Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-16, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juli 2013síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. juli 2013 · Nr. 81 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tøkni Tekstur: Jonas Ekelund Kaldar gadgets til eitt heitt summar Ræð regnið burtur við einum tráðleysum ferðahátalara, tak bestu myndina í lívinum við nýggjum myndatóli – og njót summarið við nøkrum gadgets, ið eru eins væl útgjørd til frítíðina sum tú GADGET: Samsung Galaxy S4 Talgilt lummaútvarp Geneva XS DAB+, ferðaútvarp Tær nýtist ikki intgernet fyri at hoyra útvarpi við Geneva XS DAB+. Alt er í einum pakka. Einum lítlum pakka enntá. XS DAB+ er talgilda útgávan av nógv rósta ferðaútvarpinum hjá Geneva. Eisini er hetta ein Bluetooth-hátalari, har tú kanst stroyma tónleik frá fartelefonini ella teldlinum. Lítla útvarpið gevur eitt óvæntað reint stereo-ljóð, hevur innbygt ur við vekjara og kann leggjast saman, tá tað skal pakkast í kuffertið. Eitt battarí, sum kann endurløðast, gevur streym í nógvar tímar, og væl bygda Geneva-útvarpið fæast í svørtum, reyðum og summarhvítum. 2.000 krónur genevalab.dk Ferðast við tráðleysum tónleiki Jabra Revo Wireless, oyratelefonir Eingin vandi fyri leidnnigum, sum sita fastir. Við tráðleysu Revo-oyratelefonunum frá Jabra kanst tú flyta teg, sum tær lystir. Battaríriknu oyratelefonirnar kunnu sjálvandi nýtast saman við tíni snildfon. Tónleikin stroymar tú tráðleyst umvegis Bluetooth til oyratelefonirnar, og tær nýtist ikki íbindingar av ymsum slag. Ein app – Jabra Sound App – kann eftirgera Dolby Digital Plus og harvið skapa eitt týðiligt surround- ljóð, tá lurtað verður. Stýringin er einføld við knøttum á síðuni, og við oyratelefonunum fylgir løðileidningur og mini-jack leidningur. Revo finst eisini í eini bíligari útgávu við leidningum, men tó við fjarstýring og mikrofon til snildfonina. 1.800 krónur auroragroup.dk Kanón myndatól Canon PowerShot S110, lummamyndatól Gloymið bíligastu myndatólini. Nógvar snildfonir taka nærum eins góðar myndir, og gjarna eru tær lættari at nýta. Lítla S110 hjá Canon knúskar hinvegin farmyndatólini, og tað hevur bæði GPS- tagging og tráðleyst Wi-Fi til at flyta myndirnar við. Myndagóðskan er nógv betri enn hjá flestu kompaktmyndatólum, og ljóssterkur zoomoptikkur, touch-skíggi og stór brúkaravinarligheit gera Canon-tólið til besta lummamyndatólið, sum tú kanst hava við tær, tá summarveðrið skal njótast. 2.600 krónur canon.dk Eitt snilt val Sony Alpha A65, systemmyndatól Hetta Sony-myndatólið stendur eitt sindur í skugganum av kappingarneytunum frá Canon og Nikn. Men A65 er betra keypið. Serliga um tú leggur stóran dent á myndagóðskuna. Tí A65 veitir eins framúr góða myndagóðsku sum væl dýrara A77, men tólið er minni, lættari og eitt sindur einfaldari útgjørt. Eingi onnur spelrefleks-tól í hesum prísflokkinum hava í nær námind somu myndagóðsku og skottíttleika. Hartil er elektroniski leitarin tann besti á marknaðinum, skíggin kann vippast, HD-video hevur framúr góðsku, skjótast kunnu 10 myndir um sekundið og brúkaravinarligheitin er framúr. 6.500 krónur sony.dk Tónleikur allastaðni Beats by Dr. Dre Pill, berbarur hátalari Millum teir mongu berbaru hátalararnir, sum eru at fáa, eru fáir eins stílfullir sum Dr. Dre ill. Ein ferðavinarligur tráðleysur Bluetooth- hátalari, sm verður løddur við USB og stýrur frá snildfonini ella teldlinum. Hann hevur innbygda mikrofon og kann nýtast sum hondfríur hátalari, tá tosað verður umvegis snildfonina. Sum flestu vørurnar hjá Beats, so er nóg mikið at megi í hátalarunum, sum fáast í fleiri litum. 1.500 krónur apple.com/dk Ger bilradio talgilt VST DAB+yourCar v3, DAB-modtager Við hesum DAB-moduli ber til at uppstiga bilstereo hjá tær. Tað verður fest á eitt ikki sjónligt stað í bilinum, og kann taka ímóti øllum atkomuligum DAB-rásum (eisini DAB+) og sendir tær síðani víðari sum FM, ið bilur tín dugir at skilja. Modulið sendir eisini navnið á støðini umvegis RDS, so tú eisini sært navnið á støðini. Fjarstýring fylgir við. Í nýggjastu útgávuni er móttøkan av signalið betrað, frekvensurin skiftir sjálvvirkandi, so óljóðið er sum minst. Tað er hesin móttkarin, sum tú skalt velja, um títt stereo er innbygt í instrumentbrettinum, og tí ikki er serliga lætt at skifta. 1.300 krónur av-cables.dk