Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-16, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juli 2013síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 17. juli 2013 · Nr. 81 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tøkni Pioneer WX-SMA3, hátalarar Tak tónleikin við uttandura! WX- SMA3 hjá Pioneer, sum fæst í hvítum ella svørtum, kann stroyma tráðleysan tónleik umvegis Apple AirPlay ella frá einum harðdiski umvegis DLNA. Hetta er roknað til uttandura nýtslu, og tolir tí bæði slavna luft og regn. Uttandura verða battaríini brúkt, og ert tú onkrastaðni, har netið ikki røkur, kanst tú seta títt egna net upp við funkuni Wireless Direct. Alternativt ber til at seta ein memory stick ella harðdisk til USB-inngangin, sum sjálvandi eisini kann tosa við iPhone, iPad og iPod. Eisini er analogur AUX-inngangur, sum kann nýtast til aðrar spælarar. Pioneer hevr lagt seg eftir einum góðum ljóði, og til hetta hava tey fingið hjálp frá Andrew Jones, sum er maðurin handan high-end merkið, TAD. 2.300 krónur pioneer.dk Tá iPhone 5 gerst til myndatól Schneider iPro Case for iPhone 5, cover Schneider ger millum annað væl umtókt objektiv til iPhone, og takkað verið nýggja cover’inum iPro Case til iPhone 5 passa objektivini nú eisini til nýggja ættarliðið. Eisini fáast somu cover til iPhone 4 og 4S. Umframt nýtt cover verða tvey nýggj objektiv nú eisini send á marknaðin. Áður fingust ficheyem 0,0x víðvinkul og 2Xsjóneykuobjektiv. Nú koma eitt 0,45 super víðvinkul og eitt makro-objektiv. Besløg til stativ fáast eisini eins og eitt hent handtak, sum eisini rúmar tveimum objektivum. Lat klossuta myndatólið liggja eftir heima og tak feriumyndirnar við tíni iPhone. 200 krónur schneideroptics.dk Lækkið prísin, ikki ljóðið Sjónvarp tá tað regnar Feitt ljóð til ferðina Legg fartelduna har heima Pioneer SE-NC31C-K, óljóðsdoyvandi hoyriproppar Samsung UE40F6505, LED LCD tv JBL Flip, Bluetooth-hátalari Logitech FabricSkin Keyboard Folio, iPad-knappaborð Oyratelefonir við óljóðsdoyvin eru perfekti ferðafelagin, tá tú skalt flúgva. Vansin við stóru oyraklokunum er, at tær taka nógv pláss, um kuffertið er lítið. Nú hevur Pioneer flutt tøknina til nakrar sera lítlar hoyriproppar. Pioneer SE-NC31C-K hevur aktiva óljóðsdoyving, so bakrundsljóð verður filtrerað burtur. Alt verður rikið av einum AAA-battaríi. Pioneer reypar av 120 tíma battarítíð, men tað hava vit ikki váttað, men ein flogferð upp á 11 tímar var so eingin trupulleiki. Sjálvir hoyripropparnir eru av in-ear slagnum og geva eitt fínt ljóð við góðari fyllu. Tú kanst velja millum fýra ymsar gummiproppar, sum kunnu tillagast tíni oyragongd. Ein snildur posi í velour pluss adaptarastikk til flogfør eru við í pakkanum. Tá tað oysir niður er tað got við einum góðum sjónvarpi. Nýggja F6505-røðin hjá Samsung er á tremur við hentum funkum, íroknað film- apps so sum HBO og Netflix. LED-grundaði LCD-skíggin fæst í støddum frá 40 til 55 tummar. Klæna sniðið ger, at hvør sentimetur fer til myndina heldur enn til ein tjúkkan kant kring skíggjan. Myndagóðskan er sera góð, og Samsung hevur innbygdar móttakarar til DVB-T, kaðal og parabol, og hartil kann sjónvarpið stýrast við bæði snildfon og teldli. Eisini er møguligt at deila myndir, video og sjónvarpsinnihald við berbaru eindirnar. Oyrabúffar eru perfektir til tónleik á ferðini. Men hvat um vinirnir eisini skulu lurta? Flip hjá JPL eru eitt alternativ, sum gevur gott og feitt ljóð í mun til støddina. Lítli strynduskapaði hátalarin fær fatur á tónleiki frá snildfonum og teldlum umvegis Bluetooth og hevur eisini innbygda mikrofon til telefonsamrøður. Battaríið kann løðast og heldur í einar fimm tímar, so ferðin oman á strondini er í góðum góðum hondum. JBL Flip fæst við eini hentari beritasku og í fleiri litum. Farteldan kann liggja heima í summarhitanum, og ístaðin nýtir tú iPad’in. Við knappaborði er munandi lættari og skjótari at svara mailum ella at blogga um ferðina. Nýggja knappaborðið hjá Logitech er bygt inn í verjuhylki, sum eisini riggar sum stativ, og sum hartil tolir bæði fukt og dust. Tað verður hildið fast við magnetum, og iPadurin slóknar, tá tað verður lagt saman. Ein løðing skuldi verið nóg mikið til tríggja mánað nýtslu. 800 krónur pioneer.dk 8.799 krónur samsung.dk 999 krónur eu.jbl.com 1.199 krónur logitech.com Actionmyndatól í toppflokki GoPro HD Hero3 Black Edition, camcorder Hero3 Black Edition er mest framkomna GoPro-myndatólið nakrantíð. Vit testaðu Silver Edition í bólkatesti fyrr í ár við sera góðum úrslitið, og Black Edition hevur enn betri svartstøði og myndagóðsku. Myndatólið er ætlað til upptøkur undir ekstremum um­støðum. Tað er lítið og nóg lætt til at verða fest, hvar tað sakl vera, og við GoPro apps til iPhone og iPad er tað eyka lætt at síggjast, hvat skal filmast, og at stýra fleiri myndatólum í senn. Og tað kann eisini vera hent. Myndatólið kann taka upp við 2560X1440 pixels og við 48 myndum um sekundið. Tað kann eisini taka upp í 4K,men tá bert við 12 myndum um sekundið. 3.300 krónur gopro.dk Berbarur oyratelefonforsterkari FiiO Mont Blanc E12, oyratelefonforsterkari Snildfonir og iPod hava avmarkaða megi. Úrslitið er annaðhvørt, at tað ikki ber til at hava ljóðið nóg hart, ella er ljóðið vánaligt, um tað gerst nóg hart. Men hesin forsterkari til oyratelefonir lovar gull og grønir skógir. Tey, ið hava gott pláss í lummunum, kunnu gleðast um ein kraftigan forsterkara, sum nýtir 22 vold, og sum takka verið hágóðsku forsterkarum skal geva framúr ljóð, líkamikið um oyratelefonin hevur impedans ella ikki. Ljóðfrávikið sigst vera einans 0,00003 prosent, og maksimal- styrkin upp á 850 megawatt er nóg mikið til at hava ljóðið hart. Innbygdu battaríini verða lødd við USB, og tekur hetta tríggjar tímar. 1.499 krónur komplett.dk Kraftigt netanlegg uttandura