Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-16, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juli 2013síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. juli 2013 · Nr. 81 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kunngerð um broyting av Býarplaninum og Almennu byggisamtyktini fyri runavíkar Kommunu Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 seinast broytt við løgtingslóg nr. 13 frá 18. mars 2013, verður við hesum boðað frá, at Runavíkar býráð á fundi 27.06-2013 hevur samtykt at broyta býarplanin fyri Runavíkar Kommunu í bygdini Glyvrar. Broytingarnar í Býarplaninum umfata: • Broytingin av havnarøkinum D4 á Glyvrum umfatar matr. nr. 274b , sum verður víðkað við uml. 14.200 m2 . Broytingarnar í Býarplaninum eru til skjals í móttøkuni í býráðshúsinum í Saltangará yrkadagar kl. 9 – 16 í tíðarskeiðnum frá 22. juli 2013 til og við 12. august 2013. og á heimasíðuni www.runavik.fo Móttøkan er stongt Ólasøkudag 29.07-2013. Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 02. september 2013. Saltangará, tann 22.07-2013 Runavíkar býráð Skrivstovunæmingur Eitt lærupláss í skrivstovuyrkinum – almenn fyrisiting – hjá politinum í Tórshavn, er leyst at søkja til setan 1. septembur 2013. Ein treyt fyri at søkja er, at umsøkjarin hevur staðið FHS-, HH-, Students- ella HF prógv. Lærutíðin verður fastløgd alt eftir, hvat prógv næmingurin hevur framanundan. Í lærutíðini skal næmingurin til Danmarkar á handilsskúla í 13 vikur tilsamans. Løn verður veitt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og HK-felagið. Umsókn, prógv og møgulig viðmæli, verða at senda Landfútanum, Yviri við Strond 17, postsmoga 3018, 110 Tórshavn ella á teldupostbústað FO-personalekontor@politi.dk í seinasta lagi 5.august 2013. Føroya Landfúti, Tórshavn tann 5.juli 2013. John Kølbæk Teldufrøðingur til vinnufelags skrá­ seting og ­eftirlit Arbeiðið við vinnufelagsskráseting og –eftirliti fevnir um fjarskiftis-, post-, tryggingar- og kappingareftirlit, skráseting av vinnufeløgum og grunnum, umframt grannskoðaraeftirlit. Vit bjóða Vit kunnu bjóða eitt 1-ára tíðaravmarkað fjøltáttað og sjálvstøðugt starv við avbjóðandi uppgávum, sum eru persónliga og yrkisliga mennandi. Høvuðsuppgávurnar eru menning og tillaging av telduskipanum á skrásetingar- og frekvensøkinum. Teldugrunnar hjá stovninum eru MS-SQL server grundaðir. Tú fært ábyrgdina av KT-økinum og kemur at arbeiða við talgilding og effektivisering av arbeiðsgongdum, kravfesting og menning av heimasíðuskipanum. Eisini kemur tú í samráð við løgfrøðing at tilevna reglur og mannagongdir. Førleikakrøv Umsøkjarar skulu hava: • Viðkomandi útbúgving sum t.d. teldufrøðingur, verkfrøðingur ella líknandi • góð analytisk evni • góð evni at samstarva og samskifta • góð evni at samskifta í skrift og talu • skil á heildini og samstundis ans fyri smálutum Setanartreytir og umsókn Starvið verður sett sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag. Starvið verður at seta skjótast gjørligt ella eftir avtalu. Setanin fevnir um Vinnumálaráðið og stovnar undir tí, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð. Upplýsingar og umsókn Tú kanst fáa meira at vita um stovnin á www. fjarskiftiseftirlitid.fo. Ynskir tú nærri upplýsingar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jógvan Thomsen, stjóra, á tlf. 356020 ella 216020 Umsókn við prógvi, CV og møguligum viðmælum skal sendast til: Fjarskiftiseftirlitið Skálatrøð 20 Postboks 73 FO-110 Tórshavn ella sum teldupostur til: fjarskiftiseftirlitid@ fjarskiftiseftirlitid.fo og vera stovninum í hendi í seinasta lagi mánadagin 12. august 2013, kl. 12:00. Í sambandi við setanina skal revsiváttan vísast fram. Kundi tú hugsað tær at arbeitt við spennandi KT-uppgávum innan vinnufelagsskráseting og –eftirlit? Hósdag 18. juli Kókað neytakjøt • Knettir • Milliónbúff Fríggjad. 19. juli Svínasteik • Hot wings • Lasagna Leygard. 20. juli Lambasteik Mánad. 22. juli Fiskafrikadellur Hamborgararyggur Týsdag 23. juli Rivjasteik Gullasj Mikudag 24. juli Stoktur fiskur Kjøtfrikadellur Matskráin hesa vikuna Matstovan í Hoyvík Tel 660058 Frítt internet í matstovuni í Hoyvík