týsdagur 16. juli 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. juli 2013 · Nr. 81
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Tað tykist sum Skálafjarðar
tunnilin er og verður eitt
politiskt stríðsmál.
Sum ein av mongum
við tørvi at ferðast millum
Eysturoy og Høvuðsstaðin,
og sum ein av stigtakarunum
til verkætlanina, loyvi eg
mær at geva hetta lítla íkast
til orðaskiftið um verandi
støðu.
Bakstøði
Alt byrjaði við einum “polit
iskum vilja” at niðurleggja
gomlu ferjufarleiðina millum
Skálafjørðin og Tórshavn fyri
at fáa okkum kundar í staðin
at
brúka
vegasambandið
millum oyggjarnar.
Fáur tyktist tá hugsa um,
at henda loysn – har tey,
sum t.d. skuldu suður eft
ir, fyrst skuldu koyra fleiri
10-tals kilometrar norður
eftir – kanska ikki var lands
búskaparliga tann skilabesta,
fyri ikki at tosa um, at hon
fyri brúkaran var sera dýr.
Vit kunnu (bert til sam
anberingar) royna at ímynda
okkum
tann
(vist
nokk
óhugsandi) tanka, at tað polit
iskt varð avgjørt at kvetta
beinleiðis
ferðasambandið
millum Argir og Hoyvík fyri
at leiða ferðsluna av Argjum
norður eftir oyggjarvegnum,
oman í Kollfjarðardal og
suður aftur eftir Kalbaks
vegnum til Hoyvíkar – og
øvugt. Hesin umvegur vildi
verið væl styttri enn verandi
umvegur av Skálafjørðinum
til Havnar. – Meira um hetta
seinni.
Av tí at hetta var tað, sum
tann politiski viljin hevði at
bjóða, kendu vit brúkarar
okkum noyddar til sjálvir at
taka stig til eina aðra loysn,
sum so gjørdist til tann nógv
umstrídda Skálafjarðartunn
ilin.
Flest fólk, íroknað “ser
kunnleikin”, tykjast vera á
einum máli um, at Skála
fjarðartunnilin er ein sera
góð samfelagsíløga. Orsøkin
er sera einføld, nevniliga
tann stóri umvegurin eftir
verandi vegi (og ikki, sum
nøkur tykjast at halda, at tað
fara at spríkja pengar upp
úr einum holi undir Tanga
firði, sum fara at geva eitt
stórt “yvirskot”). Ein tunnil
vil merkja, at teir túsundtals
bilar, sum í dag ferðast hesa
leið, samanlagt kunnu spara
yvir 100.000 km av koyring
um dagin. Tað hevur eisini
týdning fyri samfelagsbú
skapin – og t.d. fyri møgu
leikan at gjalda tunnilin – at
tann nógv stytta farleiðin
verður mett at føra við sær
økt virksemi og dynamikk
í økinum, her undir eina
økta
ferðslu
samanborið
við ferðsluna eftir verandi
farleið.
Fyri arbeiðsbólkin, sum
tók stig til verkætlanina
saman við kommununum
kring Skálafjørðin, var tað
ikki avgerandi, um verkætl
anin varð almenn ella privat
– ella okkurt har ímillum
– men at hon varð framd í
verki.
Av tí at samferðslukervið
í Føroyum vanliga verður
bygt av tí almenna, var okk
ara fyrsti spurningur til tá
verandi landsstýrið, um tað
kundi hugsast, at landið fór
undir at byggja tunnilin.
Svarið var nei; landið hevði
so mikið nógvar aðrar átrok
andi uppgávur at nýta sínar
avmarkaðu pengar til, at tað
neyvan fór undir eina tílíka
verkætlan í bræði – her var
jú vegasamband framman
undan, so ein tunnil var ikki
beinleiðis neyðugur.
Næsta stig var at kanna,
um kommunurnar sjálvar í
felag kundu fara undir eina
tílíka verkætlan, t.d. við at
stovna eitt partafelag, sum
kundi byggja og reka ein
tunnil. Úr landsstýrinum
fingu vit tó at vita, at komm
unulógin ikki loyvir hesum.
Eftir var so at royna eina
privata loysn. Hesa roynd, og
gongdina annars tey seinastu
árini, kenna tey flestu við
áhuga fyri málinum.
Tvey viðurskifti eru her
verd at bíta merki í:
1) Verkætlanin skal eftir
ætlan fíggjast 100 % av
brúkaranum – sum tann
fyrsta av sínum slag í
landinum;
2) Um talan verður um eina
privata
ella
almenna
verkætlan er ein politisk
avgerð,
sum
brúkarin
ongan leiklut hevur í.
