týsdagur 16. juli 2013síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. juli 2013 · Nr. 81
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur Fjallasúkkling/skjóting
»Land-surfarar«
Søgulig bronsa í trap
– Tú kanst kalla okkum land-surfarar, sigur Helgi Winther Olsen brosandi. Fjallasúkklarar
eru nakað fyri seg og teir finna eisini saman kring allan heimin
Annan dagin á rað eydnaðist føroysku skjúttunum í gjár at
fáa eitt gott úrslit, tí í liðkappingini í trap vunnu Føroyar
bronsu. Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at Føroyar vinna
heiðursmerki í liðkappingini í trap á einum oyggjaleikum
Tróndur Arge
Hegi Winther Olsen ligg
ur á gøtuni við runu um
allan kroppin. Hann er júst
komin á mál í criterium
fjallasúkklingini á Oyggja
leikunum á Bermuda. Í 50
minuttir hava hann, Bogi
Kristiansen, Sigmund Olsen,
Jógvan Højgaard og Rúni
Øster súkklað teinin í eini
frítíðarpark,
sum
tekur
áleið tríggjar minuttir at
gjøgnumføra.
Fjallasúkkling ljóðar sum
ein ítróttargrein, ið skuldi
passað væl til Føroyar og
føroyskar umstøður. Tað er
ein lítil ítróttargrein, sum tó
er veksandi.
Málið er ikki at vinna
dagsins súkkling. Tað eru
súkklarar av serliga Isle
of Man og Menorka alt
ov
stinnir
til.
Hinvegin,
so snýr tað seg meiri um
at læra og gerast betur til
eina ítróttargrein, sum er í
framgongd.
– Tað er feitt at síggja,
at allir gera framstig, sigur
Helgi Winther Olsen, sum
hevur vónir um at standa seg
upp aftur betur enn sætta
plássið mánakvøldið, tá hann
mikukvøldið skal luttaka í
Cross Country kappingini.
– Tá er teinurin meira tek
niskur og tað passar mær
betur. Vónandi kunnu vit
eisini fáa heiðursmerki í
liðkappingini, leggur Helgi
afturat.
Skipað viðurskifti
Framgongdin á økinum
kemur millum annað av, at
nýtt
fjallasúkklufelag
er
stavnað. Tað eitur MTBFO
og felagið er við til at menna
fjallasúkkling í Føroyum.
– Eg haldi at allar gera
framstig.
Tað
kemur
av
miðvísari
og
skipaðari
venjing, sigur Helgi og bustar
mold av alboganum.
Tá Helgi kemur á mál
endar hann við at detta av
súkkluni og má fáa hjálp
at mýkja lærið. Hann er
dálkaður av móru um allan
kroppin,
men
eyðkenda
smílið er ikki at taka feil av.
Við ágrýtni greiðir hann
frá taktisku ætlanini, sum
gekk eins og hann væntaði.
Tíverri,
so
vístu
fimm
teir fyrstu seg at vera væl
sterkari á hesum teininum.
Tað er Helgi eisini skjótur
at ásanna og viðgongur, at
hann bara má blíva betur til
at súkkla á líknandi teinum.
Í Føroyum stríðast før
oysku fjallasúkklarnir við
at fáa skipað viðurskifti, so
møguleiki er hjá teimum
at venja miðvíst á einum
góðkendum øki.
Økti áhugin ger eisini
, at meiri og meiri vitan
kemur til Føroyar á økinum.
Nógv
verður
tosað
um
útgerð, hvat slag av súkklu
teir hava og hvat merki
handskarnir eru. Og ikki
minst hjálmarnir, tí fleiri
av føroysku súkklarunum
renna á. Sigmund Olsen
brast í eitt træ, meðan
Jógvan Højgaard tvær ferðir
var í samanbrestum.
“Land-surfarar”
Tað er eitt heilt serligt
fólkaslag, sum hugnar sær
við at súkkla millum trø, í
brekkum og á smølum gøtum
á fjallasúkklu.
– Tú kanst siga at vit eru
land-surfarar. Tá vit møta
øðrum
fjallasúkklarum,
so hava vit beinanvegin
okkurt at tosa um. Tað snýr
seg um tað sama líka mikið
hvar í heiminum tú ert,
greiðir Helgi Winther Olsen
frá, og brúkar eitt orð sum
“Baggy-pants” fyri at lýsa
teirra umhvørvi og máta at
uppføra seg uppá.
“Baggy-pants”
verður
eitt nú sett í samband við
Hip-Hop
og
undirgrund
mentalitet. Eisini kent sum
“sagging”.
– Vit fara eisini við
súkkluni ein túr í fjøllunum
og njóta natúruna og hugna
okkum, har vit royna ymiskt
og plúmma har vit kunnu,
sum Helgi málber seg.
– Ja, vit plúmma, tað
er eitt góður máti at lýsa
hvat vit gera, sigur Helgi
og sproytar vatn í andlitið,
sum nú so smátt byrjar at
líkjast
fjallasúkklaranum,
sum reinur og frískur stóð
á startmálinum fyri einum
tíma síðan.
Ein
tími
saman
við
fjallasúkklarunum
gevur
nøkur greið tekin um, at
talan er um menn, ungar
sum eldri, ið hava hug
at
bjóða
sær
sjálvum,
umhvørvinum og nattúrini
av. Tað er langt á mál um gull
er málið, men fjallasúkkling
er ein ítróttargrein, sum
hevur møguleikar at veksa
og kann fáa góðar umstøður
í Føroyum.
Eitt
umhvørvi
við
surfarum
fáa
vit
nokk
ongantíð í Føroyum, men
fjallasúkklararnir hava tikið
frísinnaða lagið, hugin at
spæla sær í náttúruni og
sterka samanhaldið, sum
tú kundi sett í samband við
eitt nú surfing, og flutt tað í
fjallasúkkling.
trondur@sosialurin.fo
Hilmar Jan Hansen
Yvirhøvur hevur verið langt
millum sjussarnar hjá før-
oysku skjúttunum. Undan
hesum leikunum vóru tvær
bronsumedaljur komnar í
leypin – onnur í trap til Finn
Ludvig í 1993 á Isle of Wight
og hin í skeet til Marius
Joensen í 2005 í Hetlandi.
Síðani kom liðgullið í skeet
sunnudagin, og í gjár kom so
eisini ein liðbronsa í trap.
Skjúttarnir báðir, Esmar
Andreasen og Ragnar við
Streym, kundu einki gera við
skjúttarnar av Menorca og
Cayman-oyggjunum,
sum
skutu framúr væl og vunnu
gull og silvur við ávikavist
157 og 150 stigum. Men í
kappingini um bronsuna
eydnaðist teimum í avger
andi løtuni at halda Álandi
aftan fyri seg.
– Tá teir eftir 50 dúgvur
vóru komnir í helvt við
kappingina, vóru teir eina
dúgvu framman fyri Áland,
sum tó vendi øllum og var
níggju dúgvur frammanfyri,
tá 75 vóru skotnar, greiðir
formaðurin
í
Skjótisam
bandinum, Johnhard Klett
heyggj, frá um spennandi
endan á liðkappingini.
– Nú síðstu 25 dúgvurnar
vóru eftir, skuldi alt avgerast,
men tá kiksaði royndasti
skjúttin
hjá
álendingum,
Bengt-Olof Lindgren, sum
bara rakti 10 dúgvur. Esmar
fekk hinvegin ordiliga fatur á
tí og skjeyt 20, so nú vóru vit
eina frammanfyri, tá Ragnar
fór í gongd, men hann var
púra kaldur og syrgdi fyri, at
munurin helt sær og øktist,
so vit vóru tvær dúgvur
frammanfyri, tá alt endaði.
Sostatt fingu Esmar And
reasen og Ragnar við Streym
137 stig, meðan Áland fekk
135, Hetland 133 og Gibraltar
130 stig, so kappingin varð
sera hørð.
– Undan leikunum vóru
góðar vónir til heiðursmerki
í skeet, meðan vónirnar til
trap vóru eitt sindur meira
varnar, tí har skuldi alt ganga
upp í eina hægri eind. Tað
gjørdi tað nú, so skjúttarnir
eru sera fegnir um bronsuna
í trap, sum gevur gott mót
undan einstaklingakapping
ini, nú hon fer í gongd, sigur
Johnhard Klettheyggj.
hilmarjan@sosialurin.fo
Myndir: Eydbii Myndir