týsdagur 16. juli 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. juli 2013 · Nr. 81
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Vónin
sum
hvarv
Arbeiðsloysi Vónin um nakrantíð at koma aftur í starv er ring
hjá nógvum eldri føroyingum. Serliga eru tað eldri fólk á bygd, ið
fullkomiliga hava mist vónina um at fáa eitt nýtt starv, hóast tey
enn kunnu hava nógv góð ár afturat á arbeiðsmarknaðinum
Rógvi Nybo
At enda í arbeiðsloysi er eing
in ynskistøða hjá nøkrum.
Hjá nógvum er tað uttan
iva ein minni ella størri lívs
kreppa, ið kann stinga seg
upp, tá tey brádliga standa
uttan starv. Men tað er eisini
rættiliga ymiskt, hvussu tey
arbeiðsleysu eru fyri at leita
sær nýtt starv. Lívsroyndir,
starvsroyndir, útbúgving og
so framvegis spæla inn, tá
eitt nýtt starv skal finnast, og
arbeiðssøkjandi av nýggjum
skulu vigast og metast av
arbeiðsgevarum.
Alt hetta ávirkar eisini
vónirnar hjá teimum at
finna eitt nýtt starv. Sum vit
skrivaðu í Sosialinum mána
dagin,
vísir
kanninginm,
sum ALS hevur fingið gjørt,
at greiður samanhangur er
millum aldur og vónina fyri
at finna eitt arbeiði. Jú yngri
og betri útbúgvin, jú betri
eru vónirnar, vísa hagtølini.
Tað øvuta ger seg galdandi
hinvegin. Vónirnar gerast
verri, jú eldri tann arbeiðs
leysi er og jú færri ár av
skúlagongd hann hevur.
Hava givið upp
Í stóru kanningini millum
arbeiðsleys í Føroyum verða
tey arbeiðsleysu eisini býtt
sundur í fýra ymiskar bólkar,
har fólkini í hvørjum bólki
líkjast. Hetta er gjørt við tí
fyri eyga at fólk í hvørjum
bólki gerast meira lík og at
tað tískil verður lættari at
málrætta
tilgongdina
og
átøkini, ið verða sett í verk.
Her er tað serliga ein bólk
ur, ið stingur seg burturúr
millum hinar, tá talan er um
hvørji sannlíkindi fólk halda
seg hava fyri at koma í starv
aftur.
Hesin bólkur er serliga
eldri fólk, í aldursbólkunum
50-59 ár og 60-75 ár, sum í
stóran mun eru búsitandi
uttanfyri miðstaðarøkið, í
Norðoyggjum, á Sandoynni,
í Vágum ella í Suðuroynni, og
sum í stóran mun bert hava
fólkaskúlaútbúgving
ella
eina handverkaraútbúgving.
Ein stórur partur av hes
um bólkinum hava ringar
ella yvirhøvur ongar vónir
um nakrantíð at koma aftur
á arbeiðsmarknaðin. Í hes
um bólkinum svara heili 21,7
prosent, at tey vænta aldrin
at verða í arbeiði ella undir
útbúgving aftur. Tey hava
altso fullkomiliga uppgivið
vónina um at pláss er fyri
teimum á arbeiðsmarknað
inum aftur, hóast fleiri teirra
uttan iva hava fleiri góð ár
eftir í sær og sita inni við
eini rúgvu av lívsroyndum
og vitan, hóast tað haltar við
útbúgvingini.
Missa tilknýtið til
arbeiðsmarknaðin
Eitt annað sereyðkenni við
hesum bólkinum er, at tey
hava verið arbeiðsleys í rætt
iliga drúgva tíð. Næstan ein
fimtingur, 18,3 prosent, av
hesum bólkinum hava verið
arbeiðsleys í meir enn tvey
ár. Telja vit tey við, sum hava
verið arbeiðsleys millum eitt
og tvey ár, hava 45 prosent
av hesum bólkinum verið ar
beiðsleys í meir enn eitt ár.
Tað merkir, at tey í roynd
og veru koma undir tað, vit
kalla langtíðararbeiðsloysi.
Samstundis er tað hesin
bólkur, ið missur tilknýtið til
arbeiðsmarknaðin og verða
marginaliseraði á eggini á
arbeiðsmarknaðinum.
Hagtøl í Danmark og
Evropa vísa samstundis eis
ini ein greiðan samanhang
millum langtíðararbeiðsloysi
og sannlíkindini fyri, at við
komandi kemur í starv aftur
– og jú longri arbeiðsloysið
verður, jú torførari er tað at
fáa hesi at taka lut í arbeiðs
marknaðinum
aftur.
Tey
missa rætt og slætt sam
bandið við arbeiðsmarknað
in, samstundis sum aðrir
sosialir trupulleikar eisini
kunnu stinga seg upp hjá
teimum, orsakað av støðuni.
Uppsøgd
Eitt annað, ið er sermerkt
fyri henda bólkin er, at ein
nógv størri brotpartur av
teimum hava fingið eina
uppsøgn, samanborið við
hinar trýggjar bólkarnar.
Sløk 70 prosent av teimum
í hesum bólkinum eru upp
søgd, meðan tað fyri hinar
bólkarnar liggur um tey 45
til 53 prosentini. Samstundis
svara 10 prosent í hesum
bólkinum, at tey eru søgd
úr starvi, meðan tey vóru
sjúkrameldað – eitt tal, ið
er rættiliga nógv størri enn
fyri hinar bólkarnar, har tað
liggur millum eitt og trý pro
sent.
Hyggja vit eisini eftir, í
hvørjari vinnugrein hesi har
veiddu, áðrenn tey komu upp
í ALS, er ein stórur partur,
ið svarar, at tey arbeiddu í
ídnaði innan fiskavørur. Eis
ini eru fleiri, ið hava arbeitt á
skipasmiðju ella smiðju, við
flutningi annars og so við
Hví eru tey arbeiðsleys? Hvar starvaðust tey, áðrenn tey komu upp í ALS skipanina? Og hvussu leingi hava tey verið í ALS? Hesir eru bert nakrir av spurningunum,
ið verða viðgjørdir og greinaðir í eini stórari kanning, sum Lóður hevur gjørt fyri ALS, har hugt verður eftir viðurskiftunum hjá teimum arbeiðsleysu í Føroyum.
Kanningin varð gjørd í fjør, tá heitt varð á 1500 fólk, sum hava verið inni í ALS skipanini styttri ella longri tíðarskeið síðani 2008 og fólk, sum framvegis eru í
ALS skipanini, at svara spurningum. Beint undir helvtina, umleið 700 fólk svaraðu spurningunum, og sigast kann tí, at talan er um eina umfatandi og neyva
kanning av viðurskiftunum hjá arbeiðsleysum í Føroyum. – Endamálið við kanningini er at fáa eina betri fatan av viðurskiftunum hjá teimum arbeiðsleysu
í Føroyum, soleiðis at vit á tann hátt eisini betri kunnu nøkta tørvin hjá teimum, sum eru í skipanini, sigur Magni á Deild Olsen, stjóri í ALS. Mánadagin
nomu vit við nøkur av viðurskiftunum hjá teimum arbeiðsleysu í Føroyum. Á hesum síðnunum fara vit eitt sindur meira í dýbdina av kanningini.
Eldri á bygd: