týsdagur 16. juli 2013síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 17. juli 2013 · Nr. 81
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Frælsur ítróttur
Vildi ikki fara ov tíðliga
Marnar
fekk bronsu
Taktikkur og tamarhald eyðkendi gullrenningina hjá Valborg Heinesen í gjárkvøldið,
og tað viðgongur hon eisini: – Ja, eg hugdi nógv at klokkuni, tí tað ráddi um at fylgja
ætlanini, eg hevði lagt mær, segði hon, tá hon var komin á mál fyrst av øllum
Hilmar Jan Hansen
Tað gjørdist tungt hjá bara 18
ára gamla Marnari Djurhuus
at fylgja við teimum báðum
fremstu
í
10.000
metra
renningini hjá monnum í
gjárkvøldið, men allíkavæl
kýtti hann seg og gav alt, so
tað eydnaðist at fáa bronsu.
So sperdur var Marnar eftir
renningina, at hann mátti
leggja seg niður og fáa vætu,
og í fyrsta umfarið varð hann
borin út á børu og fekk alla
neyðuga hjálp á staðnum.
Men
tá
heiðursmerkini
skuldu handast, var hann
longu klárur aftur.
Marnar var alla tíðina
millum teir fremstu av teim
um tilsamans átta rennar
unum, og tá nakað leið út á
renningina, vóru teir bara
tríggir eftir. Hinir báðir
fremru, Kevin Loundes frá
Isle of Man og Thomas Fay
av Orknoyggjum, fóru tó eitt
sindur frá Marnari, sum tá
bleiv liggjandi á triðja plássi
num.
Henda flotta bronsan var
tó ongantíð í vanda, tí eingin
av rennarunum aftanfyri,
var í nánd av at hótta
Marnar, sum kom á mál við
tíðini 33:14.40 minuttir, sum
var hálvanannan minutt frá
gullinum og góðan hálvan
minutt frá silvurinum.
hilmarjan@sosialurin.fo
Hilmar Jan Hansen
Fyrstu ferð, hon yvirhøvur
er
til
einar
oyggjaleikir,
eydnaðist Valborg Heinesen
í gjárkvøldið at vinna gull
í 10.000 metra renning – og
tað enntá í stórum stíli. Hon
var alla tíðina millum tær
fremstu, men rann miðvíst
og tilvitað, so hon ikki
skuldi brúka ov nógva orku,
samstundis sum hon alla
tíðina skuldi vera við heilt
har frammi.
– Ja, eg hugdi nógv at
klokkuni, tí tað ráddi um
at fylgja ætlanini, eg hevði
lagt mær fyri renningina í
kvøld, sigur Valborg, ið eisini
takkar Halluri Holm, Niels
Jákupi
Jakobsen,
polska
venjaranum – og ikki minst
áskoðarunum,
sum
alla
tíðinda róptu og stuðlaðu
henni.
– Eg føldi, at eg megin
+partin av tíðini hevði yvir
skot, og so bíðaði eg, til eg
helt tað vera rættast at fara
frá hinum. Eg vildi ikki fara
ov tíðliga, tí her vóru nógvir
sterkir rennarar og hitin var
eisini har. Men eg dugdi væl
við vætuni og stoytti alla
tíðina á meg og syrgdi fyri
at vera hydrerað allan vegin
ígjøgnum.
Helst favorittur
Tær vóru seks, sum byrjaðu
renningina, men so við og
við fullu kappingarneytarnir
frá, og at enda var tað bara
Gail Griffiths av Isle of
Man, ið megnaði at hanga
í, men eisini hana setti
Valborg av, so hon at enda
var 12-13 sekund aftanfyri,
og
nummar
trý,
Ashley
Estwanik frá Bermuda, kom
á mál eini 46 sekund aftan
fyri Valborg.
Fríggjadagin
skal
hon
aftur lata seg í renniskógv
arnar, tí tá er hálvmaraton á
skránni, sum er góðar tvær
ferðir so langur teinur sum
tann, hon rann í gjárkvøldið.
Men Valborg sær fyri sær, at
hon fer at brúka umleið
sama framferðarhátt:
– Eg fylgi altíð væl við og
royni at halda meg innan fyri
eitt vist, so eg ikki brenni
meg út ella haldi meg ov lágt.
Klokkan verður sjálvandi
brúkt, sigur hon, fyri síðani
at
svara
spurninginum,
um hon ikki er bangin fyri
nú at vera favorittur í tí
kappingini:
– Nei, eg eri ikki bangin
fyri, at hinar nú kanska
halda meg vera ein favoritt.
Eg veit, hvat eg kann, og hvat
hinar so halda, kann gera
tað sama. Eg geri tað, sum eg
kann.
Óskrivað blað
Valborg Heinesen, sum er úr
Hoyvík, er millum føroyskar
rennarar eitt púra óskrivað
blað – ella tað vil siga, at tað
var hon...
Í samrøðu við Sosialin í
mai greiddi hon frá, hvussu
hon altíð hevur runnið,
men allíkavæl ikki dugdi at
síggja seg sum ein rennara.
Eftir gullið í gjárkvøldið
man sjálvt hon ikki ivast í tí
longur!
Líka til í januar mánaði
hevði hon vant einsamøll
uttan nakra renniætlan, men
síðani er ein av polsku lands
liðsvenjarunum sjálvboðin
farin at venja hana, og undan
oyggjaleikunum á Bermuda
hevði Valborg eitt greitt mál,
sum var at vinna heiðurs
merki
á
oyggjaleikunum.
Check!
Síðani á heysti í 2007
hevur hon lisið til lækna í
Szczecin í Polandi, har hon
fekk prógv 29. juni, og tað er í
sambandi við renning har, at
polski landsliðsvenjarin og
hon komu í samband við
hvørt annað, og síðani hevur
hann hjálpt henni sera væl.
At hetta hevur munað, sóu
øll, sum í gjárkvøldið vóru
vitni til eitt sera sannførandi
gullmerki!
Mansliðið í fimleiki hevur
millum ár og dag vunnið
nógv heiðursmerki, men í
gjár eydnaðist altso fyrstu
ferð nakrantíð at vinna
gull í liðkappingini