týsdagur 16. juli 2013síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mikudagur 17. juli 2013 · Nr. 81
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Triathlon/badminton
Silvur í tí nógva hitanum
Sannførandi bronsusigur í badminton
Talan gjørdist um eina norðuratlantiska sigursgongu í triathlon í tí nógva hitanum á
Bermuda. Orknoyggjar, Føroyar og Hetland fóru avstað við heiðursmerkjunum í kappingini
hjá monnunum. Guðmundur Joensen vann silvur, aftaná eitt megnaravrik
Aftaná eina harða hálvfinalu ímóti Guernsey í badmintonkappingini
fyri lið, megnaði føroyska liðið at vinna seg uppaftur í bronsudystinum,
og harvið tryggja okkum fyrstu heiðursmerkini í badminton.
Bæði spælararnir og venjarin ætla sær fleiri heiðursmerki
Heri Simonsen
Mangan hevur tað verið ein
undanførsla hjá ítróttarfólki
frá teimum norðaru lond
unum, at tað er ringt at
standa seg í nógvum hita.
Men hetta gjørdu Bobby Oag
úr Orknoyggjum, Guðmund
ur Joensen úr Føroyum og
Peter Fenwick til skammar,
tá teir á Clearwater Beach
vunnu ávikavist gull, silvur
og bronsu í triathlon. Hjá
kvinnunum var tað Kerry
McPhee
úr
Hebridunum,
sum vann gull, Lynsey Hen
derson úr Hetlandi vann
silvur, og Laurie Orchard úr
Bermuda vann bronsu. So
statt vunnu teir “køldu”
oyggjabólkarnir í norður
høvum fimm av teimum seks
heiðursmerkjunum fyri ein
staklingar, og tað er merkis
vert. Men, sum ein áskoðara
segði so klókt, tá kappingin
var liðug: - Eingin ferðast so
langt, bara fyri at tapa.
Sá gott út tíðliga.
Tað sá tíðliga gott út hjá
Gudmundi Joensen. Longu
aftaná svimjingina í sjónum
var hann nummar trý, og tað
gekk væl at skifta yvir til
súkklingina. Tó var tíðliga
greitt, at Bobby Oag, sum
hevur staðið seg væl í
kappingum í Norður-Skot
landi fór at gera ein ordans
vørr. Bobby Oag helt eina
góða frástøðu gjøgnum alla
kappingina, men sigast má,
at hann legði nógv fyri. Tá
hann kom á mál var hann
fullkomuliga
fyrilagstur.
Sjáldan hevur ein sæð so
fegnar áskoðarar, sum á
skoðararnar hjá Orknoyggj
um, tá Bobby Oag. Onkur
teirra segði, at talan varð um
ta størstu ítróttarhendingina
á Orknoyggjum nakrantíð.
Heiðursmerki var
tíðliga víst
Evald Rasmussen, venjari hjá
Gudmundi Joensen og David
Arge
Klevang
Pedersen
gjørdi tíðliga greitt, at vit
skuldu ikki droyma um gull,
tí Bobby Oag var strokin
undan hinum. Guðmundur
og Peter Fenwick stríddust
hinvegin
rættiliga
leingi
hart um silvurheiðursmerki.
Tó
var
rættiliga
tíðliga
víst, tá mennirnir høvdu
skift súkkluteinin út við
renniteinin, at Chris Walker
úr Gibraltar, sum er vanur
við nógvan hita fór ikki
at standa monnunum úr
norðurhøvum kurl, og tí
vistu vit tíðliga í renningini,
at Guðmundur fór at fáa
eitt heiðursmerki. Seinastu
løtuna megnaði Gudmundur
at stríða seg framum Peter
Fenwick, og endaði á øðrum
plássi við tíðini 2 tímar,
1 minuttur og 17 sekund,
14 sekund framman fyri
Peter Fenwick, men kortini
1
minutt
og
13
sekund
aftanfyri Bobby Oag, sum
legði nógv fyri at vinna
kappingina.
