Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juli 2013síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 17. juli 2013 · Nr. 81 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin einar fimm ferðir. Komnir upp á tindin tóku vit Merkið fram og tað veittraði á hægsta tindi í Europa, meðan vit tríggir føroyingarnir saman við nøkrum dønum og einum russa ótu turran fisk, sum vit høvdu við, sigur Ólavur Øksnadal. Beinleiðis til Fraklands Tey vóru 13 tilsamans fólk, sum fóru undir at ganga niðan á Elbrus, men onkur fall frá. – Ein donsk kvinna mátti venda aftur, og á veg oman aftur, máttu tveir danir geva skarvin yvir, og kavaskutarar máttu fara eftir teimum, sigur Ólavur Øksnadal. Komin niður aftur, varð farið til Moskva og síðani til Keypmannahavnar. Har fór Klæmint Vágadal av, meðan Ingi Ellingsgaard og Ólavur Øksnadal hildu leiðina fram umvegis Geneve til Chamonix. – Vit fóru beinleiðis á skrivstovuna sum vit høvdu gjørt eina avtalu við. Har hittu vit so okkara guide og so løgdu vit til brots niðan í eina smáttu, fingu okkum at eta, og so tørnaðu vit inn, sigur Ólavur Øksnadal. Teir báðir vóru á fótum aftur klokkan fýra, og løgdu so til brots niðan fjallið. – Vit skuldu gjøgnum eina 600-700 metrar langa skriðu, og hana mást tú ganga ígjøgnum, meðan nátt er og skriðan fryst. Tað tók okkum einar tveir tímar at koma upp um skriðuna, og hareftir gingu vit í einar fimm tímar, til vit vóru uppi á tindinum, sigur Ólavur Øksnadal. Mont Blanc er 4.810 metr­ ar høgt. – Vit vóru so verandi har uppi og svóvu í einari smáttu, og fóru so niður aftur gjøgnum skriðuna heilt tíðliga morgunin eftir, sigur Ólavur Øksnadal. Mont Blanc er ikki eitt vandaleyst fjall at koma upp á, og so seint sum mánadagin doyði ein dani í síni roynd at sleppa upp á fjallið. Hann var triði persónurin, sum var deyður í tveir dagar á Mont Blanc. – Mont Blanc verður selt sum eitt lætt fjall at koma upp á, men tað er tað als ikki. Tú klintrar ikki beinleiðis, men fjallið er rættiliga tekniskt, sigur Ólavur Øksnadal. Gott at venja í Føroyum Tað krevur sín mann at ganga upp á hægstu tindar í Europa. – Eg fyrireikaði meg væl við at ganga í føroysku fjøll­ unum. Eg havi verið á Slættaratindi tíggju ferðir og á Gráfelli 12 ferðir, og havi verið á Kunoyarnakki seks ferðir umframt á øllum hin­ um fjøllunum á Kunoynni, og teimum flestu á bæði Eyst­ uroynni og Streymoynni í ár sigur Ólavur Øksnadal. Hann heldur, at føroysku fjøllini er frálík at venja í um hugsað verður um, at ganga upp á eitt nú Elbrus ella Mont Blanc. – Tað ber væl til at venja í Føroyum til at halda út. Túrarnar, sum eg gjørdi, vardu millum fimm og átta tímar. Men tað er sjálv­an­ di eisini neyðugt at akli­ matisera seg, tá ein skal upp á høgu fjøllini í Europa, tí luftin er so tunn uppi í hæddunum, sigur Ólavur Øksnadal. Tað eru langir dagar og tungt at ganga, men kenslan, tá tú ert komin upp á tindin, ber næstan ikki til at greiða frá. – Tað er sum at vinna HM í fótbólti. Tað ber næstan ikki til at seta orð á, tú gerst næstan euforiskur, tá tú stendur uppi á tindinum, sigur Ólavur Øksnadal. Hann var illa fyri, tá teir gingu upp á Elbrus. – Eg hevði etið ov illa, og var rættiliga illa fyri á veg upp, men tá vit komu upp í »saðilin« millum báðar tindarnr og steðgaðu á har, fekk eg etið eini seks Mars og drukkið nógva vætu, og tá gjørdist eg væl fyri, sigur Ólavur Øksnadal. Ikki seinasta fjallið Tað skal eingin loyna vera, at tað er ógvuliga hart og kalt at ganga upp á hægstu tindarnar í Europa. – Kuldin er øgiligur, og vindurin fer heilt inn á bein. Tí ræður um at lata seg væl í. Og har eru føroysk undir­ klæðir nummar eitt; tað finst einki betri. Og føroyskar hos­ur eisini, sigur Ólavur Øksnadal. Tað er eisini av ógvuliga stórum týningi, at vera í ávísari hædd, fyri at akli­ma­ tisera seg. – Meðan vit vóru uppi á Mont Blanc fekk ein maður hæddarsjúku og small bara um, tí luftin var so tunn, og hann hevði ikki í nóg stóran mun aklimatiserað seg. So har mátti ein tyrla koma eftir honum, sigur Ólavur Øksnadal. Útgerðin skal eisini í aðrar mátar vera í lagi. – Vit krøkja steigeisen ella crampons á skógvarnar. Mínir skógvar eru av slag­ num Scarpa og eru serliga gjørdir til at ganga í íslendi. Hartil skal tú verða íklæddur ein harnis, tvær karabinur, ísøks og tveir stavar. Og so ein ryggsekk við vætu, tí tú hevur brúk fyri nógvari vætu, sigur Ólavur Øksnadal. Uppi á Elbrus var neyðugt, at alt var vavt inn í klæðir, og ikki minst er tað neyðugt við einum góðum sólbrillum. - Sólin gerst so sterk har uppi, og hon endurspeglast í ísinum, og tí er neyðugt við góðum sólbrillum, sigur Ólavur Øksnadal. Men kenslan er so mikið góð, tá tú stendur á tindinum, at hetta verður ikki seinasta fjallið, hann ætlar sær upp á. - Tað er ein ótrúlig kensla. Eitt sórt nøgdsemi við at hava útint tað, tú setti tær fyri. Ein sigurskensla. Hetta verður ikki seinasta fjalli, eg ætli mær upp á. Aconcagua í Argentina, sum er hægsta fjallið í Suðuramerika, liggur nær, men tað er kortini einki ítøkiligt enn, sigur 32 ára gamli Ólavur Øksnadal, ið fyribils hevur verið uppi á hægstu tindum í Europa - við ella uttan Kaukasus. – Kuldin er øgiligur, og vindurin fer heilt inn á bein. Tí ræður um at lata seg væl í. Og har eru føroysk undir­klæðir nummar eitt; tað finst einki betri