eina milli­ ón krónur um árið tilsamans, harav 240.000 krónur eru løn til Barnaumboðið og tað er 1/3 starv. Restin er samsýningar til barnaráðið, skrivstovu og annað. aki@sosialurin.fo Ross elvdi til ferðslupropp í Havn Eitt ross rann aftur og fram á vegnum og tarnaði ferðsluna Áki Bertholdsen Tá ið fólk vóru á veg til hús seinnapartin mánadagin, tarnaði eitt ross ferðsluni á Marknagilsvegum í Havn eina góða løtu. Rossið gekk mitt á veg­ num, og ferðslan steðgaði eina løtu, sigur ein bil­før­ ari, sum var á veg til hús. Løgreglan sigur, at nógv fólk ringdi og boðaði frá rossinum, so tey sendu aktingarmannin eftir tí. Hann var rættiliga skjót­ur á staðnum, men bilførarar siga fyri in.fo, at rossið var at kalla sansa­ leyst av ræðslu og rann aftur og fram á vegnum, púra frá sær sjálvum. Tá ið aktingarmaðurin kom eftir tí, helt tað undan, men tað eydnaðis at fáa tað inn aftur í stikið, haðani tað var komið. Løgreglan sigur, at tað er als ikki ókent fyribrigdi, at ross, og onnur djór, eru til ampa til fólk og ferðslu. Myndin er tikin, beint tá ið aktingarmaðurin var komin á staðið. Tá varð rossið farin niðan frá veg­ num og varð blivið róligari aftur, men tá ið akting­ar­ maðurin kom, helt tað til beins undan aki@sosialurin.fo Støðan var hættislig Tað var ein hættislig støða á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, tá tey fýra fólkini, sum vórðu stungin í Norðdepli sunnumorgunin, komu á sjúkrahúsið. Barbara Holm Skurðlæknin í Klaksvíkar Sjúkrahúsi sigur við Miðla­ húsið, at støðan var sera álvarsom. Serliga tann eini persónurin var í stórum vanda. Knívurin hevði skorið djúpt inn í búkin, men tíbetur vóru sárini av slíkum slagi, at tey kundu seymast. Onkur av hinum vóru stungin fleiri ferðir, men ikki so djúpt, at gøgn teirra vóru rakt. – Fólkini komu inn á Klaksvíkar Sjúkrahús klokk­ an 09 um morgunin, og ikki fyrr enn klokkan 16 vóru tey liðug á skaðastovuni í Klaksvík. Skurðlæknin sigur, at ein sjúklingur kemur at liggja eina tíð, men hini verða útskrivað seinni í vikuni. Ungi maðurin, sum stakk, er ákærdur fyri drápsroynd móti ungu kvinnuni og unga manninum og fyri harðskap av serliga grovum slag móti abbanum og ommuni at tí unga manninum. barbara@sos.fo Serliga tann eini persónur var í stórum vanda eftir tilburðin í Norðdepli sunnumorgunin 100 fólk gera klárt til G! Ársins G! Festivalur nærk­ ast í hvørjum, og praktisku fyrireikingarnar eru nú í hæddini. Eini 100 fólk eru við í arbeiðnum at gera festivaløkið til reiðar. Pallurin er komin til Gøtu og var koyrdur oman á sandin í dýrd­ arveðrinum í mánkvøldið. Pallurin kemur úr Íslandi, haðani ljóðútgerðin eisini kemur, og Jóhannus Stein­grund, tekniskur sam­skipari á G!, sigur við in.fo, at ljóðútgerðin í ár er eitt hakk betri, enn hon var í fjør. Sostatt eru karmarnir lagdir fyri einum góðum festivali. Tær stóru kon­ sertirnar vera á sandinum og á Spæliplássinum, men aðrastaðni verða smærri konsertir.