Stór framgongd
Evald Rasmussen helt fyri,
aftaná lokna kapping, at ein
kundi bara fegnast um ta
stóru
framgongdina
hjá
Gudmundi Joensen. Gud
mundur hevur flutt seg frá
einum 16. plássi á leikunum á
Isle of Wight í 2011 til eitt
annað pláss í 2013. Evald
Rasmussen var eisini nøgdur
við avrikið hjá Davidi Arge
Klevang Pedersen, sum fekk
eitt heiðurligt 25. pláss. 45
íðkarar vóru við til kapping
ina, og fimm teirra megnaðu
ikki at fullføra teinin í tí
nógva hitanum. Gudmundur
sjálvur var fegin um ta stóru
framgongdina, og hann úti
hýsir ikki, at silvurheiðurs
merki gevur honum brell at
fara eftir gullheiðursmerki
num á oyggjaleikunum, sum
verða á Jersey í 2015. Gud
mundur undirstrikar, at utt
an eitt gott bakland, konu,
børn og familju annars, sum
hava verið noydd at rætta
seg eftir honum ið mati o.ø.,
so hevði tað ikki verið
møguligt at rokkið einum so
góðum úrsliti. Gudmundur
undirstrikar eisini, at Evald
Rasmussen
hevur
havt
stóran týdning fyri, at hann
nú hevur rokkið einum so
flottum úrsliti. Gudmundur
heldur ikki, at tað ikki er so
óvæntað, at menn frá oyggj
unum við teimum kaldaru
veðurløgunum stóðu seg so
væl í kappingini. Menn frá
økjum við køldum veðurlagi
eru eyka fyrireikaðir uppá at
drekka nógv vatn, og laga seg
til umstøðurnar, undirstrikar
føroyski silvurvinnarin.
Heri Simonsen
Tað gekk rættiliga skjótt og
væl í bronsudystinum ímóti
vertstjóðini, Bermuda mána
kvøldið. Rannvá Djurhuus
Carlsson legði fyri í ein
mansleiki hjá kvinnum, har
Rannvá
vann
2-0
ímóti
Emmu Calow. Settmunurin
var 21-13 og 21-9. Næstur á
pallin var Niklas Eysturoy,
sum í einmansleiki dystaðist
ímóti Rohan Pai. Niklas var
eisini sannførandi, og vann
eisini 2-0. Settmunurin var
21-11 og 21-10.
Fyrsta settið gjørdist
spennandi
Triðji dysturin var dysturin
í tvímansleiki hjá monnum,
har
Niklas
Eysturoy
og
Flóvin Skaalum Mikkelsen
møttu Rohan Pai og Michael
Palmer. Rohan Pai og Michael
Palmer tóku Niklas og Flóvin
á bóli í tí fyrra settinum.
Støðan var bæði 19-19, 20-
20 og 21-21, og tað reið um
snarið. Men lukkutíð koppaði
settið til Niklas og Flóvin,
sum vunnu fyrsta settið
við 23-21. Niklas Eysturoy
greiddi frá aftaná dystin, at
teir fingu rætta uppá nøkur
ting til tað seinna settið, og
tað sást eisini aftur, tí seinna
settið endaði 21-10 til Niklas
og Flóvin, og harvið við var
bronsan heima við einum
sannførandi 3-0 sigri.
Ætla sær fleiri
heiðursmerki
Landsliðsvenjarin,
Nandi
fegnaðist
um
bronsuna,
serliga sæð í ljósinum av, at
liðið hevði havt eina strævna
hálvfinalu ímóti Guernsey.
Nandi hevur góðar vónir
um, at føroysku badminton
spælararnir kunnu vinna
heiðursmerki í einmansleiki
og í tvímansleiki. Serliga
góðar vónir hevur hann til
Niklas Eysturoy og Rannvá
Djurhuus Carlsson. Niklas
Eysturoy helt fyri, aftaná
dystin, at bronsa var í lagi,
sæð í ljósinum av, at føroyska
liðið
hevði
tapt
nakrar
tættar dystir ímóti Isle of
Man og Guernsey. Sjálvur
fer hann at gera sítt ítarsta
fyri, at Føroyar kunnu vinna
okkurt heiðursmerki aftrat í
badminton.
Myndir: Eydbii Myndir