Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juli 2013síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 17. juli 2013 · Nr. 81 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi øðrum vinnuligum tæn­ast­ um. Hesar vinnurnar eru eisini millum tær harðast raktu, eft­ir at fíggjarkreppan tók dik á seg á heysti í 2008. Lítil vilji til broytingar Eitt annað áhugavert, ið spurt varð um í stóru spurnar­kann­ingini hjá ALS, er í hvussu stóran mun tey ar­beiðsleysu eru til reiðar at gera ymiskt fyri at fáa eitt starv. Eitt nú varð spurt inn til, um tey vóru til reiðar at fara undir eina útbúgving, at fara á førleikamennandi skeið, skifta starvsgreiv, at flyta til aðra bygd/bý, ferð­ast meira enn 1 tíma til/frá arbeiðs­ pláss­inum og at arbeiða part­tíð. Her vísir kanningin, at sami bólkur, ið hevur mist vón­ina um at koma aftur á arbeiðsmarknaðin, er tann, ið er minst til reiðar at taka nøkur serlig stig fyri at fáa eitt starv aftur. Á einum stiga frá 0 til 100, har 0 er í sera lítlan mun og 100 er í sera stóran mun, er hesin bólkur minst til reiðar at gera nakað í øllum teimum spurdu spurningunum, undan­tikið at arbeiða part­ tíð. Tað er altso mangt, ið bend­ir á, at hesin bólkur bæði hevur uppgivið at koma í starv aftur, samstundis sum tey hava lítið árræði at taka neyð­ugu stigini til tess at koma í starv aftur. rogvi@sosialurin.fo Kyn Mannfólk 38% 47% 52% 48% Konufólk 62% 53% 48% 52% Aldur Yngri enn 19 ár 2% 3% 2% 1% 19-29 ár 17% 14% 33% 20% 30-39 ár 19% 5% 30% 5% 40-49 ár 13% 8% 16% 15% 50-59 ár 29% 44% 14% 30% 60-75 ár 21% 26% 6% 29% Bústaður Norðuroyggjar 9% 13% 6% 8% Eysturoy 22% 19% 20% 17% Norðurstreymoy 5% 2% 8% 9% Suðurstreymoy 41% 27% 47% 48% Sandoy 3% 9% 3% 0% Suðuroy 9% 16% 8% 8% Vágar 11% 14% 10% 10% Útbúgving Fólkaskúli 33% 60% 15% 44% Miðnámsskúli 19% 7% 8% 13% Handverkaraútbúgving 6% 14% 15% 3% Styttri víðari útbúgving (1-2 ár) 15% 5% 15% 16% Miðallong víðari útbúgving (2-4 ár) 21% 12% 35% 16% Long víðari útbúgving (4+ ár) 5% 3% 11% 8% Hvussu leingi hevur tú verið arbeiðsleysur? Minni enn 1 mðr 3% 7% 4% 5% 1-3 mðr 16% 6% 34% 19% 3-6 mðr 18% 21% 24% 21% 6-12 mðr 18% 21% 20% 14% 1-2 ár 30% 27% 13% 24% Meir enn 2 ár 15% 18% 6% 18% Hvør er orsøkin til, at tú ert arbeiðsleys/ur? Eri uppsøgd/sagdur 46% 70% 47% 53% Eri liðug/ur at læra 2% 0% 8% 0% Eri liðug/ur við mína hægri útbúgving 1% 0% 3% 0% Fyritøkan, eg starvaðist hjá, farin á húsag. 11% 6% 6% 18% Havi sjálv/ur sagt upp 23% 5% 14% 13% Eri við í fiskavirkisskipanini 0% 0% 1% 0% Eri uppsøgd/sagdur, ímeðan eg var sjúkram. 2% 10% 3% 1% Eri liðug/ur sum student, HH o.a. 1% 0% 2% 0% Eri givin við mína útbúgv. áðrenn lokna tíð 1% 0% 2% 3% Onnur orsøk (skriva) 3% 2% 3% 5% Tíðaravmarkað starv 11% 7% 12% 7% Nær væntar tú at verða í arbeiði ella undir útbúgving aftur? Innan nakrar vikur 8% 3% 9% 7% Innan 1 mðr 6% 7% 12% 8% Innan nakrar mðr 34% 18% 49% 33% Innan ½ ár 17% 15% 16% 20% Innan 1 ár 18% 26% 13% 17% Um nøkur ár 7% 9% 2% 4% Aldrin 10% 22% 0% 12% Í hvussu stóran mun ert tú til reiðar at gera fylgjandi fyri at fáa eitt starv? Bólkur 1 Bólkur 2 Bólkur 3 Bólkur 4 At byrja upp á eina útbúgving 46 8 67 45 At fara í læru 25 10 33 31 At fara á førleikamennandi skeið 74 35 80 65 Skifta starvsgrein (í mun til títt seinasta starv) 68 45 72 56 At flyta