Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juli 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. juli 2013 · Nr. 81 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Leo Poulsen Ólavur Øksnadal hevur altíð dámað og tímað væl at gingi í fjøllunum, og hevur eisini fleiri ferðir verið uppi á hægstu fjøllum í Føroyum. Í fjør gjørdu bróður hansara, Ólavur sjálvur og Ingi Ellingsgaard av at gera ein roynd at sleppa upp á Mont Blanc, men á veg upp brast illveður á, og teir noyddust tí at venda aftur. Men teir góvu ikki upp. – Í ár gjørdu vit so av at royna einaferð afturat. Tað er kortini so ymiskt, sum fólk meta Europa, og Mont Blanc, sum fyrr var roknað sum hægsta fjallið í Europa, er bert næsthægst, eftir at stórur partur av fyrrverandi Sovjetsamveldinum nú eisini verður roknað sum partur av Europa, sigur Ólavur Øksna­ dal. Hægsta fjallið í Europa liggur nú sambært summum keldum í Kaukasus, eitur Elbrus og er 5.642 metrar høgt. – Vit gjørdu so av, at fara upp á bæði fjøllini í sama umfari, so vit fóru fyrst til Kaukasus, og brúktu tí Elbrus sum aklimatisering til Mont Blanc sigur Ólavur Øksnadal. Flogið var so frá Keyp­ mannahavn til Moskva, har teir tríggir, Klæmint Vágadal, Ingi Ellingsgaard og Ólavur Øksnadal vóru í ein dag. – Dagin eftir bleiv so flogið til Mineralnye Vody í Kaukasus, og síðani koyrdu vit so við bussi til bygdina, Azau, sum liggur í 2300 metra hædd, ein busstúrur, sum vardi í fýra tímar, sigur Ólavur Øksnadal. Næstu dagarnir gingu so við at aklimatisera seg. – Orsøkin til, at Elbrus er so áhugavert, er tí at fjallið verður roknað sum eitt av »the Seven Summits«. Men tað er sum nevnt ein definatiónsspurningur, sigur Ólavur Øksnadal. The Seven Summits eru hægstu fjøllini í teimum sjey heimspørtunum. Aklimatiseraðir – Fyrsta dagin fóru vit upp á Mount Cheget, sum er 3500 metrar høgt, og síðani vendu vit aftur til hotellið, og dagin eftir fóru vit niðan á Base Camp, sum liggur í 3800 metra hædd, sigur Ólavur Øksnadal. Har gingu teir ein stuttan túr einar 300 metrar upp, og vóru verandi í hæddini eina løtu fyri at fáa mest møguligt burturúr, og vendu so aftur til hotellið. – Dagin eftir fóru vit so niðan í Base Camp fyri at verða. Tann dagin gingu vit upp í 4500 metra hædd, og dagin eftir upp í 4800 metra hædd, sigur Ólavur Øksnadal. Báðar dagarnar vóru vit sitandi eina løtu í fyri at aklimatiserast. Hesir túrarnir tóku millum fýra og átta tímar. – Seinasta dagin, áðrenn vit skuldu ganga heilt upp á tindin, nýttu vit at hvíla, so vit skuldu vera so væl fyri, sum gjørligt, sigur Ólavur Øksnadal. Tað var um reppið at túrurin mátti útsetast, ella í ringasta føri avlýsast. - Ætlanin var at fara upp klokkan tvey um náttina, síðani eta klokkan trý og so fara avstað. Men tá vit vaknaðu klokkan tvey var torusláttur og grovur heg­ lingur. Vit løgdu okkum so aftur og royndu at sova inntil klokkan fimm, men tá vit vaknaðu aftur, var veðrið av tí fínasta, sigur Ólavur Øksnadal. Leiðin niðan á Elbrus er rættiliga góð at ganga, tað ræður bara um at orka og at halda seg heitan. – Vit gingu í góðar átta tímar, har vit bert steðgaðu Sum at vinna HM í fótbólti Ólavur Øksnadal, Klæmint Vágadal og Ingi Ellingsgaard ótu turran fisk uppi á toppinum av hægsta fjalli í Europa, Elbrus í Kaukasus, meðan Merkið veittraði yvir teimum Tað ber næstan ikki til at seta orð á, tú gerst næstan euforiskur, tá tú stendur uppi á tindinum Teir tríggir føroyingarnir á Elbrus við Merkinum á lofti: Ingi Ellingsgaard, Ólavur Øksnadal og Klæmint Vágadal