Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juli 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. juli 2013 · Nr. 81 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn ”Vores alle sammens øjesten” er farin, tímin var komin og dagarnir vóru taldir. Eingin veit á morgni at siga, hvar ein á kvøldið gistir. Johs var sonur Esmi og Peter Joensen í Nesi, Hvalba, hann var helst einnevndur í Føroyum, uppkallaður eftir abba sínum, Johannes Næs, sum eisini var uppkallaður eftir sínum abba, Johannes Petersen, í Skúlanum í Salt­ nesi. Við nógvari høvuðpínu og týðuligum tekin um ov høgt blóðtrýst, so tók hann ikki heilivág, hann hevði tað gott. Soleiðis segði hann við meg í vetur, men dagarnir vóru taldir, og deyðin skal hava eina orsøk. Tað var kanska orsøkin til at hann ikki fór til lækna. Vit ráða ikki yvir okkara egna lívi. Johs var 11 ára gamal, tá eg sá hann fyrstu ferð, og míni eygu festi seg djúpt. So vakran drong helt eg meg ikki at hava sæð áður, stillur og smæðin og lítiðsigandi. Hann sá rokasligur út, og líktist ein­um ið vildi nakað, hann lýsti av dygd og fastleika og ikki minst av kærleika. Sum 15 ára gamal var hann messudrongur við trol­ ar­anum Leivur Øssursson í Grønlandi. Annie og eg vóru heima ta summarið, og íland­ komin fekk hann arbeiði hjá Havnar Timburhandli. Sonur okkara, Heini, skuldi doypast í Havnar kirkju, og sjálvandi varð Johs biðin um at verða gubbi. Hetta var helst fyrstu ferð at Johs var gubbi, men síðan tað varð hann gubbi at einum ótalið av børnum, tí barnakærur var hann av heilum hjarta. Børnini elskaði hann og tey elskaðu hann, og tá hann fór út eftir vegnum í Nesi, og børnini spældu á vegnum við gamla handilin, so steðgaði hann altíð á og prátaði við børnini, men tað gjørdi eing­in annar vaksin. Og tá børn komu inn til hansara, so hevði hann altíð okkurt til tey. Ja, tá í abbadótturin hjá mær segði soni sínum, Mathias, sum nú er 6 ára gamal, at Johs var deyður, so svaraði hann soleiðis: ”Tað er forferduligt, hann var so fittur, eg fekk karamellu frá honum”, sjálvt um tað var fyri tveimum árum síðan, alt­so var hann 4 ár tá hann sein­ast sá Johs og fekk kara­mellu frá honum, og so spurdi hann um Johs hevði minst til at steingja hurina tá hann fór heimanífrá. Ja so fast setti Johs síni minnir í henda drong og onnur børn við, ja, okkum øll. Eg minnist ikki hvussu Johs sá út tá eg sá hann seinast, tað var í vetur, men eg minnist hvussu hann sá út tá eg sá hann fyrstu ferð, og tað eru 50 ár síðani, so djúpt setti hann sína mynd í mítt minni. Uttan mun til hvussu hann broyttist við árunum, so var tað tann gamla myndin sum sat eftir og altíð kemur at sita eftir í minninum. Vit vóru, sum sagt, heima í summarferiu í 1966, og tá búði familjan í Havn. Johs arbeiddi í Timburhandlinum og pápin, Petur, var smiðjumeistari hjá Pihl & Søn. Tá sigur Pet­ur við meg, um eg vildi taka Johs við til Danmarkar og fáa hann í læru sum entre­pre­ nør­mekanikara, tí byggi­virk­ semið í Føroyum var so stórt. Byrjað var at byggja tunnlar millum bygdir, Hvalbiar­tunn­ il­in var liðugur og Hospi­talið skuldi útbyggjast, stóra vatn­byrgingin í Havnardali stóð í gerð og Tórshavnar Havn skuldi leingja Molan. Maskin­urnar gjørdist størri og størri og eingin entre­pre­ nør­mekanikari var í land­ in­um. Tí helt Petur,sum var sjálv­lærdur mekanikari, at tørvur var á mekanikarum við út­búgving til hesar maskin­ur. Sum sagt so gjørt. Johs kom við okkum til Ålborg, Tað var kanska ikki rætta staðið, og eftir 5 mánaðar, var framvegis einki læru­ pláss. Hann arbeiddi tó hjá ein­um traktorfirma hesa tíð­ina. Men til jólar kom bræv frá Petur, hann hevði fing­ið lærupláss til Johs í Kjøp­in­havn. Og í januar 1967 byrj­aði Johs at læra til entre­pre­nør­mekanikara, og í 1971 var hann liðugur. Hann kom at arbeiða hjá Pihl & Søn í 1971 sum fyrsti entre­ pren­ør­mekanikari í land­ in­um. Tá var fari undir at byggja Eysturoyartunnilin og brúnna um Streym. Hann var specialist í Caterpillar- maskinum og tað hann gjørdi, var til UG. Nógv kundi verið sagt um Johs, men eg vil minnast hann sum hann var. Sum onk­ur segði henda dagin, ”hann var sum ein filmur, sum vit kunnu rulla aftur á” og tað er tað nakað um. Eg vil tí minnast Johs við hesum orð­um: Ofta vit drukku vín saman bæði í álvara og gaman. Dagurin var valdur, dagarnir taldir, og tú takkaði fyri teg. Um Himmiríkið er í at sveima, so er tað har tú hoyrir heima, Harrin vil vísa tær veg. Eg minnist teg sum tú sá út, tá eg sá teg fyrstu ferð, tann myndin kámast ikki, góði vinur - hvíl í friði og takk fyri alt. Svágur tín Mathias Johs Næs Joensen 30. 09. 1950 – 11. 06. 2013 Tøkk Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá kæri maður, faðir, verðfaðir og abbi Gunnar Lindenskov Samuelsen Fuglafjørður Andaðist og varð jarðaður. Takk til heimasjúkrasystrar, heimahjálparar, ein serstøk tøkk til Pállfríðu. Takk til Annemette Clementsen, prest, kirkjutænarar, berarar, sangarar og gravarar. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til Fuglafjarðar kirkju. Og tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu honum til hasara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Sigga, Siri og Janus Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkensku, tá okkara kæri maður, pápi, verfaðir, abbi og langabbi. Hans Jacob á Gadd andaðist og varð jarðaður. Tøkk fyri blómur, kransar, peningagávu til Vesturskin og uppringingar. Tøkk til Martin R. Jacobsen prest fyri góð og troystarrík orð. Tøkk til Petur Hans Hansen fyri góðan sang. Tøkk til kirkjutænarar, berarar, sangarar og gravarar. Eisini eina tøkk til tykkum, sum bakaðu og hjálptu til við ervinum Ein serstøk tøkk til starvsfólkið á Vesturskin fyri góða røkt og umsørgan. Tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu honum til seinasta hvíldarstaðin her á fold. Vegna tey avvarðandi Anna og Jolana v/ familju Tøkk Hjartaliga takka við øllum sum sýndu samkenslu, tá okkara kæra kona, mamma, vermamma og omma Marianna Svanhilda Joensen Sumba andaðist og varð jarðað. Tøkk til prest, fyri góð og troystandi orð. Tøkk til kirkjutænarar, berarar, sangarar, gravara og til tykkum, sum á einhvønn hátt hjáptu til við jarðarferðina og ervið. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávu latin Sumbiar kirkju. Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnst vegna Hargin og børnini Kunngjørt verður, at føroyavinurin Kaj Stoumann andaðist hósdagin 11. juli 2013 í heiminum í Saltum, 68 ára gamal. Jarðarferðin verður frá Brønderslev kirke hósdagin tann 18. juli kl. 12.30. Familja og vinir Andlát