Vit brúkarar skulu sjálvi
gjalda alt gildið, og vit vilja
tí sjálvandi hava eina so
bíliga loysn, sum gjørligt,
men um ein privat loysn
er tann einasta, sum kann
gjøgnumførast, gjalda vit
eisini fyri hana. Hon er
fyri okkum útilokandi eitt
amboð fyri at fáa verk
ætlanina framda, um hon
ikki kann gerast á annan
og bíligari hátt, tí hóast
lutfalsliga dýr er hon
hóast alt munandi betri
enn verandi loysn.
Nýtt uppskot á ting
Eg skilji nú, at eitt upp
skot er á veg í tingið um at
gera ein almennan Skála
fjarðartunnil. Um tað polit
iska motivið var, at Skála
fjarðartunnilin er ein góð
samfelagsíløga, hevði tað fyri
meg sum brúkara ljóðað fínt,
tí henda loysn sigst eisini at
vera munandi bíligari enn
ein privat loysn.
Sum skilst er høvuðs
motivið hjá uppskotsstill
arunum tó eitt heilt annað,
nevniliga at lata okkum
brúkarar av Skálafjarðar
tunlinum gjalda fyri ein
Sandoyartunnil – umframt
at rinda fyri allan Skála
fjarðartunnilin. Eitt argu
ment fyri hesum leisti hevur
verið, at tá vit brúkarar av
Skálafjarðartunlinum
eru
sinnaðir í einari privatari
loysn at rinda eina stóra
upphædd “niður í lumman
á útlendskum spekulantum”
(sum íleggjarar og lánsveit
arar til ein privatan tunnil
verða skírdir), so mugu vit
eisini vera sinnaðir til heldur
at rinda tað sama til eina til
trongda samfelagsíløgu, sum
landið annars ikki hevur ráð
til.
Tað skuldi bara manglað!
Lat okkum nú venda
aftur til fyrr nevnda hugsaða
dømi, at ferðslan millum
Argir og Hoyvík grundað á
eina politiska avgerð varð
noydd at koyra eftir oyggj
til Kollafjarðar og aftur. Lat
okkum hugsa, at brúkarin –
fyri at sleppa burtur úr hesi
skilaleysu loysn – bjóðaði
seg til sjálvur at rinda fyri
eitt beinleiðis vegastrekki
millum hesar bygdir. Land
og kommuna kundu (ella
vildu) tó í fyrstu atløgu ikki
standa fyri hesi verkætlan,
og tí fann brúkarin eina
privata fyritøku at átaka
sær at fremja hana, hóast
hetta dýrkaði verkætlanina
samanborið við eina almenna
loysn. Men nú funnu nakrir
politikarar upp á hyggjuráð.
Teir høvdu leingi ætlað at
útbygt eitt heilt annað vega
strekki, men høvdu trupult
við at finna fígging til tað.
Við nú at lata tað almenna
byggja vegastrekkið millum
Argir og Hoyvík, men taka
ein yvirprís fyri tað, kundi
brúkarin av hesum vega
strekki rinda fyri hitt eisini.
Umframt at vera einasti veg
ur í landinum av sínum slag,
sum brúkarin sjálvur skuldi
rinda 100 %, álegði politiska
yvirvøldin nú brúkarunum
av hesum serstaka vega
strekki einsamøllum at rinda
fyri eitt annað, fyri hesar
brúkarar óviðkomandi, vega
strekki.
Hetta er nú støðan hjá
Skálaf jarðartunlinum,
sum fyri nakrar politikarar
tykist at hava týdning ein
ans sum eitt amboð til
at finna pengar til aðrar
verkætlanir við at áleggja
brúkaranum ein yvirprís.
Undir
CHE-samgonguni
varð mett, at við at byggja
alment, men lata brúkaran
av
Skálafjarðartunlinum
rinda “privatan prís”, kundi
hann fíggja helmingin av
Sandoyartunlinum. Nú fá
ár seinni verður mett, at
til ber at lata henda sama
brúkara rinda fyri allan
Sandoyartunnilin.
Hokus-
pokus! Jú dýrari ein privat
loysn kann gerast, jú størri
yvirprísur kann leggjast á
eitt alment byggjarí.
Viðmerking
Sum brúkari kenni eg meg
sterkt
misbrúktan
av
tí
politisku skipanini, um tað
verður álagt mær saman
við
hinum
brúkarunum
av Skálafjarðartunlinum –
einsamøllum burtur úr øll
um landsins borgarum – at
rinda fyri eina samferðslu
verkætlan, sum eg sjálvur
ikki havi tørv á meiri enn
flestu aðrir borgarar í land
inum. Eg vil fegin verða
við til at gjalda mín part av
neyðugum samfelagsíløgum,
men eg meti tað heilt órími
ligt at verða útvaldur til at
gjalda fyri eina heilt aðra
samferðsluverkætlan, bara
tí at eg havi tørv á at ferð
ast millum Skálafjørðin og
Høvuðsstaðin, og tí at eg
hóast alt framvegis skal
gjalda minni fyri hesa loysn
enn fyri at koyra ein ovur
honds langan umveg, sum
tann politiska skipanin hev
ur tvungið meg til tey sein
astu nógvu árini, og sum
longu hevur kostað mær og
landinum almikið.