til annan bý/aðra bygd 15 11 28 13 Fara munandi niður í løn (í mun til títt sein. starv) 25 11 25 25 Arbeiða fulla tíð 70 61 86 84 Ferðast meir enn 1 tíma til og frá arbeiði 31 20 36 34 Arbeiða skeivar tíðir (aðrar tíðir enn 8-17) 47 37 54 48 Arbeiða parttíð 56 52 50 48 At flyta av landinum 24 21 43 22 (Skalain er 0 - 100, har 0 = í sera lítlan mun og 100 = Í sera stóran mun) Bólkur 1 Bólkur 2 Bólkur 3 Bólkur 4 Bólkur 1 Bólkur 2 Bólkur 3 Bólkur 4 Profilur av bólkunum Frágreiðing: Niðanfyri er ein profilur av bólkunum. Profilurin hevur tvær dimensjónir, lodrætt og vatnrætt. Hyggja vit eftir “Kyn”, so sigur tann lodrætta dimensjónin, hvussu nógv mannfólk (37,7%) og konufólk (62,3%) eru eitt nú í bólki 1. Vatnrætt sæst munurin millum bólkarnar, t.d. at flest mannfólk (52,3%) eru í bólki 3 og flest konufólk (62,3) í bólki 1, samanborið við hinar bólkarnar. Rógvi Nybo Nýggja kanningin, sum Lóð­ur hevur gjørt fyri ALS, gevur nógv áhugaverd úrs­ lit, sum ALS kann nýta til at málrætta teirra virksemi betri. Eitt av úrslitunum verð­ur gjølla gjægnumgingið her á síðuni, og vísur, at tað er ein bólkur av arbeiðsleysum, í høvuðs­heitum eldri fólk uttan­fyri miðstaðarøkið, ið full­komiliga hava mist vón­ ina um at finna eitt starv aft­ur. Men stjórin í ALS, Magni á Deild Olsen váttar fyri Sosial­inum, at enn er einki málrættað amboð tikið í brúk fyri at fáa hesi í starv aftur ella geva teimum vón­ ina aftur. – Nei, vit hava ikki av­ gjørt tað enn. Lat meg fyrst siga, at kanningin er rætt­iliga nýggj, so vit hava ikki enn innrættað okkum full­kom­ iliga eftir henni. Trupulleikin hjá okkum er, at vit allatíðina skulu avgera, hvussu vit útnytta okkara avmarkaðu ressoursir sum frægast, og tann avgerðin er ikki enda­ liga tikin enn, um hann skal málrættast onkrum av hesum bólkunum, sigur Magni á Deild Olsen. Síðst inn – fyrst út Sambært stjóranum í ALS hava tey í seinastuni havt stórt fokus á at fáa fólk skjótt úr aftur skipanini, tá tey koma inn í skipanina. – Vit hava í seinastuni verið nógv eftir teimum nýggju í skipanini, at fáa tey út aftur sum skjótast. Vit hava eitt nú sett í verk ein samrøðupart, eftir at vit fingu kritikk fyri ikki at verða nóg nógv eftir teimum í skip­anini. So nú verða tey kallaði inn til samtalu eina ferð um vikuna, og hetta fær tey skjótari út aftur, sigur Magni á Deild Olsen. Men tá tað kemur til tey, ið hava verið longri inni í skip­an­ini, viðurkennir ALS-stjórin, at tað er mun­ andi truplari at fáa tey út á arbeiðsmarknaðin aft­ur – serliga tá arbeiðs­marknað­ urin alt annað enn stendur og skríggjar eftir hesi ar­ beiðsmegini, sum í høvuðs­ heitum eru fólk yvir 50 ár og uttan stórvegis meira enn fólkaskúla ella hand­verkara­ útbúgving. – Nei, til tey hava vit ikki enn eitt málrættað tilboð, við­gongur Magni á Deild Olsen. rogvi@sosialurin.fo Arbeiðsloysi Stjórin í ALS, Magni á Deild Olsen, váttar at í løtuni er eingin málrættaður innsatsur móti teimum eldru arbeiðsleysu á bygd. – Kanningin er nýggj, so vit hava ikki enn innrættað okkum eftir úrslitunum, sigur hann Hava einki til tey í løtuni Stjórin í ALS: Stjórin í ALS, Magni á Deild Olsen, viðurkennir, at tey í løtuni einki málrættað amboð hava fyri at fáa eldru borgararnar á bygd, sum hava uppgivið at fáa starv aftur, út á arbeiðsmarknaðin aftur