Um tað er rætt, sum verð
ur ført fram, at Skálafjarðar
tunnilin og Sandoyartunnilin
samanlagt
kunnu
gerast
í almennum høpi fyri ein
kostnað, sum svarar til 46
kr. hvønn vegin fyri bil
ferðsluna í teimum, bendir
tað á, at kostnaðurin fyri
Skálafjarðartunnilin neyvan
svarar til meira enn 30 kr.
Tað vísir týðiliga, hvussu
stórur tørvurin er ongantíð
ov skjótt at koma burtur úr
verandi støðu, sum jú kostar
okkum mangt slíkt.
Er grundarlag nú fyri
einum øðrvísi orðaskifti á
tingi?
Higartil
hevur
tann
politiska
yvirvøldin
býtt
seg í tveir sera ymiskar og
lítið semjusøkjandi partar í
orðaskiftinum um, hvussu
verkætlanin við Skálafjarðar
tunlinum skal skipast. Annar
parturin – sum nú situr í
samgongu – vil hava ein
reint privatan tunnil, meðan
hin parturin – sum nú situr í
andstøðu – vil hava ein reint
almennan tunnil. Verandi
samgonga vil ikki hava tað
almenna at átaka sær nakran
fíggjarligan váða í sambandi
við verkætlanina, meðan
stóru
andstøðuflokkarnir
ynskja tað almenna at taka
allan váðan á seg.
Hetta við fíggjarliga váð
anum – at tað eru tættir í
verkætlanini, sum framman
undan eru ókendir, og sum
kunnu virka órógvandi fyri
tryggleikan í eini tílíkari
íløgu – er eftir øllum at
døma høvuðsorsøkin til, at
ein privatur íleggjari krevur
eitt munandi avkast og rentu
av íløguni oman á tað, sum
ein almenn verkætlan vildi
kostað.
Mett hevur verið, at tunn
ilin kann fara at kosta umleið
1,2 mia. kr. at byggja. Hvørt
prosent av hesi upphædd
svarar til 12 milliónir krónur
árliga, so nógv er at vinna
hjá brúkaranum, um til ber
at fáa kravið um íløguavkast
og lánsrentur nøkur prosent
niður.
Hvat
um
avvarðandi
politikarar í felag nú royndu
at finna eina loysn, sum kann
fáa henda prís munandi
niður uttan tó at landið
átekur sær nakran beinleiðis
kostnað ella stórvegis fíggj
arváða? Eitt er vist – fyri
hvørja krónu, tunnilin kann
gerast bíligari, minkar tann
fíggjarligi váðin hjá tí, sum
skal gjalda. Um tann privata
fíggingarfyritøkan nú (sum
ført hevur verið fram) vil
kunna slaka munandi upp
á rentuna, um landið tekur
“broddin” av váðanum við
t.d. at átaka sær ein ávísan,
lutfalsliga lítlan part av
fíggjarliga váðanum, vil tað
í sær sjálvum minka um
tann samlaða váðan, tí verk
ætlanin við hesum gerst so
mikið bíligari. Tað ljóðar sum
“tvær flugur við eitt slag” –
lægri kostnað fyri brúkaran
og minni fíggjarligan váða
fyri alla verkætlanina. Í
staðin fyri at landið átekur
sær 1,2 mia. kr. í váða við eini
reint almennari verkætlan,
kundi tað við at átaka sær
ein brøkpart av váðanum
kanska fingið prísin munandi
niður á eini annars privatari
verkætlan.
Higartil hevur ein tílík
loysn sum nevnt ikki verið
hugsandi, men øll hava loyvi
til at broyta hugsjón so hvørt
sum nýggjar upplýsingar
koma fram og málið gerst
meira greitt – eisini politik
arar.
Livst, so spyrst.
Eitt íkast til kjakið um Skálafjarðartunnilin
Martin V. Heinesen
Toftir
Jú dýrari ein privat loysn
kann gerast, jú størri
yvirprísur kann leggjast
á eitt alment byggjarí
Eg vil fegin verða við til at gjalda mín
part av neyðugum samfelagsíløgum,
men eg meti tað heilt órímiligt at
verða útvaldur til at gjalda fyri eina
heilt aðra samferðsluverkætlan